hósdagur 28. mai 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
17
Súkklurnar fyrst í Tórshavnar býráð
Sum tað sær út í løtuni, verður Havnin hertikin av súkklum
og súkkluskúrum í løtuni, so nú er at ansa sær. Bilarnir skulu
ofrast og súkklurnar setast fremst, eru nýggjastu boðini!
Heðin Mortensen
býráðslimur
Hesa vikuna eru nýggjar vis
jónir fyri høvuðsstaðin komnar
undan kavi, tí nú hevur Marin
Katrina Frýdal og býráðsmeiri
lutin staðfest, at allir bilar skulu
út úr miðbýnum, tí súkklur og
súkkluskúrar skulu framat. Sagt
verður, at hetta er liður í eini ætlan
um, at “fólkið skal vera fyrst”, men
helst hava tey í meirilutanum
gloymt, at tað eisini eru fólk, sum
sita í bilunum...
Tað einasta, eg við mínum besta
vilja síggi í hesi ætlan er, at nú
skal Tórsgøta gerast fullkomiliga
óbrúkilig, tí nú skal hon smalkast
og súkkluskúrur gerast mitt á
vegnum. Við øðrum orðum, skulu
als eingir býbussar, ferðafólka
bussar, vørubilar, lastbilar ella
neyðsynjarakfør, so sum brand
bilar, yvirhøvur vísa seg í Tórs
gøtu aftur!
Hereftir skal Tórsgøta hava
eittans endamál, sum verður at
løða súkklubattarí og pumpa luft
í hesi mongu súkkludekkini, ið
óivað fara at standa í kø fyri at
sleppa í skúrin. Ja, onkur vil enntá
vera við, at tey hava biðið súkklu
handlar um at keypa súkklur inn
í stórum, tí nú verður øll ferðsla í
miðbýnum í Havn kollvelt.
Bilskattur tað næsta?
Ein onnur avleiðing av súkkluør
skapinum er, at parkeringspláss
skulu ofrast, so súkklurnar fáa
bestu pláss á fyrstu parkett. Ótrú
ligt, at tað skal bera til at vera
so blindur, at veruleikin púrast
hvørvur, tí í dag er veruleikin altso,
at bilar eru í miðbýnum – men
súkklurnar eru fáar. Eitt súkklu
stativ stendur mitt á Vaglinum,
men har er rárasta sjón at síggja
nakra súkklu!
Tað næsta verður kanska, at
eitt ella annað slag av eyka bil
skatti skal leggjast á øll, sum
ditta sær at nærkast miðbýnum í
bili? Onkrastaðni skal fíggingin til
luftkastellirnar hjá meirilutanum
jú koma frá!
Sami meiriluti staðfestir nú,
at stættarmunurin í Tórshavnar
kommunu skal økjast, tí nú verða
tað tey, ið súkkla, sum verða yvir
stættin, og hini mugu bara tiga
og rinda við kassa 1. Álvaratos,
sum um bilarnir koyrdu av sær
sjálvum, uttan at fólk var í teim
um?
Fólkið sett aftast!
Sum so ofta, tá ið ør uppskot síggja
dagsins ljós, er talan um kávalótir
og einki annað. Veruleikin er jú, at
býráðsmeirilutin púrt einki hevur
megnað av øllum tí, ið skuldi
avgreiðast hetta valskeiðið. Um
hugt verður at teimum avrikum,
tey hava breggjað sær av, so er
stórt sæð einki hent, sum ikki
varð áðrenn ella varð sett í verk
av undanfarnu býráðssamgongu.
Enntá vil núverandi meiriluti
fegin ofta Tórsgøtu sum ment
anargøtu, so hon skal vera tann
stóra súkklugøtan í staðin – full
komuliga oyðiløgt av einum ovur
vaksnum súkkluskúri mitt á vegn
um...
Undanfarna samgonga gjørdi
klárt við játtan og tekningum til
at gera miðbýðin og serliga Steina
tún til eitt fólkatorg burturav. Tak
skuldi leggjast útyvir, so borgarar
kundu standa turrir og í lívd fyri
vindi og regni. Alt er klárt, tá ið
hetta býráðið tók við, men her
er einki hent, tí núverandi sam
gonga hevur súltað málið! Eitt
lítið og skirvisligt reytt bussskýli
stendur nú í Steinatúni, men veitir
ikki ta lívd, ætlanin var at fáa við
takinum, ið skuldi gera Steinatún
liðugt, brúkiligt og prýðiligt!
Fólkið fyrst er lygn og latín, tí
heldur enn at geva fólkinum góðar
umstøður, eru tað súkklurnar, ið
nú skulu setast fram um alt! Sekt
in á, um fólkið stendur turt, bara
súkklurnar standa turrar.
Jóannes í Miðstovuni 70
Í dag fyllir Jóannes, bóndi í Mið
stovuni á Trøðum á Sandi 70 ár.
Jóannes hevur verið eina ser
stakur undangongumaður og
hevur brotið upp úr nýgggjum og
hevur altíð havt í huga: “Hvussu
kann man gera hetta betri og
lættari”.
Hetta hevur ikki verið av dov
inskapi, men av skynsemi og við
vitanini um, at skal tú reka ein
garð við hópin av seyði, neytum
og so eisini fáa hópin av grønmeti
og eplum úr jørðini, so skal góð
tilrættalegging til. Og her hevur
Jóannes eisini funni vegir.
