mikudagur 20. mai 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
29
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Útbúgvingarvegleiðarin
á Vegleiðingarstovuni/Studna vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu
viðurskiftini. Útbúgvingarvegleiðarin arbeiðir dagliga
við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving
í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella
longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda
spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og
so kemur svarið her í Sosialinum.
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
FYRREIKA TEG!
Øll eru meir ella minni fjáltrað, tá
farið verður til próvtøku. Hagtøl
vísa, at fólk flest eru bangin fyri
at leggja fram fyri øðrum.
Men ber til at fyribyrgja ella
gera nakað við henda óttan fyri
próvtøkuni og at bøta um úrs
litið? JA!
TAK TÆR AV LØTTUM DAGIN FYRI
Legg tær fyrireikingartíðina
soleiðis til rættis, at tú í minsta
lagi hevur ein dag ella 1/2 dag frí
undan próvtøkudegnum. Tak
tær av løttum og ger okkurt,
sum gevur tær hvíld. T.d. kanst
tú hugna tær saman við familju
og vinfólki, hygg at filmi, spáka
ein túr ella ger okkurt annað. Tú
veitst, hvat tær dámar best at
gera.
GÓÐAN MAT OG - SVØVN
Áðrenn tú fert til munnliga próv
tøku et tá góðan mat. Til skrivliga
próvtøku tørvar tær meiri mat
og drekka. Gott er at hava grovt
rugbreyð við góðum viðskera, og
drekkur tú te ella kaffi, tak eina
termokannu við. Tak eisini nakrar
munnbitar við sum t.d. nøtir,
sjokuláta og rosinur ella annað.
Svøvnur hevur somuleiðis stóran
týdning, legg tær fyrireikingina
so væl til rættis, at tú fært stund
ir til at fáa góðan svøvn.
LÆN TÆR VITAN OG GÓÐ RÁÐ
Nei, tað er ikki at svika til próv
tøkuna, tað er bert ein máti at
fyrireika teg uppaftur betur. Tosa
við lestrarfelagarnar um, hvussu
tey fyrireika seg, og spyr eisini
tey, sum fáa góð próvtøkuúrslit.
Kanska fært tú nøkur góð og
gagnlig ráð.
Til munnliga próvtøku ber
til at spyrja onnur, sum hava
verið til próvtøku, hvørjir
spurningar vóru, og hvat tey
svaraðu, og viðmerkingar
frá lærara og próvdómara.
Minst til at hjálpa øðrum eisini.
Tú kanst eisini geva vitan og góð
ráð víðari.
HEILSA
Tá ið tú kemur inn í próvtøkuhølið,
er tað ein fyrimunur, at tú ert rólig/
ur og vísir, at tú hevur sjálvsálit.
Brett tær á og anda djúpt, áðrenn
tú fert inn. Heilsa upp á læraran
og próvdómaran og siga róliga og
týðiliga, hvør tú ert.
SKIL SPURNINGARNAR
Tað hevur serliga stóran týdning
til skrivligar próvtøkur, men
eisini til munnligar próvtøkur.
Les spurningarnar fleiri ferðir og
tryggja tær, at tú skilir spurningin.
Ein góður máti er, at skriva
spurningin fyrst ovast og so svara
honum. Á hendan hátt kanst tú
støðugt lesa spurningarnar og
tryggja tær, at tú svarar teimum.
SPYR UPPAFTUR
Skilir tú ikki spurningin, spyr
so endiliga "Eg veit ikki, um eg
havi skilt spurningin - kanst tú
útgreina?". Minst til, at lærarin
vil fegin, at tú skalt klára teg
væl, tí so hevur undirvísingin
helst verið á góðari leið. At
spyrja soleiðis ger, at lærarin
helst brúkar onnur og fleiri orð
um spurningin og tú fært betri
møguleika at skilja hvat enda
málið er við spurninginum. Har
umframt fært tú betri stundir at
hugsa teg um og fyrireika svarið.
ØLL GERA MISTØK – HALT FRAM, UM TÚ
SIGUR OKKURT SKEIVT
Gert tú eitt mistak, ver rólig/ur.
Rætta villuna, um neyðugt, og halt
fram. Øll mistaka seg. Er tað mesta,
tú sigur rætt, so gongur tað. Lærarin
vil, at tú stendur teg væl, gev
læraranum og próvdómaranum
møguleikan at gloyma villurnar
og legg ikki dent á tær.
MINST TIL STEÐGIR
Ger tær eina lestrarætlan, so
tú fært tíð at lesa tað, tú hevur
sett tær fyri. Gleð teg um fram
gongdina og steðga av og á.
GULLKORN
Hvat hevur lærarin lagt dent á?
