hósdagur 28. mai 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
16
Minningarorð um Ásu Kiærbech Olsen
Ása var fødd á Tvøroyri 22. februar 1950
og vaks upp har. Eftir skúlagongdina í
heimbygdini fór hon beina leið at útbúgva
seg til sjúkrasystur. Tað eydnaðist henni at
koma inn á Bispebjerg Sygeplejeskole, og
har tók hon prógv í mars 1972.
Sjúkrarøkt og sjúkrafrøði gjørdist
hennara lívsstarv. Tá hon í 2016 gavst í
hesum yrki, hevði hon verið virkin innan
sjúkrarøktarfrøði í 47 ár. Hon fylgdi væl
við øllum broytingum og tí, sum kom fram
innan sjúkrarøkt og læknavísindi gjøgnum
øll hesi árini.
At hon var sera dugnalig og legði sær
nær at útinna sítt starv á best møguligan
hátt, kann lesast úr tí, sum hon greiddi frá
til bókina um Hvíldarheimið Naina.
Har sigur hon, at hon hevði starvast
sum sjúkrasystir á diabetesdeild, á rønt
gendeild og á skaða- og skurðstovu. Har
umframt hevði hon verið 1. assistentur og
deildarsjúkrasystir á neurokirurgiskari
deild, sjúkrasystralærari, verkætlanarleið
ari og fyristøðukvinna.
Hon greiðir frá, at tá Hong Kong krím
sjúkan herjaði í 1976/77 í Keypmannahavn,
varð hon biðin um at skipa fyri einari út
skrivingardeild á Bispebjerg Hospitali frá
einum degi til annan og kom at hava ábyrgd
av hesari deildini, og at sjúklingarnir vórðu
útskrivaðir eftir røttum umstøðum haðani.
Hon var fús at taka við nýggjum
avbjóðingum. Bert 25 ára gomul var hon
deildarleiðari á einari neurokirurgiskari
deild í Keypmannahavn, eftir tað fór hon
á Danmarks Sygeplejehøjskole og gjørdist
lærari á Bispebjerg í 2 ár. Tað stóð henni
í boði at gerast varafyristøðukvinna á
Bispebjerg Sygeplejeskole við 450 næm
ingum, men tá valdi hon heldur at flyta
heimaftur til Føroyar.
Sum sjúkrasystralærari her í 26 ár
undirvísti hon í medicinskari- og kirurg
iskari sjúkrarøkt og krepputeori. Harum
framt var hon leiðari av einari verkætlan til
at skjalfesta sjúkrarøktina sum lið í góðsku
trygging. Hendan verkætlanin førdi til eina
broyting í mannagongdini til at skriva
frágreiðing (rapport) hjá sjúkrasystrunum
á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at ein
innleggingarsamrøða við sjúklingarnar
um teirra meting av støðuni skuldi til fyri
at finna tørvin fyri sjúkrarøktini hjá tí
einstaka og til at leggja hana til rættis eftir.
Hetta gjørdist eisini partur av frálæruni á
Sjúkrasystraskúlanum og í eftirútbúgving
av sjúkrasystrum. Sostatt kann sigast, at
hon kom við slóðbrótandi broytingum til
tað betra í sjúkrarøktini. Um hetta segði
hon soleiðis: ”Eg bleiv ógvuliga tilvitað
um, hvat kvalitetur í røkt merkir og um
broytingartilgongdir yvirhøvur.”
Í 2002 tók Ása við starvinum sum fyri
støðukvinna á Hvíldarheiminum Naina.
Hon segði, at hetta var ein stór avbjóð
ing fyri seg, men allar hennara arbeiðis
royndir og hennara vitan innan sjúkra
røkt og læknavísindi, sum hon hevði
tilognað sær, komu henni væl við og vóru
henni góð hjálp til at røkja hetta starvið.
