hósdagur 28. mai 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
14
VILMUND JACOBSEN
Á
Fiskamarknaði Før
oya ásanna tey, at
vánaligu fiskaprís
irnir seinastu tíðina
halda útróðrarmonnum aftur
í at loysa bátarnar. Tey vísa
á, at hóast bæði streymur og
veðurútlit eru góð hesa vikuna,
so ger stóra óvissan í fiska
prísinum - serliga á hýsuni - at
fleiri útróðrarmenn setast aftur
og hava ikki hug at loysa.
Fyri góðum mánaði síðan
gjørdu tey á Fiskamarknaði
Føroya eisini vart við, at trupul
leikar eru við ov nógvum rak
fiski ella slánum í veiðini.
- Tað er komið sera væl við hjá
línu-og útróðrarbátum annars,
at fiskurin endiliga er komin
aftur eftir vánaligan fiskiskap
eftir toski í nógv ár.
Nógvur slánur
Á Fiskamarknaði Føroya vísa
tey eisini á, at fiskiskapurin nú
hevur verið góður í skjótt tey ár.
Fiskurin var nakað rak, men tó
ikki so heilt galin.
- Men, fiskurin er bara blivin
verri og verri fyri, og sambært
fiskakeyparum hevur verið heilt
galið eftir gýtingina í vár. Dømir
eru um, at fiskakeyparar hava
tikið royndir av fiski hjá onkrum
bátum, har heili 60 prosent av
veiðini var slánur. Serliga er
tað fiskur, sum er veiddur tætt
undir land, sum er illa fyri.
Á Fiskamarknaði Føroya vísa
tey til keyparar sum umhugsa,
hvat teir skulu gera fyri at koma
hesum trupulleika til lívs.
- Tað allarbesta hevði verið,
siga keyparar, um bátarnir fóru
longur út at fiska, tí har er fisk
urin sum heild betri fyri. Eisini
hýsukeyparar siga, at nógv av
hýsuni er illa fyri.
Tí vilja tey á Fiskamarknaði
Føroya staðiliga heita á útróðr
armenn um at halda seg frá
økjum, har nógvur rakfiskur er.
- So muga vit bara vóna, at
fiskiskapurin framvegis verður
góður, og at fiskurin fer at gerast
feitari sum frá líður, verður lagt
aftrat.
Ikki so samdur
Janus Sørensen á Viðareiði, sum
eigur og rekur útróðrarbátin
Brand, sigur seg ikki vera heilt
samdan í útsøgnini um, at
útróðrarfiskurin sum heild er
so rak, sum sagt verður. Sjálvur
hevur hann róð út í nógv ár, og
í fleiri ár hevur útróðrarbáturin
Brandur eisini fingið heiðurin á
Føroya Sjómannadegi sum besti
útróðrarbátur í sínum bólki.
Nú fiskaprísurin er so lágur
og kanska bara er tveir triðingar
av tí, hann var, hevur ikki í sama
mun verið drivið á við útróðri,
sum tað annars hevði verið, um
alt var sum fyri korona.
- Vit hava verið onkrar túrar
av og á, og tað er framvegis fult
av fiski at fáa. Nú er nógv tann
størsti parturin av veiðini hýsa,
sum tað eisini plagar at vera
eftir gýting, meðan minni er av
toski. Um summarið er veiðan
mest hýsa, og onkur ár í juni og
juli fæst eisini væl av hvítingi
uppi í hýsuveiðini.
Men, tað er ikki á hvørjum ári,
at hvítingur er.
Janus Sørensen sigur, at teir
plaga ikki at fiska undir landi
við Brandi, men royna gjarna á
leiðum, sum liggja millum fýra
og átta fjórðingar úr landi.
- Tað er ein vika síðan, at
vit vóru úti seinast. Tað hevur
verið minni ferð á hjá okkum í
seinastuni, men vit hava gjørt
onkrar samanhangandi túrar,
kanska einar tveir ella tríggjar
túrar fylgjandi dagar. Veiðan
hevur gjarna ligið um eini 8.000
til 10.000 pund á setuna, og tað
er góður fiskiskapur, ásannar
útróðrarmaðurin.
Hampiliga góður
Janus Sørensen heldur, at út
róðrarfiskurin sum heild er
hampiliga góður, tó at slánar eru
uppi í veiðini viðhvørt.
- Men, tað er ongantíð soleiðis,
at øll rúgvan er vánalig, og tað er
ikki vanligt, at vit tveita fisk út
aftur, tí hann er rak. Tað er sum
oftast hampiliga góður fiskur,
vit fáa, men slánar síggjast eisi
ni, og tað kann bæði vera millum
tosk og hýsu.
Útróðrarmaðurin á Viðareiði
heldur, at ein hugsandi orsøk
til, at fiskurin ikki er feitari, enn
hann er, kann saktans vera, at so
nógvur fiskur er til.
- Tað hevur næstan hvør fjørð
ur staðið fullur av toski og vit,
sum hava rikið línuútróður úr
landi, hava eisini fingið nógvan
fisk, bæði tosk og hýsu. Tú fært
tó ongantíð fiskifrøðingar at
siga, at ov nógvur fiskur er á
grunninum, sigur Janus Søren
sen brosandi.
Fáa einki gjørt
Eigarin av útróðrarbátinum
Brandi ásannar, at skal fiska
prísurin sum heild koma upp
aftur á tað støði, hann var undan
kreppuni, er fyritreytin, at
marknaðarviðurskiftini uttan
TAÐ ER IKKI
TAÐ ER IKKI
RÆTT
RÆTT AT ALLUR
AT ALLUR
ÚTRÓÐRAR
ÚTRÓÐRAR
FISKUR ER RAK
FISKUR ER RAK
- Ein hugsandi orsøk til, at fiskurin ikki er feitari,
enn hann er, kann saktans vera, at so nógvur
fiskur er til. Tað hevur næstan hvør fjørður staðið
fullur av toski og vit, sum hava rikið línuútróður
úr landi, hava eisini fingið nógvan fisk, bæði tosk
og hýsu. Tú fært tó ongantíð fiskifrøðingar at siga,
at ov nógvur fiskur er á grunninum, sigur Janus
Sørensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Brand
Brandur hevur í fleiri ár ligið í oddinum millum
útróðrarbátar í støddini millum 15 til 40 tons. Men,
soleiðis sum fiskaprísurin hevur verið, síðan korona-
kreppan tók seg upp, er ikki serliga hugaligt at loysa