mikudagur 22. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 245 - 22. desember 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Vil tosa um Kekenia
Líkt er til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar at
sissa tey mongu, sum hava funnist at russisku fram-
ferðini í Kekenia.
Tá Putin kom á almenna vitjan í Týsklandi mánadag-
in, segði hann, at hann er sinnaður at tosa við onnur um,
hvussu kreppan í Kekenia kann loysast. Putin segði, at
hann hevði fingið eitt uppskot, sum millum annað ber í
sær, at Týskland og ES skulu virka við til at loysa
kreppuna í Kekenia. -Hesum uppskotinum kunnu vit
taka undir við uttan fyrivarni, segði russiski forsetin.
Týskir embætismenn søgdu, at Putin sipaði til eitt
uppskot, sum ein týsk sendinevnd hevði við sær til
Moskva í november. Sambært embætismonnunum er
ES sinnað at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum at
fáa frið í Kekenia, og samveldið skal hava lovað russ-
um fíggjarligan stuðul til økið í Kaukasus-fjøllunum.
Vitjanin hjá Putin í Týsklandi endaði í gjárkvøldið. Í
Berlin hitti hann Gerhard Schrøder, kanslara, og teir
tosaðu millum annað um forsetavalið í Ukraina. Sam-
bært týskum talsmonnum lovaðu báðir leiðararnir at
virða úrslitið av umvalinum, sum verður annan jóladag.
Taka lívið av sær
32 av teimum monnunum, sum bretska løgreglan hevur
tikið í sambandi við barnaporno, hava valt at taka lívið
av sær.
Blaðið Daily Mail skrivar, at nógvir av teimum 32
monnunum høvdu konu og børn, og at teir kundu rokna
við at gerast arbeiðsleysir, vórðu treir dømdir sekir.
Hetta stóra sálarliga trýstið toldu teir ikki og valdu tí
heldur at gera enda á sær, skrivar blaðið.
Teir 32 bretsku menninir vóru ímillum fleiri túsund,
sum vórðu tikin undir einum stórum átaki ímóti barna-
porno fyri tveimum árum síðani. Í Bretlandi hevur løg-
reglan skrásett 7.200 fólk, sum hava havt samband við
barnapornografiskt tilfar. Av teimum eru umleið 1.600
ákærd, og 1.200 hava longu fingið dóm.
Ov stóran skund
Fíggjarmálaráðharrin í Slovakia, Pavol Rusko, hevði
dekan ov stóran skund, tá hann nú um dagarnar var í
grannalandinum Eysturríki. Á motorvegnum nær-
hendis býnum Linz staðfesti ein ferðmátari hjá løg-
regluni, at ráðharrin koyrdi 220 kilometrar um tíman,
sjálvt um mest loyvda ferðin har er 130 kilometrar um
tíman.
Tann 41 ára gamli ráðharrin fekk góðar 5.000 krónur
í bót, men hann hevur fingið at vita, at hann møguliga
fær størri bót seinni. Ein onnur avleiðing verður
kanska, at hann fær forboð fyri at koyra bil í Eysturríki,
skrivar Reuters.
Tilbuðurin er sera óheppin fyri Slovakia, í Pavol
Rusku er ikki bara fíggjarmálaráðharri, men eisini
varaforsætisráðharri.
Gamal maður
Fornfrøðingar í Sameindu Arabisku Emiratunum hava
funnið beinagrindina av einum manni.
Teir halda at beinagrindin er av einum manni, sum
hevur verið ímillum 20 og 40, tá hann doyði fyri um-
leið 7.500 árum síðani. Er hendan metingin røtt, er
hetta elsta beinagrindin av fólki, sum er funnin á hes-
um leiðum. Fornfrøðingarnir komu fram á beinagrind-
ina í einari fornaldarbygd á oynni Marawah stutt frá
strondini í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Umframt beinagrindina funnu fornfrøðingarnir eitt
spjót og ein ørv úr flintsteini umframt ymisk amboð.
Teir halda, at amboðini stava úr gamla Mesopotamia,
sum nú er Irak.
Bretski forsætisráð-
harrin sýtir fyri at
fylgja einari støðutak-
an hjá hægstarætti
um fólk, sum eru
undir illgruna fyri at
hava samband við
yvirgang. Ístaðin fyri
skal lógin broytast
eitt sindur
LÓGGÁVA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hægstirættur í Bretlandi
hevur staðfest, at partar av
teirri serligu yvirgangslóg-
ini eru í stríð við altjóða
reglur. Serliga vísti rætturin
á, at tann lógargreinin, sum
heimilar myndugleikunum
at varðhaldsfongsla útlend-
ingar í óásetta tíð, stríðir
ímóti altjóða reglunum um
mannarættindi.
Men Tony Blair, forsætis-
ráðhari, vil ikki slaka.
Fyrradagin segði hann í
Undirhúsinum, at hann
kennir seg noyddan at
hugsa um trygdina hjá
bretska fólkinum fyrst.
Hann lovaði, at stjórnin fer
at broyta lógina, men at tey,
sum eru varðhaldsfongslað
sambært yvirgangslógini,
verða ikki latin leys.
Síðani lógin kom í gildi í
fjør, hava bretsku myndug-
leikarnir sett 17 útlendingar
í varðhald, tí illgruni er um,
at teir hava tilknýti til yvir-
gangsfelagsskapin
al-
Qaeda. Ellivu teirra sita
framvegis í varðhaldi, men
enn hava myndugleikarnir
ikki prógvað, at teir hava
gjørt nakað ólógligt, skriv-
ar Reuters.
Sjónvarpsdysturin
mánakvøldið ímillum
tey bæði ukrainsku
forsetavalevnini var
harður, og partarnir
løgdu ikki fingrarnar
ímillum
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Valstríðið upp undir for-
setavalið í Ukraina annan
jóladag kom í hæddina
mánakvøldið, tá tey bæði
valevnini, Viktor Januku-
vitj og Viktor Jusjtjenko,
dystaðust í almenna sjón-
varpinum.
Jusjtjenko var serliga
ágangandi og legði mót-
støðumannin undir at hava
stolið tríggjar milliónir at-
kvøður frá sær á forseta-
valinum tann 21. november.
– Tygum eru ein trúgv-
andi maður, so tygum
kenna boðið um, at ein skal
ikki stjala. Kortini stjólu
tygum tríggjar milliónir at-
kvøður. Men tygum vilja
kanska vera við, at tað er
hægstirættur, sum lýgur, og
at tað eru tygum, sum siga
sanleikan, segði Jusjtjenko.
Viktur Janukovitj svaraði
við at leggja andstøðuna
undir at hava framt kvett í
Ukraina, tí hon vildi ikki
viðurkenna
úrslitið
av
valinum 21. november, og
hann nýtti høvi at minna
Jusjtjenko á, at har eysturi í
landinum vilja fólk vilja
fólk ikki vita av honum.
– Tygum halda, at tygum
fara at vinna, og at tygum
verða forseti í Ukraina.
Men tygum mistaka tygum,
tí tygum verða bara forseti í
einum parti av landinum,
segði Janukovitj.
Jusjtjenko svaraði við at
eggja ukrainum at standa
saman, og hann lovaði, at
sum forseti fer hann at
varðveita góð viðurskifti
við Russland. Kortini legði
hann dent á, at tann gamla
tíðin er farin.
– Higartil hevur Moskva
gjørt av, hvør skal vera for-
seti í Ukraina, men nú
skulu ukrainar sjálvir taka
avgerðina, segði Viktor
Jusjtjenko.
Blair vil ikki slaka
Harður valdystur
Viðhaldsfólk hjá Viktor Jusjtjenko fylgdu valdystinum á stórskíggja