hósdagur 28. mai 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
6
SAMRØÐA: Trina Eysturoy
ljóðdálkingin verður burtur.
Tað gongur út yvir trivnaðin
hjá borgarunum, sigur Trina
Eysturoy.
Onnur lond seta
avmarkingar fyri
ljóðdálking
Hon vísir á, at onkur smærri
framstig eru hend, millum
annað at skipini nú eru skjótari
at sløkkja høvuðsmotorin, tá ið
tey hava lagt at, og at tey ikki
longur strekkja veirar á fjørði
num. Men framvegis eru tað
nøkur ávís skip, ið larma illa.
– Fleiri av teimum russisku
skipunum larma sera illa.
Fleiri onnur lond hava sett av
markingar, so at hesi skipini
ikki sleppa til bryggju í teirra
londum. Tí enda tey í Føroyum.
Kommunur og vinnan fáa
pening burturúr, men tað
gongur út yvir heilsuna hjá
fólkinum, sigur hon.
Hon vísir á, at russarar eisini
hava góð og framkomin skip,
sum ikki larma og halda seg
innan tað markið, sum onnur
lond seta fyri ljóðdálking.
– Í Norra til dømis eru avmark
ingar settar fyri ljóðdálking. Har
siga tey, at tað er órímiligt fyri
fólkið á staðnum, at tey skulu
liva við gangi frá skipunum.
Hetta skuldi eisini verið sjálv
sagt í Føroyum. Men tað er tað
ikki enn, sigur hon.
Føroysk skip larma eisini
Men tað eru ikki bara tey út
lendsku skipini, ið larma. Nøkur
av teimum føroyskum larma
eisini, sambært Heimafriði,
millum annað nøkur av skip
unum hjá Smyril-Line.
Trupulleikin er ikki bara í
Signabø og Kollafirði, men í
øllum støðum, har stór skip
koma til kai, millum annað í
Runavík, Fuglafirði, Klaksvík,
Tórshavn og Tvøroyri.
– Fleiri klagur eru sendar til
allar hesar kommunurnar, men
tað hendir næstan einki, sigur
hon.
Hví skal Heimafriður
larma?
Heimafriður er ofta frammi og
rópar upp um óljóð frá skipum.
Eru tit ikki alt ov larmandi og
neilig, at fólk ikki tíma at lurta
eftir tykkum?
– Vit mugu vera áhaldandi
í okkara arbeiði. Vit eru meira
troytt av larminum frá skipum,
enn kommunur og onnur av at
hoyra okkara klagur. Vit halda
á, tí at tey gera ikki sítt arbeiði.
Eg haldi als ikki, at vit eru ov
krevjandi. Eingin annar fer at
arbeiða fyri okkum. Vit mugu
allatíðina gera vart við okkum.
Tað er óliviligt hjá nógvum borg
arum vegna ljóðdálking. Tað
eru fult av klagum í skuffum
hjá kommunum kring landið.
Tær gera einki við tað. Eg havi
sett mær fyri, at eg fari ikki at
tiga. Nú skal nakað henda, sigur
Trina Eysturoy.
Og hon heldur fram:
– Eg taki eisini synd í øllum
teimum fólkunum, sum liva
í hesum óljóðinum hvønn
dag. Tað eru nógv eldri fólk,
og tað eru eisini fleiri, ið ikki
orka meira, tí at óljóðið hevur
gingið út yvir teirra heilsu. Eg
vil heldur ikki, at sonur okkara
skal rinda ein so høgan prís.
Eg vil, at vit skulu vera errin
av okkara høvuðsvinnu, men
hon skal eisini vera burðardygg
og hugsa um umhvørvið. Hon
skal vera ein fyrimynd heldur
enn eitt ruskpláss, sigur Trina
Eysturoy.
Loysa trupulleika
heldur enn at flyta
Trina hevur eisini fingið spurn
ingin nakrar ferðir, hví hon ikki
bara flytur av Signabø til eitt
annað stað, har einki óljóð er.
– Um vit flyta, so eru tað bara
onnur, ið hava trupulleikan.
Tað ynski eg ikki. Eg vil heldur
arbeiða, so at vit fáa loyst trupul
leikan, sigur Trina Eysturoy.
Sum ung var hon av og á í
Signabø, men tá legði hon ikki
merki til, at óljóð frá skipum var
ein trupulleiki.
– Vit fingu eini hús á Signabø,
og her ætla vit at vera. Eg haldi,
tað er nógv fyri, at fólk siga við
okkum, at vit mugu bjálva húsini
betur fyri at halda óljóðið burtur.
Tað er kommunan, ið má skapa
trivnað millum borgararnar.
Ein heilt avgerandi treyt er, at
tað er liviligt, og at tað ikki er
óljóð allatíðina. Kommunan
vinnur nógvan pening frá
skipaferðsluni. Men hetta eru
vunnir pengar, ið ganga út yvir
heilsuna hjá borgarunum. Tað
er óhugnaligt, at hon ikki setir
krøv til vinnuna, sigur Trina
Eysturoy.
Komandi kunngerð ov lin
Ein kunngerð kemur væntandi
í gildi 1. januar í 2021, sum fer at
minka um ljóðdálkingina. Trina
Eysturoy heldur tó ikki, at tað er
nógv mikið.
– Landsstýrismaðurin, Helgi
Abrahamsen, hevur sagt, at hann
fer at koma við eini kunngerð 1.
januar. Men longu nú veit eg, at
hetta bara fer at taka broddin
av trupulleikanum. Tað er ikki
nógv mikið, sigur hon.
Talan er um nakrar reglu
gerðir, sum kommunurnar
mugu halda seg til.
– Tað er ein yvirskipaða kunn
gerð, sum ikki er so nágreinilig.
Kommunurnar fara helst at siga,
at tær fara at halda seg til lógina,
men ikki at gera meir.
Vit høvdu ynskt, at komm
unurnar høvdu farið inn og tikið
enn meira ábyrgd. At tær høvdu
gjørt enn strangari reglur. Men
við núverandi býráðslimum
vænti eg ikki, at tær fara at gera
meira. Býráðslimirnir yppa bara
øksl. Men um fólk, sum vita, hvat
tey tosa um, koma til valdið, so
kann nakað henda, sigur hon.
Ætlar tú at stilla upp til
kommunuvalið?
– Tað veit eg ikki, sigur hon.
Ert tú spurd um at stilla upp?
– Eg havi fingið onkran
fyrispurning. Tíðin hevur víst,
at eingin annar fer at gera nakað
við hetta málið. So um vit vilja
hava eina broyting, so mugu
býráðini skiftast út, sigur hon.
Manglar eftirlit
Trina Eysturoy metir, at kunn
gerðin fer at líkjast henni, sum
er galdandi fyri luftdálking, sum
er rættiliga yvirskipað.
– Tað er eingin eftirlitsstovnur
at halda eftirlit við, at tann lógin
verður hildin. Mannagongdirnar
vera heldur ikki greiðar, og tey
fara at umskylda seg við, at tey
mangla pengar og líknandi. So
rokni eg eisini við, at tað verður
sagt, at skip í fastari rutu ikki
eru fevnd av kunngerðini. Og
tað er sera harmiligt, sigur hon.
Hon vísir á, at eftirlit er ein
afturvendandi trupulleiki.
– Á sumri 2017 kom kunngerð,
sum millum annað segði, at
ikki bar til at nýta tungolju hjá
skipum, sum liggja við kai. Men
tað vóru tó ikki føroyingar, ið
vildu bjarga náttúruni, sum
komu við kunngerðini. Hetta
var ein álegging frá IMO. Vit
hava verið í sambandi við
Umhvørvisstovuna og aðrar
stovnar, men eingin hevur eftir
lit við, at lógin verður hildin.
Sum eg síggi tað, manglar viljin
at hava eftirlit. Tað ber ikki til,
sigur hon.