Somuleiðis var tað samskiftið, sum hon
hevði havt við Landssjúkrahúsið og við
allar næmingarnar, sum hon var komin at
kenna á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, ein
fyrimunur í arbeiðinum sum fyristøðu
kvinna á hvíldarheiminum Naina. Tað
hevði sínar reglur og fyriskipanir frá tí,
tað var stovnað í 1936, og Ása setti sær fyri,
at hvíldarheimið skuldi so vítt, sum tað bar
til, verða rikið eftir somu hugsjónum, sum
stovnararnir av tí, høvdu havt. Hon var sera
hugtikin av søguni um Nainu Scharlu og
fyrstu fyristøðukvinnuna Almu Juhlert
og hennara hjúnafelaga og øll tey, sum
gjørdu sítt til, at Naina varð stovnað sum
eitt uppihald til at koma fyri seg, fyrst og
fremst fyri troyttar og sjúkar føroyskar
kvinnur, sum báði fyri og eftir barnsburð
og eftir ymiska sjúkraviðgerð tørvaðu røkt
og hvíld og sálarliga umsorgan, men har
eisini alla tíðina vóru nøkur pláss til menn
eftir sjúkraviðgerð. Fólk í øllum aldri og
við nógvum ymiskum tørvi til umsorgan,
sjúkrarøkt og eftirviðgerð hava verið send á
Naina av kommunu- og sjúkrahúslæknum.
Hvussu tað einstaka menniskja kann
mennast og styrkna, hevur alla tíðina verið
aðalendamálið á Naina, sum altíð hevur
verið eyðkent av reinføri báði fyri tann
einstaka og røktina, men ikki minni fyri
heimið sum heild, har alt er skínandi reint
og andar av friði. Longu í 2003, árið eftir
sum Ása var komin í starv har, fekk Naina
tráðleysa kalliskipan, so at sjúklingarnir
ella búfólkini altíð kundu ringja eftir
hjálp, um nakað var áfatt. Naina merkir
”eitt yndisligt stað” og øll tey, sum frá tíð
til aðra hava starvast har, hava gjørt sítt til,
at Naina er eitt yndisligt stað, har gott er at
vera. Parturin hjá Ásu í so máta lá ikki eftir,
við lív og sál royndi hon, at Naina skuldi
halda fram og altíð vera eitt yndisligt stað,
har gott var at vera, og har tey, sum komu
har, skuldu fáa heilsubót fyri likam og sál
og styrkna aftur. Naina er týdningarmikið
fyri samfelagið her, og tað gav meining og
gleði at arbeiða á Naina, segði Ása, - tey, sum
hava starvast har, geva henni rætt í tí.
Ása segði, at undanfarna fyristøðu
kvinnan Katrin Dahl segði við hana, at tað
var sum ein hægri makt helt hondina yvir
Naina, og hesa kensluna hevði Ása fleiri
ferðir havt. Í hesum 14 ára tíðarskeiðinum
varð Ása fleiri ferðir noydd at søkja sær
heilsubót, men hon kom skjótt fyri seg
hvørja ferð, í millumbilunum var av
loysari fyri hana. At Ása virðismetti øll
starvsfólkini á Naina høgt og setti tey javnt,
vísti hon við, at eitt tað fyrsta, sum hon setti
í verk sum fyristøðukvinna, var at seta
hjálparfólkini í sáttmálasett starv og harvið
fáa pensjónsviðurskiftini í rættlag, eins og
læknarnir har komu í fast starv. Saman við
starvsfólkunum á Naina gjørdist tað eisini
møguligt, at peningaliga játtanin eisini
rakk til at veita bygninginum Naina fleiri
átrokandi ábøtur og framhaldandi halda
húsið so stásiligt, sum tað altíð hevur verið.
Í februar 2016 vóru 80 ár liðin, síðan
hvíldarheimið Naina var stovnað, og Ása,
sum var fyristøðukvinna har tá, avgjørdi
at nýta eina stórfingna gávu frá Jenny
Jacobsen í Fuglafirði, fødd á Tvøroyri, til
at geva tí ein varða við at geva eina bók út
um Naina. At arbeiða við bókini um Naina
saman við Ásu gav eisini meining og gleði.
Um somu tíð gavst Ása at arbeiða innan
sjúkrahúsverðina, har hon hevði arbeitt í
næstan 50 ár. Tá segði Ása, at hennara ar
beiðislív hevði verið sera fjølbroytt, menn
andi, spennandi og stuttligt, og at hon
ynskti av øllum sínum hjarta, at Naina fór
at verða varðveitt sum eitt hvíldarstað fyri
sál og likam.
Sum fyristøðukvinna á Hvíldarheiminum
Naina komu nógv fólk at kenna Ásu, og sum
sjúkrasystir og lærari, var hon kend sum
ein, ið altíð setti tað einstaka menniskja
høgt og virkaði fyri vælferðini hjá øllum.