Skriva viðmerkingar til tað, ið
dentur verður lagdur á, og legg
tær tað í geyma.
FYRREIKA TEG!
Tað er eingin vegur uttanum.
Einasti máti at kunna tryggja sær
eitt gott próvtøkuúrslit er við at
fyrireika seg. Lærutilgongdin
er vanliga undirvísing, bólka
arbeiði, uppgávuloysn- og skriv
ing, at lesa, lurta eftir ljóðbókum
og podcast og at skriva notatir,
at finna sær vitan á netinum, í
ymsum miðlum v.m. Ymiskt er,
hvussu arbeitt verður.
Summi skriva sær viðmerk
ingar til tað, tey lesa við hond ella
á teldu, sum samandráttir av tí,
sum hevur størstan týdning og/
ella til tað, sum er torskilt.
KELDA: UG.DK OG LES.FO.
Góð ráð til próvtøkuna
Framyvir verða karakterir fing
nir umvegis gymnasial suppler
ing partur av miðaltalinum frá
tíni miðnámsskúlaútbúgving,
um karakterurin frá suppler
ingsfakinum hálar miðaltalið
niður.
Gymnasial supplering er til
tín, sum ert liðug/ur við tína
miðnámsútbúgving og síðani
finnur út av, at tær manglar eitt
fak ella eitt hægri stig. Tað kann
til dømis vera, at tær mangl
ar støddfrøði á A-stigi fyri at
sleppa inn á eina ávísa hægri út
búgving. Tá kanst tú taka fakið
sum gymnasial supplering (GS)
ella sum stakgreinalestur á hf.
Gev gætur: Nýggja reglan
fyri endurútrokning av miðal
talinum orsakað av gymnasial
supplering eru útsett frá 1. mai
2020 til 1. mai 2021.
Hvønn fevnir nýggja
reglan um?
Um tú ert liðug/ur við tína mið
námsútbúgving, áðrenn 1. mai
2021, ert tú ikki fevnd/ur av
nýggju regluni.
Tann nýggja reglan merkir,
at um tað endurútroknaða
miðaltalið er lægri enn tað upp
runaliga, verður tað tað nýggja
miðaltalið, sum er galdandi, tá
tú skal søkja inn á eina hægri
útbúgving. Um tað endurút
roknaða miðaltalið er hægri
enn tað upprunaliga, broytist
miðaltalið ikki. Tú kanst so statt
ikki betra miðaltalið hjá tær við
supplering. KELDA: UG.DK
Endur
útrokning av
miðaltalinum
í Danmark
Miðnám í Vestmanna skipar fyri
nýggjum ferðaleiðaraskeiði,
sum byrjar í seinnu helvt av
august 2020 og endar í mai 2021.
Endamálið við skeiðnum er,
at lesandi eftir lokið skeið skulu
kunna virka sjálvstøðugt sum
ferðaleiðari og vera við í tvør
fakligum samstarvi.
Ferðaleiðaraskeiðið er sett
saman av kravdum læru
greinum í skeiðspørtum um
framt endaligari verkætlan.
Undirvísingin er skipað sum
teoretisk og praktisk undir
vísing í til samans umleið
200
undirvísingartímar.
Tríggir fjórðingar er teoret
isk undirvísing við floks
undirvísing, fyrilestrum og
bólkaarbeiði, meðan seinasti
fjórðingurin er skipaður
sum praktisk undirvísing við
vitjanum, útferðum og venj
ingum.
Undirvísingin verður á
Miðnámi í Vestmanna, miku
kvøld kl.18.00 - 21.15, meðan
útferðir og vitjanir verða skip
aðar í vikuskiftum. Skeiðslut
takarar hava møtiskyldu, og
skeiðið endar við verkætlan
og próvtøku.
Treytin fyri upptøku er,
at umsøkjari er fyltur 21 ár
og hevur staðið gymnasialt
miðnám. Umframt hetta
skal umsøkjari hava góðan
málsligan førleika í einum
ella fleiri fremmandamálum
í minsta lagi á B-stigi í
gymnasialu miðnámsskipanini.
Fremmandamál eru onnur mál
enn tey skandinavisku málini. Í
ávísum føri kann umsøkjari tó
verða tikin inn við grundarlagi
í eini upptøkusamtalu.
Skeiðskostnaðurin er kr.
4.000, sum skal rindast, áðrenn
skeiðið byrjar. Freistin at søkja
um upptøku er týsdagin 9. juni.
Umsóknarblaðið er talgilt, og er
at finna á hesum leinki: www.
innskriving.fo
Nærri upplýsingar um
skeiðið fáast við at venda sær
til Anniku L. Black, útbúgv
ingarleiðara alb@miv.fo
Ferðaleiðaraskeið