Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 8 TRÝ DIAMANT­ TRÝ DIAMANT­ BRÚDLEYP BRÚDLEYP Í 60 ÁRA Í 60 ÁRA GOMLUM GOMLUM BINDI­KLUBBA BINDI­KLUBBA – Í einum bindiklubba í Havn hittast tey trúføst aðru hvørja viku – bæði konurnar og menninir. Hetta hava tey gjørt í nærum seksti ár. Tá tað er fult mannað, eru tey 20 í tali, har tey yngstu eru í seksti árunum og tey elstu í áttatiárunum. Í hesum vinabólkinum eru trý pør, sum innan fyri seinastu átta mánaðirnir hava havt diamantbrúdleyp ANNIKA KUNOY IM N avnframi bindi­lkubb­ ur­in varð settur á stovn fyrst í seks­ ti­ár­unum, og sum árini eru liðin, eru fleiri pør løgd aftrat hópi­num. – Tá vit byrjaðu bindiklubbin, vóru tað bert konurnar, ið hittust. Mennirnir vóru heima hjá børnunum, men høvdu til vana at koma eftir konunum, tá bindi­klubburin var av. Men sum árini ganga, og børnini vaksa, so koma mennirnir fyrr og fyrr. Vit høvdu ikki meir enn vent okkum, so vóru teir har, sigur Marita Guttesen flennandi. – Og endin varð, at hetta bleiv ein bindiklubbur fyri bæði kon­ urnar og menninar, og nú koma pørini samstundis, leggur Jacobia Setberg aftrat. – Menninir plaga at seta seg í sofuna at práta, og konurnar seta seg í køkin at práta. Vit hitt­ast regluliga aðru hvørja viku, og so hava vit eisini verið fleiri góðar túrar saman - bæði í summarhúsi í Føroyum og uttan­lands, greiðir Marita Gutte­sen frá. Bindiklubburin hittist enn trúliga 14. hvønn dag, hóast korona tilmælini hava órógvað seinastu tíðina. – Tað er fantastiskt, at vit hava havt tann framíhjárætt, at vit eru sloppin at havt so nógv ár saman – at eldast saman. Tað er ómetaligt stórt at eiga góðar vinir. Tað hevur havt nógv at siga fyri okkum øll, sigur Marita Fossdal eisini. – Vit ganga høgt upp í bindi­ klubban, og um konan ikki fær komið, so kemur maðurin kortini, flennir Jacobina Setberg. Hesum tekur Arnstein Niclasen undir við, og hann greiðir frá um tíðina í Tórsgøtu, tá hann og Leivur Guttesen av fyrstani tíð knýttu vinabond. – Hann er verðins tolnasti maður, og tað tænar bara honum til rós, at tað ongantíð hevur verið eitt øvugt orð okkara mill­ um, flennir hann. – Hann hevur verið tolin fyri tykk­um báðar, skoytir Annelena upp í við einum skálkasmíli. – Tað er nógv gott at minnast afturá, sigur Annelena Niclasen síðani. Diamantbrúdleypini Samfull seksti ár saman í hjúna­ lagi verður ikki øllum unt, og pørini eru øll samd í, at dagurin er verdur at hátíðarhalda. Marita og Leivur Guttesen greiða frá, at tey høvdu lagt til rættis eina veitslu fyri børnum og barnabørnum í Kirkjubø. Tvær ommudøtur skuldu eisini koma heim úr Danmark til høvið. – So kemur korona, og so kundi man einki! Eg var inn­ stillað upp á, at vit skuldu sita her einsamøll hendan dagin og hyggja upp á hvønn annan. Men so vórðu tilmælini broytt, og frá júst hesum mánadegnum kundu 50 fólk savnast. Tíbetur bar til hjá okkum at fara til Kirkjubøar kortini, sigur hon glað. – Tann morgunin vórðu vit eisini tikin av bóli av, at øll familjan og grannar ganga oman gøtuna til húsini og syngja fyri okkum. Tey høvdu kaffi og kransa­kaku við, og vit fingu ein góðan morgunmat saman. Tað var fantastiskt, sigur hon tíði­ liga rørd. – Frá tí, at vit einki kundu, og vit vóru innstillað upp á at sita einsamøll heima, til at alt knappliga bar til, sigur hon glað. – Vit høvdu eisini avgjørt at upplivdu vit diamant­brúd­leyps­ dagin, so skuldi hann haldast, siga Jacobina og Arnfinnur Set­ berg eisini. Og tað gjørdu tey saman við á leið 115 fólki á Panorama. – Tá man giftist, so hopar man, at man fær eitt langt lív saman, men tað er ikki øllum beskorið, sigur Jacobina Setberg. Tað er fantastiskt, at vit hava havt tann framíhjárætt, at vit eru sloppin at havt so nógv ár saman – at eldast saman. Tað er ómetaligt stórt at eiga góðar vinir. Tað hevur havt nógv at siga fyri okkum øll