Jóannes er eisini virdur millum
sínar starvsfelagar og dugur at
seta uppbyggjandi og skipandi
spurnartekin við at fremja bónda
skapin enn betri, eisini mótvegis
politisku skipanini.
Jóannes er bersøgin, beinrakin
og erligur í sínum boðskapi – land
búnaðinum og garðinum at frama.
Jóannes er uppkallaður eftir
abba sínum, Jóannes í Miðstovuni,
sum sat á sama garði í síni tíð og
síðani Hanus í Miðstovuni, sum
var pápi Jóannes. Allir sáttligir
menn, sum eg minnist væl, teir
vildu frið við øll og annars at
kunna betra um viðurskiftini á
garðinum.
Eg plagdi sum ungur smá
drongur og unglingi at vera uppí á
garðinum, ið var sepnnandi, og har
hendi nógv ymiskt, sum tú vanliga
ikki slapp, so sum at koyra traktor.
Yviri á Miðdali
Eitt heystið, tá ið Jóannes var á
einum garði í Onglandi, skuldu eg
og Trórur, systkinabarn Jóann
es eitast fyri at vera álitið til
áseyðaraksturin yviri í Skálsá
fjørðinginum, tí Jóannes ikki var
heima.
Vit vóru har yviri í eina viku og
búðu í húsinum á Miðdali – meir
at kall ein smátta. Men tó svóvu
har mamman, Marin, sum gjørdi
mat og Hanus, Jóannes, abbin, eg
og Tórur.
Tá varð rikið niðan á savnining
ar og kyrrað, áðrenn rikið varð í
rætt – hetta var serkilt á Sandi, tí
her er so slætt. Sungið varð eisini
fyri seyðinum, serliga á savningini.
Fylgini vóru Reynsenda
seyðurin 60, Hvítafylgið 50,
Mislittafylgið 50, Maknagimbrar
nar 45 Stakseyðurin 60 – tilsamans
265 áseyðir.
Hetta var skipanin hjá Hanus,
bónda, sum hevði tikið yvir eftir
pápa sín, Jóannes. Men tá ið
Jóannes ráddi fyri borgum var
skipanin 300 áseyðir.
Tá ið abbin hevði garðin, ráddi
um tal av seyði, tí ullin segðist
vera Føroya gull. Ja, ta gav at býta
- fanst tú tá deyðseyð í haganum,
átti tú krovið, meðan tann sum
átti oyrini/markið, átti skinnið
ella ullina.
Síðani hevur Jóannes, núver
andi bóndi, tikið enn meir úr,
skipanin liggur um 150 seyðir og
er seyðurin mynandi betri fyri nú.
Yviri á Miðdali hava verið
mangar góðar løtur – eisini saman
við Jóannesi!
Rættirnar í
Skálsáfjórðinginum
Tummas Evenus, eg og Lætt
Vit skulu byggja Skálsárætt
Hon skal standa til verðsins enda -
Og hagar skal seyðurin aftur
venda.
Soleiðis kvæð ein húskallur fyri
mongum árum síðan, tá ið hann
saman við hundinum, Lætt varð
við til at laða rættina, kallað Skálá
rættin í Skáláfjórðinginum.
Henda rættin stóð niðast og
eystast í haganum móti sjóvar
málan. Helst so til bar at føra
seyðin, tó at hann eisini varð rikin
heim og ullin eisini reidd heim.
Seinni kom rættin at liggja
meira miðskeiðis í haganum –
Rættin á Uttara króki, kallað.
Rættin hjá yngra Jóannes er
flutt einaferð enn - og liggur nú
vestast í haganum og verður nú
kallað Rættin við Mønutrækrónna
– So yvir trý ættarlið eru trýggjar
rættir fluttar frá eystast í hag
anum, Skálárættin – til Rættin á
Uttara króki – miðskeiðis í hagan
um, og so longur vestur til Rættina
við Mønutrækrónna.
– Hví, jú henda liggur høgligast
við vegin, sum Jóannes, bóndi,
gjørdi fyri nøkrum árum síðan
yvir móti haganum, so til ber at
koyra seyðin heim og til ber høg
liga at geva seyðinum her við veg
in.
Nýggjar tíðin og nýggir møgu
leikar broyta okkara nýtslu, røkt
og skipan av haganum, eins og
okkara landbúnaði annars.
Umráðandi er fáa broytt tað
sum neyðugt er at broyta, fyri alla
tíðina at gera tað besta fyri hagan,
landbrúkið, kríatúrini – og á henda
hátt nøgdsemi við landbrúkið.
Hetta hevur Jóannes dugað –
Hann hevur sæð og lagt seg eftir,
sum ein framburðsmaður innan
sítt yrki, at broytingar skulu til,
og her hevur hann verið undan
gongumaður.
Jóannes er tikin úr leikum
sum frásøgumaður og hevur ein
sjálvsaman vakran málburð. Jó
annes er skemtiligur og framúr
sjónleikari.
Jóannes er ein fittur skilamaður
og góður vinur.
Hjartaliga til lukku við 70 ára
degnum, Jóannes!
Dávur
Nøvn/viðmerkingar