hósdagur 28. mai 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
11
Skúlabarnakoyring
í Hvalbiar Kommunu:
Við hesum verður skúlabarnakoyringin í
Hvalbiar Kommunu lýst leys at søkja.
Skúlabarnakoyringin fevnir um flutning
av børnum í skúla úr Sandvík / úr Nesi
og heim aftur aftaná skúlatíð.
Harumframt skal skúlabussurin koyra til
einstøk tiltøk í skúlanum um kvøldið og
til / frá svimjing á Tvøroyri tvær ferðir
um vikuna.
Tað kann koma fyri, at onnur skúlabørn
skulu koyrast heim til Sandvíkar ella út í
Nes, samstundis sum børn eru til
svimjing á Tvøroyri.
Vit vænta, at tann sum søkir er røkin,
nærlagd/ur og barnavinarlig/ur.
Hvalbiar Kommuna er áhugað í at gera
ein 5 ára sáttmála við møguleika fyri
leingjan.
Nærri upplýsingar um koyringina fáast
við at venda sær til Eir J. Norðberg á tlf.
270712.
Tilboðini skulu vera Hvalbiar Kommunu
í hendi í seinasta lagi mánadagin 15.
juni kl. 12.00.
Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til
at velja ímillum innkomnu tilboðini, ikki
at taka av lægsta tilboðnum ella at
vraka øll tilboðini.
Hvalbiar Kommuna
www.hvalba.fo
Bíarvegur 2 - FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo
Umsókn um stuðul til uppi halds pen
ing fyri fyrra hálvár 2020 saman við
kvittanum fyri goldnum barna ella
hjúna felagagjøldum, skal vera
Al manna verkinum í hendi í seinasta
lagi 8. juni 2020. Kvittanir skulu
eisini vísa, til hvønn barna ella
hjúna felagagjøld eru goldin. Um
goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at
lata inn kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppi halds
pening verður stuðulin útgoldin
seinast í juni og desembur. Umsóknir
móttiknar aftan á 8. juni 2020 kunnu
ikki væntast at verða avgreiddar fyrr
enn í desembur 2020.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av
gjaldsavgerð um barna ella hjúna
felagagjald frá Ríkisumboðnum ella
samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er
álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur um
søkjara, sum bert rindar vanligt
barna gjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á
heimasíðu okkara.
Á heimasíðu okkara undir familja og
børn er meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2019
Fyri at fáa stuðul til upphæddir
goldnar í 2019, skal umsókn vera
latin inn í seinasta lagi 1. juli 2020.
Verður umsóknin latin inn seinni,
fellur rætturin til stuðul av goldnum
upp hæddum 2019 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini.
Tað er tí sera umráðandi, at
umsóknin verður latin inn
rættstundis.
Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra
hálvár 2020 - umsóknarfreist
K R E A
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
Førleikar
Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving,
góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og
er nærlagdur og sjálvmotiverandi.
Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd
í skúlabygningunum, og er tað tí ein treyt, at
skúlavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður.
Skúlavørðurin kemur at starvast á einum øki,
sum broytist og mennist skjótt, og er tí neyðugt
at tola broytingar og vera virkin í hesum
broytingum.
Løn
Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi
sáttmála.
Setan
Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber.
Umsóknir
Umsóknir skulu latast inn á heimasíðuni
www.runavik.fo, sí Leys størv.
Umsóknarfreistin er mánadagin 22. juni 2020,
kl. 12.
Nærri kunning
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær
til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við
telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja
á tel. 221226.
Í sambandi við, at skúlavørðurin í Skála skúla fer
frá vegna aldur, verður søkt eftir skúlavørði til
skúlar í Runavíkar kommunu.
Tú fært høvuðsábyrgdina av skúlabygningunum
á Skála, í Oyndarfirði, í Funningsfirði og Funningi,
og kemur saman við skúlavørðinum í Runavíkar
kommunuskúla at vera partur av einum toymi,
sum í felag varðar av skúlabygningum í Runavíkar
kommunu. Tær kann vera álagt at hava eftirlit við
øðrum bygningum hjá kommununi eisini.
Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir.
4 skúlabygningar verða nýttir til skúlabrúk í dag-
tímunum. Aðrir verða nýttir til dagstovna- og
frítíðarvirksemi. Annars er fjølbroytt mentanarnar-
og frítíðarvirksemi í skúlabygningunum. Daglig
skúlagongd er t.d. í Skála skúla og Oyndarfjarðar
skúla, meðan Funningsfjarðar skúli og Funnings
skúli meiri virka sum bygdarhús.
Arbeiðsuppgávur
Tú fært høvuðsábyrgd av at tryggja røkt og
viðlíkahald av skúlabygningunum Skála skúla,
Oyndarfjarðar skúla, Funningsfjarðar skúla og
Funnings skúla í samráð við teknisku deild hjá
kommununi.
Tú fært ábyrgd av at skipa reingerðina og
arbeiðið hjá reingerðarfólkunum.
Vit sóknast eftir eini eldsál at halda okkara
skúlabygningar í góðum standi og at tryggja,
at teknisku skipanirnar virka.
Dagliga samstarvið er við teknisku deild, sum
varðar av bygningum hjá kommununi, og við
skúlaleiðslurnar á staðnum. Somuleiðis er
samstarv við aðrar stovnar, sum húsast í
skúlabygningunum.
SKÚLA-
VØRÐUR
TIL RUNAVÍKAR
KOMMUNU