mikudagur 22. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 247 - 24. desember 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Týskland
ger kvetti
Týskarar keypa meiri
enn ein ein triðing av
øllum gassinum, sum
kemur upp úr norska
havbotninum, men sjálvt
um tað er tann norski
staturin, sum er seljari,
fær tann týski ríkiskass-
in meiri burtur úr handl-
inum enn tann norski.
Sambært Aftenposten
endar umleið ein fimta-
partur av søluvirðinum í
norska ríkiskassanum,
og í fjør svaraði tað til
einar seks milliardir
norskar krónur. Men av
tí at týska stjórnin krev-
ur 50 oyru í avgjaldi fyri
hvønn
rúmmetur
av
gassi, sum verður inn-
fluttur, fekk týski ríkis-
kassin einar 12 milli-
ardir norskar krónur
burtur úr norska gassin-
um í fjør, skrivar blaðið.
Kanningar hava eisini
víst, at týsku brúkararnir
rinda meiri fyri gass enn
fólk í øðrum vesturevro-
peiskum londum. Tað
hevur fingið tey norsku
oljufeløgini at stúra fyri,
at týskarar fara at skerja
sína gassnýtslu, men
enn er eingin broyting
hend í so máta, skrivar
Aftenposten.
Akupunktur
ímóti gikt
Amerikanskir granskar-
ar siga seg vera komnar
eftir, at akupunktur kann
hjálpa fólki, sum hava
gikt í knøunum.
Sambært granskaran-
um Stephen E. Straus er
hetta fyrstu ferð, at ein
umfatandi kanning hev-
ur víst, at akupunktur
kann hjálpa ímóti slit-
gikt í knøunum. 570
fólk í aldrinum frá 50 ár-
um og uppeftir tóku lut í
kanningini.
Summi
fingu viðgerð við aku-
punktur, men øll hildu
fram við at taka tann
heilivág, sum læknarnir
høvdu givið teimum
ímóti slitgikt. Tað vísti
seg rættiliga skjótt, at
tey, sum fingu aku-
punktur, høvdu minni
pínu í knøunum og
høvdu lættari við at
ganga enn framman-
undan, sigur Stephen E.
Straus.
Amerikonsku gransk-
ararnir siga, at tey, sum
fingu viðgerð við aku-
punktur, høvdu 40 pro-
sent minni pínu aftaná,
og at tey kundu brúka
knøini 40 prosent meiri
enn frammanundan.
Tvíburðar
snýttu fanga-
vørðar
Ein 18 ára gamal svii,
sum herfyri varð dømd-
ur tíggju mánaðar fongs-
ul fyri harðskap og
stuldur, slapp mána-
dagin úr fongslinum
Kronoberg í Stockholm.
Tað vísti seg, at tann
18 ára gamli hevði havt
vitjan av tvíburði sínum.
Inni í klivanum hevði
fangin latið seg í klæðini
hjá bróðurinum, sum
sjálvur var farin í fanga-
búnan. Tá vitjunartíðin
var liðug, spákaði fangin
út um fongsulsdyrnar,
uttan at nakar av fanga-
vørðunum
óraði
ilt.
Bróðurin fór í klivan at
sita.
Tað gekk kortini ikki
meiri enn ein tími, so
tímdi bróðurin ikki at
sita í klivanum meiri,
men greiddi fangavørð-
unum frá, hvussu vorðið
var. Løgreglan varð boð-
send, og hon kundi við
fingramerkjum
stað-
festa, at tað var tann
skeivi maðurin, sum sat
í fongsli. Hann varð lat-
in leysur, men tann
flýddi er ikki funnin
enn. Løgreglan roknar
kortini við at finna hann
aftur skjótt.
Upp á turt
Tann seinasti kavbáturin
hjá danska herflotanum,
sum hevur verið í drift,
"Sælen", hevur nú verið
í sjónum fyri seinastu
ferð.
Fyrradagin varð kav-
báturin lyftur upp á land
uttan fyri Tøjhusmuseet
í Keypmanahavn, tí í
framtíðini verður hann
ein partur av savninum.
Ætlanin er, at áhugað
skulu sleppa niður í
kavbátin at hyggja at
útgerðini, sum har er, og
so kunnu tey samstundis
fáa eina mynd av, hvussu
tað er at sigla við einum
kavbáti, skrivar Politik-
en.
"Sælen" var í Persa-
flógvanum undir kríg-
num í Irak sum ein part-
ur av danska stuðlinum
til kríggið har.
