Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 9 – Dreingirnir hjá okkum, sum búgva í Kalifornia, komu heim til dagin saman við einum av ommu- og abbasynum okkara har. Vit høvdu eina deiliga løtu, siga tey bæði. – Vit eru glað fyri, at vit hildu dagin, tí man veit jú ikki, hvat meir man fær saman, leggur hon síðani álvarsliga aftrat. Arnstein Niclasen greiðir síðani frá, at hann fylti 80 ár í sep­tember í fjør, og tí fór øll familjan niður til Danmarkar at halda hendan dagin og brúd­ leypsdagin saman við børn­ um og barnabørnum teirra í summarhúsi har. Nógv var gjørt burturúr degnum við søgu­ ligum ískoti og stórum familju­ døgurða. Kærleikin sløknar ikki Tá hesi trý pørini, sum tilsamans hava verið gift í 180 ár, verða spurd, hvat loyndarmálið til eitt so langt lív saman er, eru tey samd um svarið. – Kærleikin sløknar ikki, og tað hevur stóran týdning, at man hevur somu virði, siga Marita og Leivur Guttesen. – Tað hevur nógv at siga, at man hevur eitt felags virðis­ grundarlag. Broytist virðis­ grundalagið hjá øðrum, so er ikki nemt at halda saman, tí tá svíkir annar tað virðisgrundarlagið, sum man bygdi tá, tá man bleiv forelskaður og giftist, leggur Arnstein Niclasen aftrat. – Umframt tað, so má man vera góður við hvønn annan og vera ærligur ímóti hvørjum øðrum, leggur Annelena Nicla­ sen aftrat. – Tað er eisini umráðandi at vera rúmligur, so at makin kann vera tann, sum hann er. Leivur hevur altíð stuðlað mær í tí, sum eg havi valt at gjørt. Tað hevur verið gott fyri meg, sigur Marita Gutte­sen. Eisini eru tey samd um, at ert tú væl fyri, er tað gott at vera pensionistur í Tórshavnar kommunu í dag. – Fyri tað fyrsta hava vit eitt felags grundarlag í Ebenezer, har vit øll ganga, men eisini eru vit nógv í Tilhaldinum, har vit syngja hvønn týsmorgun, siga brúðarpørini til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Tá man giftist, so hopar man, at man fær eitt langt lív saman, men tað er ikki øllum beskorið Hesi eru við í bindiklubbanum: Annelena og Arnstein Niclasen Jacobina og Arnfinnur Setberg Marita og Leivur Guttesen Alvilda og Gustav Samuelsen Jórun og Ásmund Justinussen Inga Simonsen Jastrid Joensen Helena og Jón Eliasen Anna og Kári Müller Gidda og Hjørleif Vang Jórun og Daniel Syderbø Annelena og Arnstein Niclasen vórðu gift 21.11.1959, Jacobina og Arnfinnur Setberg vórðu gift 19.09.1959 og Marita og Leivur Fossdal Guttesen vórðu gift 04.05.1960