Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 7 Fyrrapartin í dag fer løgmaður á tíðindafundi at boða frá, hvussu viðurskitini í samband við korona verða skipað komandi mánaðirnar. Fyrsti hjálparpkainn, sum fyrst og fremst tryggjaði løn­ takar­unum lønarískoyti frá ALS verður ikki longdur. Í løtuni eru um 2200 fólk, sum fáa hetta lønarískoyti, men tá ið flestu fingu eftir hes­ ari skipanini vóru tað 2100 fleiri. Hjálparpakkin vioð hesi skipan­ ini fer úr gildi 30.juni. Ferðavinnan er harðast rakt og í drúgva tíð hevur verið ar­ beitt við einum hjálparpakka, júst til stóru fyritøkurnar í ferða­vinnuni. Honum verður eisini boðað frá í morgin og sum vit skilja, so er talan um at veita vinnuni lagalig lán – møguliga eisini við at Framtaksgrunnurin verður virk­in og fer at veita ábyrgdarlán til vinnuna. Ferðingin Síðani Føroyar vóru settar niður í ferð á grækarismessu hava fólk, sum eru komin út útheiminum til Føoyar, fingið tilmæli um at fara í sóttarhald í 14 dagar. Hetta hevur sjálvandi havt við sær, at ferðafólk als ikki eru komin hendanvegin hesar mán­ aðirnar. Tað hevur rakt flutn­ings­ feløgini – Smyril Line og Atlants­flog – hart, men so sanniliga eisini gistingarhúsini og spírandi ferða­vinnuna kring landið. Tað hevur verið nevnt fleiri ferðir, at ein máti at linka sóttar­ haldið er, at kanningar verða gjørdar av øllum, sum koma til Føroyar. Hetta er mátin, sum íslendingar brúka, men vit vita ikki um hetta eisini er tað, sum fer at verða brúkt í Føroyum. Hjálparpakkarnir Tveir hjálparpakkar eru gjørdir higartil. Hjálparpakki 1 var lønar­ ískoyti til løntakarar og so vóru tollkredittirnir útsettir og MVG- gjaldið fyri fyrst ársfjóðringin í ár, sum fall til gjaldingar 10.mei. MVG gav føroysku fyri­ tøkunum ein gjaldsskáa uppá 300-400 milljónir krónur, men fyað ellur til gjaldingar í nov­ ember, Hesin hjálparpakkin var rættu­liga einfaldiur og er nógv brúktur. Hjálparpakki 2 skuldi eftir ætlan hjálpa fyritøkum, sum eru raktar av koronaavleiðingunum. Hjálpin skuldi fyrst og fremst vera til førstu útredðslurnar, men har fylgdu treytir við. Treytirnar eru helst harðar ella torskyldar, tí tað vísir seg,at bert 38 fyritøkur hava søkt um pening gjøgnum Hjálparpakka 2. Nú kemur so Hjálparpakki 3, sum eftir øllum at døma skal hjálpa størru fyritøkunum í ferða­vinnuni. Hvør fer at um­ sita pakkan vita vit ikki enn, men helst verður hesin pakkin tungur umsitingarliga. Ongin andstøða við Landsstýrið hevur saman við embætisverkinum arbeitt leingi við hesum pakkanum, men sum vit skilja, so er andstøðan ikki partur av tí, sum verður lagt fram. Andstøðuflokkarnr hava fing­ið eina stutta frágreiðing um, hvat tað er, sum landsstýrið ætlar, men flokkarnir eru ikki tikn­ir við uppá ráð. -Vit hava givið landsstýrinum fleiri uppskot, men tað er sum tey ikki leggja í at fáa okkum við, sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal. Heldur ikki Javnað­ar­ flokk­urin er drigin við í fyri­ reikingarnar til komandi hjálpar­pakkan. -Eg fekk eina yvirskipaða frágreiðing frá løgmanni fyrr í vikuni, men vit eru ikki boðin við til at koma við nýggjum til­ mælum, sigur Aksel V. Johanne­ sen, formaður í Javnað­ar­flokki­ num. Eftir tí vit vita, her stutt fyri evstamark, so verður tíðinda­ fundur fyrrapartin í dag. Linari sóttarhald og nýggjur hjálparpakki Tíðindafundur verður í dag, har løgmaður fer at boða frá nýggjum hjálparpakka og nýggj korona-tilmæli Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer í dag at boða frá, hvussu tilmælini fara at vera komandi mánaðirnar Andstøðan finst at, at hon ikki er við í arbeiðnum. Høgni Hoydal sigur at Tjóðveldi er komið við nógvum uippskotum -Egekk eina yvirskipaða fágreiðing frá løgmanni fyrr í vikuni, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum