hósdagur 28. mai 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
12
STEINAR PATURSSON
S
iri Sørensen, sum sjálv
hevur ælabogafamilju
[LGBT familju við børn
um, red.], varð vald í
nevndina í LGBT Føroyum
stutt eftir jól. Sum partur av
arbeiðinum hjá LGBT Føroyum
tók nevndin avgerð um at
hava sokallað "takeovers" av
sosialu miðlunum, har einstakir
LGBT'arar kunnu leggja út á
síðurnar í eina viku hvør, har
teir viðgera tey evni, ið tey halda
vera viðkomandi ella áhugaverd
fyri LGBT tilveruna í Føroyum.
Um orsøkina til uppsløgini
sigur Siri Sørensen, at tað er
neyðugt, at føroyskir LGBT'arar
hava okkurt at spegla seg í. So
leiðis vita LGBT'arar, at tað letur
seg gera at liva eitt gott og trygt
lív í Føroyum sum LGBT'ari, og
at tað er ikki so vandamikið,
sum vit kanska halda tað vera
onkuntíð.
Somuleiðis eru framvegis
fordómar og misskiljingar í
Føroyum, um hvat tað er at vera
LGBT'ari.
– Hetta kann vera við til at
avmystifisera, hvat tað merkir
at vera LGBT'ari. Tað tykist sum,
at har eru framvegis fordómar
um, hvat tað er at vera LGBT'ari
ella ælabogafamilja, og hetta
er ein máti at geva fólki innlit í
lívið hjá einum LGBT'ara í Før
oyum; at síggja, at tað er ikki so
fremmant og ókent, sum summi
kanska vilja gera tað til, sigur
Siri Sørensen.
Í uppslagsrøðini nertir Siri
Sørensen við fleiri evni, og evn
ini eru í høvuðsheitum úrslit av,
hvat fólk høvdu lyndi at spyrja
um. Siri Sørensen hevði hvønn
dag eitt "spyr meg okkurt"
uppslag á instagram, har fólk
fingu høvi at spyrja hana um
eitthvørt, ið hevði við LGBT
viðurskifti at gera.
– Tankin var tann, at hava
fólk spurningar, so er betri, at
tey spyrja heldur enn at skapa
sær sínar egnu idéir. Tað vísti
seg, at har vóru evni, ið gingu
aftur í spurningunum, og sum
fyltu nógv hjá fólki, sigur Siri
Sørensen, sum heldur, at fólk
hava nógvar tankar og hugsanir
um tað, at vera LGBT'ari, sum
kanska ikki hava so nógv hald
í veruleikanum.
– Eg vildi bara svara spurn
ingunum, sum fólk høvdu.
Eitt stórt lop at koma út
Eitt av evnunum, ið fleiri ferð
ir stakk seg upp millum spurn
ingarnar, var tað at koma út
úr skápinum. Nógv er broytt
seinastu 20 árini á hesum øki
num, og serliga er tað lættari
hjá yngri fólki at koma út sum
LGBT'ari í dag, enn tað var fyrr - í
øllum førum í Havn, heldur Siri
Sørensen.
Hóast tað er lættari í dag enn
fyrr, merkir tað kortini ikki, at
tað er lætt, og Siri Sørensen skilir
væl tey, ið standa ytst á fjølini og
ivast um at gera seinasta lopið.
– Spurningar um at koma úr
skápinum skilji eg væl. Føroyar
er eitt lítið samfelag, og okkum
dámar væl at tosa um hvønn
annan, sigur Siri Sørensen.
– Tá onkur kemur út, fyllir tað
nokk so nógv - og serliga, tess
eldri tú ert. Summir LGBT'arar
tora kanska ikki at standa við
tað, at tey eru LGBT'arar, tí tey
síggja, hvussu onnur reagera, og
tað kann vera ræðandi.
Siri Sørensen vísir á, at fyri
nógvar LGBT'arar hevur úrslitið
av at koma úr skápinum verið, at
tey onkursvegna verða avvíst av
foreldrum, familju ella vinum.
Av tí sama er ein ótti, ið hongur
yvir nógv, sum skulu taka stigið
at koma úr skápinum.
– Eg haldi, at tað er ein órími
ligur ótti. Eg haldi ikki, at tú sum
LGBT'ari eigur at skula vænta
tað. Hví skalt tú verða avvístur?
Hvat er tað, sum tey verða avvíst
fyri? Hvat er tað, sum ger, at
familja og vinir velja at avvísa
ein, sum kemur út sum LGBT'ari,
spyr Siri Sørensen.
Fyri summi er orsøkin einfalt
tann, at tey bryggja seg ikki um
valið av maka, metir Siri Søren
sen, sum kortini undrast á, hví
fólk ganga so høgt upp í júst hetta.
– Tað eru ógviliga nógvir
ósunnir makar í hinskyndum
parløgum. Men tú fert ikki út
og avvísir fólk fyri tað og setir
treytir. Tú fert ikki út
og sigur: "Vit kunnu bara
góðtaka teg, um tú velur
ein maka, sum vit halda
er góður fyri teg.", sigur Siri
Sørensen.
Børnini fáa fordómar
frá teimum vaksnu
Hóast Siri Sørensen ikki hevur
merkt á egnum børnum, at tey
verða illa viðfarin orsakað av, at
mammurnar eru samkyndar, so
var hetta ein spurningur, ið ofta
varð tikin upp millum spyrjar
arnar.
Hetta er tó nakað nýtt í Før
oyum, ásannar Siri Sørensen, tí
fyrr fluttu LGBT'arar oftast av
landinum, og sostatt vóru ikki
sjónligar ælabogafamiljur í sam
felagnum.
Siri Sørensen hevur áður
hoyrt argumentini fyri, at sam
kynd skulu ikki uppala børn, og
yvirhøvur hava tey snúð seg
- LGBT'ARAR
MUGU HAVA
OKKURT AT
SPEGLA SEG Í
Tað, at koma út sum LGBT'ari, og viðurskiftini hjá ælabogabørnum
vóru millum evnini, ið Siri Sørensen tók upp, tá hon herfyri hevði
eitt takeover á instagram síðuni hjá LGBT Føroyum. Umstøðurnar
hjá LGBT'arum eru nógv bøttar, síðan felagið Ælabogin - síðani LGBT
Føroyar - fór undir miðvísa arbeiðið til frama fyri samkyndum fyrst í
hesi øldini, heldur Siri Sørensen, men stóri áhugin fyri uppsløgunum
merkir, at framvegis eru LGBT viðurskifti, ið mugu viðgerast