hósdagur 28. mai 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
10
Arnstein og Annelena Niclasen
Arnfinnur og Jacobina Setberg
Leivur og Marita Guttesen
Arnstein varð føddur í Sørvági 13.09.1939. Bæði
foreldrini vóru úr Vágum, men familjan flutti til
Klaksvíkar í 1942, tá ið serstakt pass kravdist fyri
at koma til Vágar. Pápi Arnstein var fluttur til
Klaksvíkar tvey ár frammanundan, sum skipari á
sluppini Thor, sum av JFK var leigað at sigla við
ísfiski til Bretlands undir krígnum.
Arnstein fór í realskúla í 1955 og síðani í læru
til blikksmið og rørleggjara frá 1956-60 hjá Erling
Høgnesen á Fornagørðum í Klaksvík (JFK). Har
arbeiddi hann síðani sum sveinur í trý ár, áðrenn
hann fór til Keypmannahavnar at lesa til verkfrøð
ing frá 1963 til 1966.
Hann arbeiddi tvey ár í Danmark, og síðani
tvey ár sum kommunuverkfrøðingur í Klaksvík.
Tíðarskeiðið 1970 -75 starvaðist hann hjá
byggifelagnum E. Pihl & Søn, og síðani varð hann
deildarleiðari á Plandeildini Hjá Landsverkfrøð
inginum frá 1975 til 2002, tá hann fór frá.
Meðan hann búði í Klaksvík, kom Anna Malena,
vanliga nevnd Annelena, til Klaksvíkar at tæna.
Tey bæði hittust fyrstu ferð 14. juli 1957, sum eisini
er franski tjóðardagurin.
– Síðani tá hava vit eisini hildið Bastilledagin
umframt brúdleypsdag og aðrar merkisdagar,
sigur Arnstein Niclasen skemtiliga.
– Eg fór til Klaksvíkar tá, og har møtti eg hesum
kúllinum, sum broytti alt mítt lív, leggur Annelena
Niclasen aftrat.
Annelena varð fødd 10.12,1940 og er úr Søldarfirði.
Hon hevur starvast sum skrivstovukvinna í Dan
mark, og í Føroyum hevur hon arbeitt hjá Poul
Hansen og á Býarbókasavninum í fleiri enn 25 ár.
Saman eiga tey børnini Marna, Anniku, Andreu
og Bárð. Tey eiga 13 barnabørn og trý langommu
og langabbabørn.
Annelena og Arnstein Niclasen fluttu til Havnar
í 1970 og hava búð í Hoyvík síðani 1977.
Arnfinnur varð føddur í Leynum í 03.09.1937.
Hann var nummar 12 í røðini av tilsaman 15
systkjum. Í 1944 hendi tað syrgiliga, at pápi Arnfinn
doyr umborð á Skálabergi, og mamman sat eftir
við børnunum. Tá hann í 1937 var trý ára gamal, fór
hann til eina fastur sína á Stykkinum at vera. Tá
hann var 14 ár, fór hann ein túr við ferðamannaskipi
úr Keypmannahavn til Nuuk sum messudrongur.
Á leiðini heim aftur til Føroya fór Arnfinnur upp
til føroyska stýrimannin og segði honum, at hann
ynskti at mynstra av, tá hann kom til Havnar.
Sama dag skipið kom aftur til Havnar, fær
Arnfinnur bjóðað lærupláss hjá Mariu Poulsen.
– Soleiðis broyttist leiðin hjá mær, tá eg 15. juni í
1952 fór í læru á eini blikksmiðju. Eg hevði ongantíð
hoyrt orðið blikksmiður áðrenn hetta, sigur Arn
finnur Setberg skemtiliga.
– Í 1955 kom Jacobina at arbeiða í handlinum
hjá Mariu Poulsen, og tá rann saman hjá okkum
báðum, sigur hann.
19.09.1959 giftust Arnfinnur og Jacobina Setberg,
og tey fingu børnini Gudmund, Brynhild, Høgna
og Guðrun.
Jacobina er fødd í Havn 04.02.1939. Hon og hini
trý systkin hennara eru uppvaksin millum ein
festning, har bretsku hermennirnir trenaðu á
trøðni hjá abba hennara, og millum eitt bumbuskýli
og eitt bumbuhol.
Hon minnist við smíli aftur á skúlaárini í
ráðhúsunum í miðbýnum Havn. Tá hon síðani fór
í realskúla, møtir hon Maritu, og tær báðar hava
verið vinkonur síðani.
Eftir eina tíð í starvi hjá Mariu Poulsen, eftir
at hon hevði hitt Arnfinn, fór hon í bankalæru í
gamla Føroya Banka, og tað vísti seg at verða rætta
hillin hjá henni. Seks ár eftir at tey bæði giftust – í
1965 – fluttu tey til Danmarkar, tí Arnfinn skuldi
lesa til verkfrøðing.