Ber til í Norra
Hon vísir á, at um nevnda kunn
gerð verður úrslitið, so verður
lóggávan ikki eins góð sum í
okkara grannalondum.
– Nei, lógini verður als ikki
so umfevnandi sum í granna
londunum. Vit hava millum
annað verið í sambandi við
kommununa í Bergen í Norra, og
har eru sera nágreiniligar reglur,
skip skulu lúka, fyri at sleppa
í teirra havn. Millum annað
verður ljóðdálking ikki loyvd.
Vit hava eisini spurt tey, hvør
orsøkin er, at tey vilja minka
um larmin. Tey skiltu ikki, hví
vit spurdu um tað. Tey søgdu,
at sjálvandi vildu tey vera góðir
grannar við allan býin og hava so
ljóðleyst virksemi sum møguligt.
Tað hildu tey vera sjálvsagt. Tey
kravdu ikki, at alt skuldi vera
sløkt, men tann órímiliga gangin
vilja tey ikki hava. Og tað ber væl
til. Í Norra hava tey landstreym
til skip, ið eru frá 200 til 1000
kw. Norðmenn hava eisini gjørt
landstreymstøðir til cruiseskip.
Ljóðdálking er vanliga ikki tann
stóri trupulleikin hjá teimum
men hinvegin luftdálkingin.
14-21 milliónir til
landstreym
Hon vísir á, at líknandi loysnir
eisini eiga at bera til í Føroyum
– Eg vil hava ítøkiliga loysnir.
Tí havi eg eisini fólk rundan
um meg, sum kenna til um
støðurnar, millum annað skipar
ar, maskinmeistarar og onnur, ið
hava skil fyri tí fakliga og vita,
hvørjar praktiskir møguleikar
eru, sigur Trina Eysturoy.
Hon vísir á, at føroysku kom
munurnar saktans kundu veitt
skipum landstreym.
– Bogi Andreasen sigur, at
hann ætlar at brúka 3 milliónir
til landstreym í Havn. Tað ger
mun, men tað er ikki nóg mikið.
Vit mæla til at hava tvær til
tríggjar bingjur við landstreymi
í Havn, ið kunnu flytast eftir
tørvi til tey skipini, ið larma.
Tað hevði kostað í mesta lagi
21 milliónir krónur. Við hesari
íløguni hevði ein stórur partur
av trupulleikanum verið loystur.
Aðrar kommunur kundu havt
eina ella tvær bingjur, alt í mun
til, hvussu nógv larmandi skip
koma í havnirnar hjá teimum
kommununum, sigur Trina
Eysturoy.
Hon vísir eisini á, at longu í
dag er møguleiki við landstreymi
í Havn, men hann virkar ikki
væl.
– Tórshavnar Havn hevur
landstreym, men har manglar
viðlíkahald, og tí riggar hann
bara partvís. Tað er als ikki gott
nokk. Um verandi landstreymur
hevði verið tøkur, og tað var
krav, at smábátar skulu kobla
í landsteymin, so kundi tað
minkað um ljóðdálkingina við
30-50% í Havnini, sigur hon.
Ljósdálking
Umframt ljóðdálking frá skip
um, eru eisini aðrir pallar, ið
Heimafriður partvís longu nú
ella í framtíðini fer at arbeiða
fyri. Millum annað luftdálk
ing, ljóðdálking av bilum í bú
staðarøkjum eins og ljósdálking
millum annað frá ljósmastrum
við fótbóltsvøllir og frá lýsing
arskeltum.
– Eg vænti, at Heimafriður
eisini kann koyra víðari uttan
meg. Har eru nógv mál at ar
beiða við. Men eg vil koma á mál
við órímiligu ljóðdálkingini frá
skipum. Og eg fari at gera vart
við málið, til vit koma á mál,
sigur Trina Eysturoy.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Vit mugu vera
áhaldandi í okkara
arbeiði. Vit eru
meira troytt av
larminum frá
skipum, enn
kommunur og
onnur av at hoyra
okkara klagur.
Eg havi sett mær
fyri, at eg fari ikki
at tiga. Nú skal
nakað henda