Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 15 VILMUND JACOBSEN 27 ára gamla, Bryndis í Dali, er sett sum leiðari í Visit Sandoy, og hon byrjar í starvinum hin 1. juni í ár. - Bryndis í Dali hevur lisið master innan ferðavinnu á Aalborg Universiteti, og sum leiðari kemur hon at hava dagligu ábyrgdina av Visit Sand­oy. Í Sandoyar sýslu Ferðalag siga tey, at uppgávurnar hjá nýggja leiðaranum verða at virka fyri og menna sýsluna í ferðavinnuhøpi. - Stórar avbjóðingar og broytingar liggja fyri framm­ an innan ferðavinnuna í øki­ num komandi árini. Neyðugt er við einum væl út­bún­um leiðara við góðum før­leik­um, ið kann flyta og skipa arbeiðið og harvið gera Sandoyar sýslu til eitt av berandi økjunum innan ferðavinnu í Føroyum. Skjótt koyrandi Í Sandoyar sýslu Ferðalag vísa tey á, at um fá ár verður koyrandi í Sandoynna, og tá kemur ferðafólkamynstrið at broytast - og ikki minst kemur ferðafolkatalið at økjast munandi. - Arbeitt hevur verið mið­ víst seinastu árini við at gera økið klárt til komandi broyt­ingarnar. Hetta verður eisini eitt av høvuðøkjunum, sum Bryndis í Dali kemur at arbeiða víðari við, sigur nevndin í Sandoyar sýslu Ferða­lag, sum eisini ynskir Bryn­dis i Dali hjartaliga væl­ komnari í starvið. Skal lyfta undir ferða­vinnuna í Sand­oyar sýslu - Neyðugt er við einum væl útbúnum leiðara við góðum førleikum, siga tey í Sandoyar sýslu Ferðalag Hon er ung, og hon hevur eina góða útbúgving sum barlast í nýggja starvinum lands fyrst koma upp á pláss aftur. - Tað er einki, sum vit kunnu gera. Hetta er nakað, sum er byrjað úti í heimi, og tað er har, at viðurskiftini mugu koma aftur í rættlag. Vit kunnu bara royna sum frægast. Árið var so stutt liðið, tá kreppan tók seg upp, og nú eru vit skjótt komin út í juni. So, hetta sær tíverri út til at gerast drúgt. Janus Sørensen sigur, at tá fiska­prísurin nú er so lágur, og hugurin at loysa er hareftir, slær hetta tvífalt, tí soleiðis, sum støðan er í løtuni, missa útróðr­ ar­menn bæði í veiðinøgd og prísi. - Útróðrarmenn missa soleiðis bæði tal av túrum og pengar, tá avreitt verður. Vit kundu gjørt nógv fleiri túrar, men tað gevur bara ikki nakra serliga meining í løtuni, leggur hann aftrat. Nýggjur motorur Í fjør summar skifti út­róðr­ar­ báturin Brandur motor. - Vit løgdu stilt í seinnu hálvu av juni mánaði í fjør og byrjaðu aftur, tá vit komu út í september. Hetta var ein neyðug íløga, og eg eri fegin um, at eg gjørdi hesa íløgur í fjør - og ikki í ár, nú støð­ an er vorðin ein heilt onnur. Útróðrarmaðurin vísir á, at motorurin, sum var í Brandi, var ein 210 HK Mercedes, sum var 19 ára gomul. Nýggi motorurin er ein Nanni Diesel á 330 HK, sum Andersens Beding á Strondum um­boðar og selur. Tað var smiðjan - Pomek í Klaks­vík - sum setti motorin í útróðr­ar­bátin. Janus Sørensen heldur, at gamli Mercedes-motorurin hevði sæð sínar bestu dagar, tó at motor­urin framvegis riggaði. Brandur í oddinum Út­róðr­ar­báturin Brandur, sum er 30 tons stórur, hevur í fleiri ár ligið í oddinum millum før­ oysk­ar útróðrarbátar í bólki 4A, sum er útróðrarbátar millum 15 og 40 tons. Á Føroya Sjómannadegi í Klaks­vík, tá skip og bátar fáa handað heiðursmerki fyri størstu nøgd og størsta virði, hevur Brandur fleiri ferðir sein­astu árini fingið heiðursløn sum besti útróðrarbátur í sínum bólki. Janus Sørensen er royndur útróðrarmaður, og hann hevur fiskieydnu. - Vit vóru seinasta túr fyri góðari viku síðan, og tað er framvegis fult av fiski at fáa, sigur hann