hósdagur 28. mai 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
4
FRANTS JENSEN
V
ið jøvnum millum
bilum ger Heimafrið
ur vart við mál, har
skip larma og ikki geva
fólki frið í teirra egna bústaði.
Høvuðspersónurin aftanfyri er
unga havnarkvinnan, sum nú
býr í Signabø, Trina Eysturoy.
– Eg eri sera treisk. Og eg ætli
at halda á, til málið er loyst. Tá ið
vit stovnaðu felagið fyri hálvum
øðrum ári síðani, segði eg, at eg
fór ikki inn í málið, um tað ikki
kundi loysast innan trý ár. Eg
havi vón um, at nakað kann
henda, áðrenn trý ár eru farin,
sigur Trina Eysturoy.
Mótgongd gevur
meira orku
Forkvinnan í Heimafriði hevur
verið upp ímóti landsstýrisfólki,
borgarstjórum í flestu av størstu
kommununum í landinum eins
og reiðarum og øðrum, ið varða
av stóru skipunum, sum liggja
ella umskipa við føroyska kai
kantin.
Men hóast tað er ein tung
og partvís ógreið skipan, sum
tey stríðast ímóti, so heldur tað
henni ikki aftur.
– Hetta er eitt tabuevni, og tá
ið tú tosar ‘ímóti vinnuni’, sum
nøkur siga, at vit gera, sjálvt
um vit ikki gera tað, so fært tú
nakrar avbjóðingar í samfelag
num. Eg havi tikið henda leik
lutin upp á meg. Eg rópi upp,
meðan hini í nevndini halda seg
meira í bakgrundini, tí tey vilja
ikki traðka so nógv fram, sigur
Trina Eysturoy.
Hon er tó ikki bangin at
standa í fremstu røð, hóast hon
fær nógvar ábreiðslur móti sær.
– Mótgongd gevur meira orku
at halda á, sigur Trina Eysturoy.
Heimafriður fer við
allari frítíðini
Trina Eysturoy hevur útbúgvin
innan entreprenør og innovatión
fakini. Til dagligt arbeiðir hon
í handlinum Siri í Havn, sum
mamma hennara eigur.
Trina Eysturoy hevur verið
virkin í flogbólti, og hon hevur
millum annað verið við til at
vunnið greipuna til Fleyr. Hon er
eisini við í einum bindiklubba á
Signabø, men nú fer stórt sæð øll
frítíðin til arbeiði í Heimafriði.
– Eg havi ein fantastiskan
sjeik. Um tað ikki var fyri hann,
so kundi eg ikki nýtt so nógva
tíð til arbeiði í Heimafriði. Alt
okkara arbeiði í Heimafriði er
sjálvboðið, sigur hon.
Blandibil standandi
inni í sovikamarinum
Herfyri vann Heimafriður ein
sigur, tá ið borgarstjórin í Vest
manna, Pauli Trond Petersen,
eftir lítið og einki at hava sovið
vegna larm av einum russiskum
skipi, sum lá á Vestmanna,
gjørdi skjótt av og sendi skipið
úr kommununi og noktaði tí at
koma aftur á Vestmanna.
Borgarstjórin segði við Kring
varpið:
– Eg havi sovið tríggjar tímar
í tvær nætur. Man fær ikki sovið
av óljóðinum. Tað var sum at
hava ein blandibil standandi
inni í sovikamarinum hjá sær,
segði Pauli Trond Petersen.
Hetta má sigast at hava givið
vind í seglini hjá Heimafriði.
– Tá ið borgarstjórin sjálvur
upplivdi tað á egnan kropp, hvat
larmurin ger við okkum, so kann
tað brádliga broyta nakað. Hetta
er tað, vit uppliva hvønn dag.
Tað, vit vanlig fólk siga, broytir
ikki so nógv. Men tá ið ein, sum
hevur vald og møguleika at gera
nakað við tað, veruliga skilir,
hvat óljóðið ger, so kann tað
broyta nakað. Hansara orð viga
nógv meira, tí hann kann taka
eina avgerð. Tað gjørdi veruliga
mun í hesum førinum, sigur
Trina Eysturoy.
– Eg havi bjóðað bæði Anniku
Olsen og havnarmeistaranum
í Tórshavnar Havn at gista í
okkara húsi í Signabø, so at tey
kunnu uppliva óljóðið á egnan
kropp. Men tey tóku ikki av. Um
tað var Annika Olsen, sum búði
í mínum bústaði, hevði eingin
trupulleiki verið við óljóði, sigur
Trina Eysturoy.
Frágreiðing á 300 síður
Sambært forkvinnuni er alt ov
lítið hent viðvíkjandi larmandi
skipum, hóast kommunurnar
hava ligið inni við klagum í nógv
ár.
– Tórshavnar kommuna hev
ur klagur liggjandi heilt aftur til
2001. Longu tá, gjørdu borgar
ar í Kollafirði vart við, at stóra
havnaútbyggingin hjá Tórs
havnar Havn í Kollafirði fór at
hava við sær, at tað ikki fór at
vera liviligt fyri gangi. Kom
munan hevur sanniliga havt
møguleika at gera nakað við
tað. Men sera lítið er hent, sigur
Trina Eysturoy.
Hon vísir á, at í 2006 kom ein
kunngerð, sum segði, at skip ikki
kundu umskipa á reduni, men at
tey máttu gera tað við kai. Tá ið
hendan kunngerðin kom, varð
eisini sagt, at ein avleiðing fór at
vera, at tað fór at larma í økjum,
har skipini fóru at liggja.
Í 2016 keyptu Trina og sjeik
urin, Dennis, hús á Signabø.
Hálvt ár seinni byrjaði hon
veruliga at merkja ávirkanina
av larminum.
– Tá ið eg hevði búð her eina
tíð, merkti eg veruliga møðina í
kroppinum. Eg tosaði við onnur
í bygdini um tað, og tá fann eg
út av, at nógv onnur hava tað á
SAMRØÐA: Trina Eysturoy
– Á fyrsta fundinum við Anniku
Olsen, borgarstjóra, segði eg,
at eg gevist ikki at gera vart
við trupulleikan við larmi frá
skipum og at finna loysnir,
fyrr enn tað er friður. Eg eri
treisk, og eg ætli at halda orð,
sigur 29 ára gamla forkvinnan
í Heimfriði, Trina Eysturoy
EG STRÍÐIST
EG STRÍÐIST TIL
TIL
TAÐ ER FRIÐUR
TAÐ ER FRIÐUR
At hoyra hetta dunið og óljóðið allatíðina kann
samanberast við, at kroppurin er mørbenkaður.
Bara onkur nertur við kroppin, fært tú ilt. Hetta
er tað, vit liva í næstan hvønn dag