Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 13 um, at tað er synd fyri børnini at hava samkynd foreldur. Hetta er ikki nakað, ið familjan hjá Siri Sørensen hevur merkt tætt inn at sær, men har eru eisini aðrar orsøkir til, at ælabogabørn kunnu hava tað trongligt í Før­ oy­um. – Hinvegin vil eg siga, at tað, sum hevur gingið mest út yvir børnini, var undir val­stríð­num, tá politikk­ar­ar­nir vóru úti og tosaðu so ljótt um LGBT'arar. Børn eru ikki býtt. Tey fylgja væl við. Har hoyrdu børnini tey, sum ráða í landinum, siga, at tað er skeivt at liva sum LGBT'ari. Eftir sita børnini og hugsa: "Hvat sigur tað so um mína familju?" Yvirhøvur eru tað eisini tey vaksnu, ið gera lívið truplari fyri børnum í ælabogafamiljum, metir Siri Sørensen. – Børn verða ikki fødd við for­ dómum. Tey fáa fordómarnar frá okkum vaksnu. Fyri børnini eru hetta púra natúrligt, og fyri børnini hevur tað einki at siga, hvat kyn tú ert. Fyri tey handlar tað um, hvussu tú ert yvir fyri teimum. Tí er tað nógv fyri, at tey vaksnu skulu vera so vána­ ligar fyrimyndir, heldur Siri Søren­sen. Ynskja vit, at ælabogafamiljur skulu trívast eins væl í Føroyum og aðrar familjur, er neyðugt, at tey vaksnu gevast við at siga, at tað er synd í børnunum, heldur Siri Sørensen, sum eisini metir, at tað er ein av uppgávunum hjá LGBT Føroyum at lofta teimum børnunum, sum onkursvegna koma í klemmu orsakað av mál­ burð­inum hjá teimum vaksnu. – Frægari hevði verið, um hesi vaksnu hugdu inneftir fyri at síggja, hví tað er, at tey halda tað, sum tey halda, sigur Siri Sørensen. Øðrvísi merkir ikki skeivt Evnini vóru tung, ið Siri Søren­ sen valdi at taka upp í sínari uppslagsrøð. Samstundis fingu upp­sløgini rættiliga nógva umtalu, og móttøkan var øgiliga góð, metir Siri Sørensen. – Tað eru nógv, sum siga, at tað hevur verið áhugavert at fylgt við, at tey hava fingið svar upp á teir spurningarnar, sum tey høvdu, og at tey hava fingið nak­að at hugsa um. Hóast góðu undirtøkuna er framvegis neyðugt at viðgera hesi evnini, metir Siri Sørensen, tí tað eru framvegis fólk, ið ikki vilja góðtaka, at onnur liva øðr­ vísi enn tey. – Tað, at verða øðrvísi, merkir ikki, at tað er skeivt, og tað er um­ráðandi at leggja dent á. Vit hava sum menniskja lyndi til at stúrsa við, tá vit síggja okkurt, sum er øðrvísi. So eru summi, ið fara longri enn tað og siga: "Hatta vil eg ikki hava, tí hatta broyt­ir upp á ta verðina, sum eg kenni!", sigur Siri Sørensen. Hesin hugsanarhátturin undr­ar Siri Sørensen. – Eg havi tikið eitt val í mín­ um lívi. Eg vænti ikki, at onnur taka tey somu valini sum eg. Eg vænti, at onnur fólk taka tær avgerðirnar í lívinum, sum geva meining fyri tey og ger tey eydnusom. Eg vil hava eitt sam­felag, har tað letur seg gera, uttan at fólk skulu gera seg inn á lívið hjá hvørjum øðrum. Og tað undrar meg, at summi fólk hava so stóran tørv á rætta upp á livi­háttin hjá øðrum, bert tí tey ikki hava valt at liva so, sigur Siri Søren­sen. Higartil hava tvær upp­slags­ røðir verið á facebook og insta­ gram brúkarunum hjá LGBT Før­oyum, sum báðar hava verið frá nevndarlimum. Eftir ætlan skal hetta halda fram, greiðir Siri Sørensen frá, men frameftir verð­ur ætlanin, at tað verða LGBT'arar, ið ikki sita í nevndini, ið fáa høvið at leggja út.