hósdagur 28. mai 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
5
sama hátt og eru eisini ómetaliga
troytt av óljóðinum. Eg fann út
av, at nógvar klagur um óljóð eru
sendar til kommununa, men at
næstan einki er hent. Saman við
nøkrum øðrum fólkum í bygdini
skrivaðu vit eina frágreiðing,
sum vit sendu til Tórshavnar
kommunu, Umhvørvisstovuna
og til landsstýriskvinnuna, sum
tá umsat umhvørvismál, Sirið
Stenberg. Í frágreiðingini var
eisini avrit av øllum klagunum.
Tilsamans var frágreiðingini
og hjáløgd skjøl yvir 300 síður,
sigur Trina Eysturoy.
Stovna á manna
rættindadegnum
Trina Eysturoy var tó ikki komin
á mál, tá ið frágreiðingin varð
skrivað. Hon vildi hava verulig
úrslit at síggja, og tí helt hon á,
saman við nøkrum fáum øðrum í
Signabø, at gera vart við støðuna
yvir fyri myndugleikunum.
Fólk aðrastaðni í landinum
gjørdu eisini vart við seg, og
10. desember 2018, á manna
rættindadegnum, varð felagið
Heimafriður stovnað.
– Vit hildu tað vera upplagt at
stovna felagið júst henda dagin,
tí at tað er ein av teimum grund
leggjandi mannarættindunum
at hava frið í egnum heimi, sigur
hon.
Heimafriður hevur fýra limir,
umframt tríggjar eykalimir.
Limirnir búgva ymsastaðni
kring landið, tó er Suðuroyggin
ikki umboðað í nevndini.
Broyta hugburð
– Vit vistu frammanundan, at
vit fóru upp móti nøkrum sera
sterkum kreftum. Vit hava ser
liga tvey mál. Eitt er at broyta
hugburðin hjá fólki, at vit ikki
bara skulu góðtaka at liva við
óljóði. Hitt endamálið er at fáa
lógarásettar avmarkingar, so at
larmin frá skipum hvørvur, og at
tað aftur er liviligt í økjum, sum
eru tætt við havnir, har nógv
skip koma, sigur hon.
Viðvíkjandi tí fyrra heldur
hon, at hugburðurin partvís er
broyttur.
– Eg haldi, at fleiri nú spyrja,
um vit skulu góðtaka, at fólk líða
fyri tað, at onkur annar vinnur
pening. Eg haldi, at vit hava
megnað at broytt hugburðin hjá
fleiri fólkum, og tað er gleðiligt,
sigur hon.
Viðvíkjandi hinum partinum
at fáa óljóðið burtur er ikki so
nógv hent enn.
– Nakrar smærri betringar
eru hendar, men tað er langt
eftir á mál, sigur hon.
Politikarar niðurgera
Felagið hevur sent nógvar
klagur inn um larm, og hevur
havt nógvar fundir við lands
stýrisfólk, kommunur, Um
hvørvisstovuna
og
aðrar
myndugleikar. Í tveimum
umførum hevur hevur Løg
tingsins Umboðsmaður givið
felagnum viðhald í klagum.
Klaksvíkar og Runavíkar kom
munur hava fingið átalu, tí tey
ikki hava svarað felagnum ella
verið ov sein at svara.
– Tað er gott, at vit fáa við
hald, men tað broytir ikki so
nógv viðvíkjandi óljóðinum
og hugburðinum hjá politik
arunum. Orðini hjá Løgtingsins
Umboðsmanni viga einki.
Kommunurnar koyra víðari sum
tær hava gjørt frammanundan,
sigur Trina Eysturoy.
– Tað er niðurgerandi, tá ið
Tórbjørn Jacobsen á facebook
skivar, at hetta eru burturspiltir
pengar og ein tollut niðurstøða.
Tað er júst tað at niðurgera,
hann fær átalu fyri, men tað
fær ongar avleiðingar fyri hann,
sigur Trina Eysturoy.
Hon heldur, at politikararnir
mugu broyta hugburð.
– Meiningin hjá fleiri politik
arum um tilveruna er óhugnalig.
Tað er undarligt, at miðlarnir
ikki gera meir við hetta, sigur
hon.
Skylda upp á onnur
Men hava tit í Heimafriði ikki
verið órímilig í tykkara krøvum?
– Tað var á einum fundi, vit
vóru í Runavík, at vit fingu
bjóðað koyripengar. Tað høvdu
vit ikki torað at biðið um áður. Tá
ið vit so fóru á fund í Klaksvík,
bóðu vit eisini um koyripengar.
Men tað var ikki væl móttikið, og
teir vildu ikki. Vit halda okkum
ikki hava vera órímilig yvir
fyri kommunum. Vit klaga um
óljóð, og vit biðja um fund, men
í nøkrum førum fáa vit ikki svar.
Tað er tað, vit hava klagað um til
Løgtingsins Umboðsmann, sigur
Trina Eysturoy.
Hon heldur, at tað hendir ov
lítið.
– Tað eru nógvir staðbundnir
politikarar, sum skjóta seg inn
undir, at landið má seta eitt
mark fyri ljóðdálking. Á henda
hátt sleppa teir sær undan
ábyrgd og skylda bara upp á
onnur. Tá hendir einki, sigur
Trina Eysturoy.
Kroppurin er mørbenkaður
Sambært Trinu Eysturoy er
larmurin framvegis ein stórur
trupulleiki á Signabø.
– Tað eru fleiri nætur, eg ikki
fái sovið heima. Eisini henda
síðsta mánaðin. Meðan eg var í
barsil við soninum Rólant í 2017
var onkur nátt, har vit ikki svóvu
heima. Í februar 2018 orkaðu
vit ikki meira og máttu flyta úr
húsinum vegna larm. Vit búðu
ikki á Signabø í tíðarskeiðinum
frá februar 2018 til mai 2019. Vit
gjørdu ístand og bjálvaðu húsini
fyri at royna at halda larminum
úti, sigur Trina Eysturoy.
Hon vísir á, at larmurin er
ótolandi.
– At hoyra hetta dunið og
óljóðið allatíðina kann saman
berast við, at kroppurin er mør
benkaður. Tá skal ikki nógv til.
Bara onkur nertur við kroppin,
fært tú ilt. Hetta er tað, vit liva
í næstan hvønn dag, sigur hon.
– Tá ið útstoytið á einum bili
er farið, so larmar tað, og øll
hoyra og halda tað vera ótolandi
at hoyra hetta óljóðið. Tað verður
ikki góðtikið, at viðkomandi
bara heldur á at koyra. Tað má
bøtast ella skiftast. Tað er tað
sama við óljóðinum, ið vit liva í.
Men kommunurnar gera einki
fyri at seta avmarkingar, so at
Trina Eysturoy,
forkvinna í Heimafriði
MYND: ÁLVUR HARALDSEN