Tveir franskir tíð-
indamenn komu í
gjár heim eftir at hava
verið gíslar í Irak í
fýra mánaðir. Men
minst 24 útlendingar
og fleiri irakar sita
framvegis gíslar í Irak
GÍSLAR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jacques Chirac, forseti,
breyt jólafrítíðina í Ma-
rokko av, so hann kundi
fara til París at taka ímóti
Christian
Chesnot
og
Georges Malbrunot. Saman
við teimum var Michel
Barnier, uttanríkisráðharri,
sum var farin til Bagdad at
taka ímóti teimum.
Teir báðir tíðindamennin-
ir vórðu burturfluttir í Irak
fyri fýra mánaðum síðani,
og tey flestu høvdu mist
vónina um at síggja teir
aftur á lívi. Nógvir frans-
menn litu kortini á, at
menninir fóru at koma
afturíaftur, tí Frakland var
so hart ímóti álopinum á
Irak.
Burturflytararnir kravdu,
at franska stjórnin skuldi
ógilda lógina, sum millum
annað banar muslimskum
skúlanæmingum í Frak-
landi at hava turriklæði á
høvdinum, men tað vildi
stjórnin ikki. Tað er ikki
greitt, um Frakland er ging-
ið undir aðrar treytir fyri at
fáa menninar leysar.
Higartil í ár eru 120 út-
lendingar vorðnir burtur-
fluttir í Irak. Minst 41 teirra
hava latið lív, og minst 24
eru franvegis gíslar. Talan
er yvirøvur um fólk úr
arabiskum og afrikonskum
londum, men tey hava ikki
fingið somu umrøðu í
altjóða fjølmiðlunum sum
teir báðir fronsku gíslarnir,
skrivar Reuter.
Nógvir irakar eru eisini
burturfluttir. So seint sum
seinasta sunnudag vórðu 10
irakar burturfluttir. Teir ar-
beiddu fyri eitt saudiarab-
iskt felag, sum ger ymsar
uppgávur fyri amerikanska
herin í Irak.
Heimsins minsti
nýføðingur, Rumaisa
Rahman, vigaði bara
243,8 gram, tá hon
varð fødd. Tvíburð-
arsystirin vigaði 567
gram
SMÁ BØRN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Rumaisa Rahman varð bor-
in í heim á Loyola Uni-
versity Medical Center í
amerikanska býnum Mary-
wood fyri trimum mánað-
um síðani. Sama dag kom
tvíburðarsystir
hennara,
Hiba, í verðina.
Nú
tríggjar
mánaðir
seinni eru tær báðar kom-
nar so mikið fyri seg, at tær
sleppa heim til foreldrini,
sum eru av indiskum upp-
runa, skrivar AP.
Rumaisa
vigaði
bara
243,8 gram og var 25
centimetrar long, tá hon
varð fødd. Hon vigaði
sostatt 36,8 gram minni
enn tann higartil minsti
nýføðingurin, sum kom í
verðina á tí sama sjúkra-
húsinum fyri 15 árum
síðani. Tvíburðarsystirin
Hiba var eisini lítil. Hon
vigaði 567 gram.
Tær
báðar
genturnar
vórðu føddar, tá mamman
var komin í 26. viku. Kann-
ingar høvdu avdúkað, at
mamman hevði alt ov høgt
blóðtrýst, og læknarnir
stúrdu fyri, at børnini
kundu fáa mein av tí. Tí
bleiv avgjørt at taka tey við
keisaraskurði.
Fyrradagin vórðu fjøl-
miðlarnir bodnir á sjúkra-
húsið at síggja tær báðar
smáu. Har greiddu læknar-
nir frá, at tað er einki, sum
bendir á, at tær fara at fáa
nakað mein av, at tær vórðu
føddar so tíðliga. Teir
upplýstu eisini, at Rumaisa
vigar góð tvey pund nú.
Foreldrini greiddu tíð-
indafólkunum frá, at navn-
ið Rumaisa merkir "hvít
sum mjólk", og at Hiba
merkir "gáva frá Guði".
Framvegis nógvir gíslar í Irak
Hon vigaði bara 243,8 gram
Rumaisa Rahman vigaði bara 243,8 gram, tá hon varð fødd. Her hevur ein av læknunum lagt aðra hondina undir liðina á
henni fyri at vísa, hvussu lítil hon var
Mynd: Reuters