Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 29. MAI 2020 Privati arbeiðsmarknaðurin rindar gildið Í hesum døgum fer løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna fyri at vita, hvussu skjótt bilarnir koyra. Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd eru tey farin undir eina kampanju fyri at fáa bilførarar at halda hámarksferðina. Løgreglan er eisini við í hesum átakinum og í hesum sambandi verða rættiliga nógvar ferðmátingar gjørdar kring landið í hesum døgum. Men sum heild er støðan góð, sigur løgreglan. Nakrir bilførarar hava fingið bót fyri at koyra ov skjótt, og einstakir hava eisini koyrt so mikið skjótt, at teir hava fingið klipp í koyrikortið. Tað merkir, at at teir koyra 21 – 30 kilometrar skjótari enn loyvt er. Løgreglan steðg­ ar nógvum bilum FERÐSLUKANNINGAR Fløkjutur hjálparpakki forðar fyritøkum Vinnan síða 10-11 Magn skal hava nýggjan stjóra Vinnan síða 12 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 fríggjakvøld – sendið teldu­ post til klaga@sosialurin.fo Tað eru tey tímaløntu og annars tey á priv­ata ar­beiðs­marknaðinum, sum skulu rinda rokn­ing­ina fyri kreppuna í kjal­ar­vørr­i­num av koronufarsóttini. Nú samráðingarnar á privata ar­ beiðs­markn­að­i­num eru koyrdar fastar, munnu av­leið­ing­ar­nar av koronu­far­ sótt­ini gera sína ávirkan. Og illa var, um hetta ikki sást aftur í krøvunum, nú land­ið leggur so stóra ábyrgd av krepp­ uni á partarnar á privata ar­beiðs­ markn­að­i­num. Í øðrum londum hava vit sæð hjálp­ ar­pakk­ar, sum muna. Í Føroyum høvdu mong ver­ið farin á ørmundarhús, um tað ikki var fyri partarnar á ar­beiðs­ markn­að­i­num, sum gjøgnum ALS góvu priv­atu vinnuni ta hjálp, sum er komin. Landsstýrið hevur drálað og bíðað og skund­að sær spakuliga – ella rættari, tey hava døllað. Úrslitið av hjálp­ar­ pakka II var eitt skufflisli fyri hart kroystu priv­atu vinn­una, tí har fæst lít­ il og eingin hjálp. Og tað boðar ikki frá góðum, at lands­stýr­ið held­ur ikki ætlar, at einasti ver­u­ligi hjálp­ar­pakki, tann frá pørt­u­ num á a­r­beiðs­markn­að­i­num gjøgnum ALS, ikki skal halda fram eftir 30. juni. Tað er vorðið sum politikkur, sum lands­stýr­ið førir – ikki bara mótvegis vinnuni, men so sanniliga ímóti verka­ fólk­i­num, sum fleiri standa til at missa arbeiði. Tað er serliga ferðavinnan, sum er í ring­um skørum. Og har er landsstýrið eisini bein­leiðis aktørur – í øll­um liðum. Landsstýrið eigur Atlantsflog, sum eig­ u­r eitt hotel í Havn, sum flog­fel­ag­ið heft­ir fyri fíggjarliga, eitt hotell við Gjógv og in­coming-felagið Greengate. Her hevur landið í øllum førum eina partaeigaraábyrgd at taka um endan, um illa vil til. Lands­stýr­ið eigur eisini ein rímuliga stór­an minn­i­lutapart part í Smyril Line. Spurningurin er bara, hví landsstýrið hevur drál­að so nógv. Er tað tí, at tey eru tey bang­in fyri, at fólk í ferðavinnuni fara at fáa for nógv – at tey vilja snýta land­ið? Út við 800 størv hanga í klønum tráð. Vit kundu bara ímyndað okkum, hvør støð­an var, um talan var um fiska­ virk­is­vinn­una. Hevði landsstýrið drálað í fleiri mánaðir um so var? Tað tók ein mán­að hjá Fólkaflokkinum á sinni at koll­velta skattaskipanina. Tað mátti ikki ver­ið so trupult at loyst hendan knútin eisini. – Hetta eru ógvuliga tung stig at taka, tí talan er um at siga farvæl við bæði røsk og dugnalig starvsfólk, sum vit sum fyri­ tøka als ikki ynskja at vera fyri uttan, so vit vóna veruliga at kunna bjóða teimum aft­ur sum skjótast, um umstøðurnar verða øðrvísi. Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn í tíðindaskrivi. Hann sigur, at Vága Floghavn noyðist at tillaga starvsfólkahópin, nú koronukreppan rættiliga ger um seg í flogvinnuni. – Nú virksemið hjá Vága Floghavn er svunnið burtur í næstan einki orsakað av koronakreppuni, sær felagið sær ikki ann­an møguleika enn at laga starvs­ fólka­hópin til nýggja veruleikan. Far­ sótt­in hevur fullkomiliga tikið grund­ar­ lagið undan inntøkum felagsins og hevur fel­agið tí einki arbeiði til lutfalsliga stór­ an part av starvsfólkahópinum, sigur hann og heldur fram: – Av tí at útlitini fyri ferðafólkaferðslu fram­vegis eru sera ivasom, og síggja út til at fara at vera tað í rúma tíð enn, hava nevnd og leiðsla felagsins avgjørt at laga starvs­fólka­hópin til broyttu um­støð­ur­ nar. Í hesum sambandi hevur leiðslan í Vága Floghavn raðfest at varðveita tey starvs­fólk, sum eru neyðug fyri at lúka mynd­ug­leikakrøv og fyri at reka fyri­tøk­ u­na forsvarliga, til gongd aftur kemur á flog­vinnuna. – Tað harmar okkum almikið at taka hetta stigið, men vit kunnu snøgt sagt ikki forsvara at hava fólk í starvi, sum ar­ beiði ikki er til, sigur hann og leggur afturat at: – Útlitini fyri flogvinnu eru sera døpur í løt­uni, men vónandi kemur gongd á aft­ ur komandi ár. Tillagingin rakar bæði umsitingarlig og operationel starvsfólk. Ítøkiliga merkir hetta, at umleið 20 størv verða rakt. Samstundis verða ósett størv ikki sett fyribils, eins og færri tímalønt starvs­fólk verða knýtt at Vága Floghavn kom­andi tíðina. Vága Floghavn sigur 20 fólkum úr starvi