Men hon legði dent á, at uttan hjálp og stuð
ul frá manni sínum Eyðfinni hevði hon ikki
megnað at útint arbeiðið so væl, sum hon
gjørdi.
Vit komu fyrst og fremst at kenna hjún
ini Ásu og Eyðfinn Olsen gjøgnum skúla
gongdina hjá børnum okkara, teir báðir
synir teirra Árni og Kári komu at ganga
í somu skúlaflokkum sum okkara børn
Annfríð og Hanus, og serligur vinskapur
var í uppvøkstrinum ímillum teir báðar
Kára og Hanus, sum fingu góð barnaminni
frá teimum úr heimi teirra og eisini við
útferðum til Húsavíkar ella, tá teir báðir
vóru í summarfrítíð í Suðuroynni, Kári á
Tvøroyri og Hanus í Vági. Av og á hittu vit
hesi hugnaligu hjún uttanfyri eftir onkran
góðan gongutúr, sum tey ofta gjørdu.
Við sínum sermerkta erliga, bersøgna,
men góða og skemtiliga lyndi setti Ása
varðar eftir seg í sínum samskifti við
sínar starvsfelagar og næmingar, millum
sínar grannar og vinir og á øllum sínum
arbeiðisplássum, sum hon raðfesti høgt og
røkti ordiliga við skynsemi og dugnaskapi.
Hon var ein fyrimynd til at tæna øðrum, og
hennara samkennandi vakra smíl segði ofta
meir enn mong orð. Í øllum sínum virksemi
var hon nærløgd og arbeiðissom, og hetta
kom best til sjóndar í heiminum, sum hon
raðfesti hægri enn alt annað, og har hon
var ein hollur stuðul fyri sín mann og báðar
synirnar.
Ása og Eyðfinn høvdu eitt vakurt og
gott heim við Sandáarbreyt, og har sást,
hvussu høgt tey bæði gingu uppí, at synir
teirra skuldu fáa ein tryggan og góðan
uppvøkstur, og hvussu tey gleddust um,
tá tað gekst teimum væl. Tað kann ikki
annað enn kennast tómligt, tá ið ein so
góð og virksom kona og mamma leggur frá
sær og noyðist at fara frá sínum kæru úr
heiminum. Men eftir eru tey góðu og ríku
minnini, sum kunnu veita ugga í sorgini og
sakninum.
Fyri mongum árum síðan – áðrenn syn
irnir vóru tilkomnir – fekk Ása staðfest
krabbamein og mátti fara til Danmarkar
at fáa skurðviðgerð og eftirviðgerð fyri
hesa sjúkuna, sum ferð eftir ferð vitjaði
aftur og gjørdi meir og meir um seg. Men
viljasterk, sum Ása var, og sterk í trúnni
gjøgnum bøn til Jesus kom hon ofta fyri seg
eftir viðgerðirnar og helt fram at arbeiða
og virka á Naina til 2016 og eisini heima við
hús, so leingi sum hon orkaði at vera uppi.
Hon gleddist um synirnar, verdøturnar og
einamest ommubørnini, og var so takksom
fyri, at Eyðfinn kundi vera so nógv fyri tey
og alramest fyri hana sjálva. Hugtungt
mundi tað ivaleyst vera hjá honum at sita
hjá Ásu og síggja, hvussu hon viknaði, til
hon at enda ikki orkaði meir at liva.
Tann 8. apríl 2020, sum var leygardagur
á páskum, andaðist Ása í heiminum. Hesa
tíðina, júst sum páskaliljurnar stóðu so
vakrar og blómaðu í kuldanum, og tey fyrstu
smálombini vóru farin at renna á bønum
millum kavaælini, fór hon til gravar. Tí rann
eisini fram í hugan vakri páskasálmurin
um uppreisn av deyða Páskablóma, hvat
vilt tú? eftir Grundtvig í týðingini hjá Axel
Tórgarð, har ørindini 3-6 siga soleiðis:
Tað er við djúpari samkenslu við tykkum
avvarðandi og við stórari virðing fyri Ásu,
at vit skriva hesi minningarorð í takksemi
fyri vinarlag og tað, hon gav okkum.
Hanna og Poul
Minningarorð