Jabobina arbeiddi í Horsens Bank, meðan
Arnfinnur var undir lestri. Tá tey fluttu niður, áttu
tey tvey børn, sum tá vóru fýra og tvey ára gomul.
Tá Arnfinnur varð liðugur at lesa, arbeiddi
hann niðri í nøkur ár, inntil tey fluttu heim aftur
til Føroya í 1973, og hann byrjaði sjálvstøðugt
virksemi, sum ráðgevandi verkfrøðingur fram til
fíggjarkreppuna í 1992. Síðani varð hann skrivari
hjá Havnar Hondverksmeistarafelag í smá 11 ár.
Leivur var føddur 13.08.1933 í Vestmanna. Hann
hevur seks systrar og fýra beiggjar.
Tá Leivur varð 14 ára gamal, fór hann at sigla
við einum trolara sum messudrongur. Har var
hann nógv niðri í maskinrúminum og fekk stóran
áhuga í tí. Hann søkti tí starv í Skipasmiðjuni í
Vestmanna, har hann stóð sína lærutíð. Ætlanin
var at fara á maskinskúla. Tá bar tó bert til at
taka fyrsta av trimum pørtum av útbúgvingini
í Føroyum, og restin mátti takast í Danmark. Tí
fór hann niður at lesa og varð útbúgvin har. Eitt
tíðarskeið sigldi hann við Maersk, og hann var
tvey ár umborð uttan at koma heim. Tá hann so
mynstraði av har, fór hann til Danmarkar at taka
restina av útbúgvingini.
Leivur greiðir frá, at tá ið Tjaldrið legði at í
Keypmannahavn, plagdu tey lesandi har at fara
oman at taka ímóti føroyingum, sum vóru við. Ta
einu ferðina søgdu nakrir av teimum, sum Leivur
fylgdist við, at teir plagdu at fara oman í KFUK at
vitja nakrar føroyskar gentur, sum búðu har.
– Tað tímdi eg væl, og vit fóru inn og fingu
drekkamunn og alt møguligt gott hjá hesi ungu
føroysku gentuni, og tað vísti seg, at tað var hendan
dáman við síðuna av mær, flennir Leivur Guttesen
og tekur um konu sína Maritu, sum situr við liðina
á honum.
Marita er av Strondum, og hon varð fødd
18.02.1938. Tey vóru trý systkin. Hon var tvey ára
gomul, tá 2. heimsbardagi breyt út. Pápi Maritu
sigldi sum stýrimaður við donskum skipi, sum
flutti kol millum Ongland og Danmark. Hann
fór heimanífrá í apríl mánaði í 1939, tá Marita
var gott eitt ára gomul, og hann kom ongantíð
aftur. Í páskavikuni í 1940 vórðu fimm donsk skip
torpederað í Norðsjónum av týskarunum. Skipið,
sum pápi Maritu stýrdi, var eitt av hesum fimm.
– Tí eri eg eri uppvaksin við mammu míni, eldra
beiggja mínum og yngra beiggjanum, sum bert var
tveir mánaðir, tá hetta hendi, sigur hon rørd.
Hon búði á Strondum, til hon í 1946 var átta ára
gomul. Tá flutti hon til Havnar at búgva hjá mostur
síni. Hon fór at ganga í Nonnuskúlanum, og greiðir
frá, at hon treivst væl í Havn. Men tað var langt til
Strendur tá, og hon vitjaði bert á jólum, páskum og
um summarið.
Seinni bygdi mamma Maritu sær hús í Havn, og
hon flutti til Havnar í 1950, og tá vórðu møðgurnar
aftur undir sama taki. Tá Marita var liðug við
realskúla, varð hon biðin um at koma hjálpa á
laboratorinum á Landssjúkrahúsinum. Tað tímdi
Marita væl, og hon var har í sjey mánaðir, áðrenn
hon fór til Keypmannahavnar at lesa og læra til
bioanalytikara.
Tá Marita var útlærd í 1959, fluttu tey heim til
Føroya, og Marita og Leivur giftust árið eftir. Tey
fingu børnini Sunnuvu, Gunnar, Helga og Poul.
Leivur var nógv burtur til skips, og Marita fór
aftur í starv á Landssjúkrahúsinum, men fyrstu
tvey børnini vóru sera tøtt, og hon fekk tí tørv á far
loyvi. Tey fluttu tí niður aftur til Danmarkar í 1963,
tá børnini vóru eitt og tvey ára gomul. Meðan tey
vóru niðri, fingu tey triðja barnið. Tá fekk Leivur
starv sum maskinmeistari á Landssjúkrahúsinum,
og tí fluttu tey heim aftur til Føroya í 1966. Tvey
ár seinni fór Marita aftur í gamla starv sítt á
sjúkrahúsinum, har hon starvaðist restina av
arbeiðslívi sínum.