hósdagur 28. mai 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 29. MAI 2020
SOSIALURIN 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
– Í ár eru 70 ár liðin, síðani Norðlýsið varð bygt, og
vit vildu gera okkurt serligt burturúr. Tað endaði sum
ein stórur matdagur fyri allar føroyingar, og eg ivist
ikki í at tiltakið verður endurtikið, tí tað eydnaðist til
fulnar, sigur Birgir Enni.
– Hvussu fær mann eitt so stórt tiltak at hanga
saman?
– Hatta var eitt spæl at fyriskipa. Lætt og lagaligt.
– Jamen, tit mettaðu 5.000 fólk, og tey skuldu einki
gjalda. Hvussu kann tað vera lætt?
– Tí eg havi royndir og vitan og kenni so nógv fólk,
sum vilja hjálpa mær.
Fyrstu ferð Birgir Enni skipaði fyri einum stórum
mat tiltakið var í 1993. Tá skuldi flokkurin hjá soninum
savna pengar saman til uttanlandsferð, og Birgir skip-
aði saman við hinum foreldrunum fyri einum so nevnd-
um øðudegi á Bursatanga.
– Tann dagurin í 1993 var í veruleikanum start skotið
til, at vit byrjaðu at gera mat umborð á Norðlýsinum.
Birgir Enni tekur ein teldil fram og vísir mær myndir
frá foreldratiltakinum í 1993.
– Vit reinsaðu øður og kræklingar, gjørdu eina
rúgvu av suppu, og tað komu fult av fólki. Fólk komu
við Tróndi av Skálafjørðinum, Rituni av Sandoynni, ja
sjálvt úr Suðuroynni komu fólk. Vit seldu bakkar við
øðum, sum vóru klárir at seta í ovnin, og teir seldu sum
heitt breyð. Tað kvøldið ótu fólk um alt landið øður.
Síðan eru nógvar stórar grýtur við fiskasuppu kók-
aðar, nógvur fiskur royktur og stoktur, og nógvar øður
og nógv igulker matgjørd umborð. Navnið Birgir Enni er
næstan vorðið samheiti við øðrvísi mat úr sjón um, og
tveymastraða skonnartin Norðlýsið er krydd í so at siga
allari ferðabranding av Føroyum. Men matligi undan-
gongu maðurin tykist óavirkaður av stjørnu status inum,
og hann húsast framvegis á teimum tveimum kvatrat-
metrunum, sum lítla gallan í Norðlýsinum fyllir.
– Eg havi fleiri ferðir verið í Singapore fyri at kanna,
hvussu tey gera mat har. Har standa kokkar á rað á
lítlum frímerkjum og ganda tann mest fantastiska
matin fram. Tað er ikki støddin, sum hevur týdning.
– Men hevur tú ikki havt hug at lata egna matstovu
upp á landi?
– Nei, hetta er mín matstova. Hetta er mítt stað.
Føroyska spískamarið í Italia
Turri fiskurin og spikið er farið niðurum, teir báðir vin-
mennirnir eru farnir, og Birgir blaðar víðari á teldlinum
og vísir mær myndir av øðum og iðulkerum. Orðini
renna líka skjótt sum myndirnar á skíggjanum, og
søgur nar hoppa frá skúlaflokki til stór altjóða tiltøk og
víð ari til smáar staklutir í sjómati.
– Veitst tú av, at tað eru 20 milliónir rogn í einari
øðu? Og veitst tú av, at igulker síggja júst líka út, sum
tey gjørdu fyri 100 milliónum árum síðan?
– Hygg her, sigur hann og vísir mær eina mynd
á teldl inum. Hetta er ein búrfiskur. Hann býr á 1000
metra dýpi, er kynsbúgvin, tá hann er 50 ára gamal, og
kann liva, til hann er 200.
– Halt kjaft, vit hava eitt spennandi spískamar. Tað
er so óendaliga fjølbroytt og stórt. Og so arbeiðið at fáa
tað at smakka. Tað er ein kunstur og fantastiska spenn-
andi, sigur Birgir Enni avgjørdur.
Føroyingar hava næstan bara etið tosk, seið og grind
úr havinum. Tvøramenn hava tó havt eina tradition
at fara eftir øðum um várið, men tað var ikki fyrr enn
hann sum ungur kavari luttók í undirvatnsolympiadu
fyri kavarar í Italia, at Birgir Enni veruliga uppdagaði,
hvussu fjølbroyttur sjómatur kann vera.
– Hetta var í 1969, og eg helt tað vera fantastiska
spennandi at síggja, hvussu tey gjørdu mat við øllum
møgu ligum fiskasløgum og upp á allar møguligar
mátar. Eg haldi, at tað var har, at fyrsti neistin tendraði.
Stutt eftir kappingina í Italia fekk Birgir Enni starv
sum kavari í samband við byggingina av brúnni við
Streymin. Tað tók trý ár at byggja brúnna, Birgir var við
øll árini, og har sá hann sama matríkidømi, sum hann
hevði sæð í Italia. Teir ruddaðu øki fyri grót, men fyltu
eisini upp í heilar bátalastir við øðum. Birgir sá møgu-
leik arnar í heimliga tilfeinginum og byrjaði at bjóða
hotellum, matstovum og handlum góðbitarnar
Fyrstur í kjalarvørri Sigmunds
At vera undan sínari tíð hevur altíð eyðkennt maskin-
smiðin, kavaran, kokkin og skiparan úr Suðuroy.
Tá danska matstovan NOMA í 2010 varð kosin
heims ins besta matstova, varð Birgir Enni bjóðaður til
handan ina.
– Eg havi verið í maskinrúminum í Noma frá fyrsta
degi av, og eg havi skaffa teimum eina rúgvu av vørum.
Klaus Meyer, René Redzepi og Pontus Elofsson fóru í
2003 undir fyrireikingarnar at lata gourmetmatstovuna
við norðulendskum mati upp í Keypmannahavn, og tá
vitjaðu teir Birgir Enni. Teir ferðaðust nakrar vikur í
Føroyum, og Birgir vísti teimum, hvussu hann gjørdi
ymiskar rættir úr fiski, øðum, igulkeri og øðrum sjógæti.
– Hví komu teir til tín?
– Tað var kanska tí, at eg í longri tíð hevði arbeitt
við hesum vørunum, sum fá sóu virði í tá. Eg havi verið
fyrstur við nógvum løgnum, sigur hann og flennir.
Í 1970unum gjørdi Birgir Enni vindmyllur saman við
danska Christian Risager, sum var tann fyrsti at hóp-
fram leiða vindmyllur. Birgir las um mannin, helt verk-
ætlan ina vera spennandi og spurdi, um hann kundi
sleppa upp í arbeiðið um veturin, tá einki kavaraarbeiði
var í Føroyum. Vindmyllur vóru eisini framleiddar í
Før oy um og settar upp í Vágunum og Suðuroy. Nakrar
vóru eisini seldar til USA, men trupulleikar við gear-
kass unum gjørdi, at framleiðslan steðgaði.
Áðrenn hann fór í holt við vindin, hevði hann longu
bjóðað havstreyminum av. Sum nýútbúgvin kavari
avgjørdi Birgir Enni nevnliga at svimja somu leið sum
Sigmundur Brestisson úr Stóra Dímun til Sandvík.
– Eg fekk pápa mín at ringja til Fisher Heinesen,
sum var serfrøðingur í streymviðurskiftum, og spyrja
hann, hvussu tað var streymt í Suðuroyarfjørði allar-
halganna dag ár 1002, tí tá meta menn, at Sigmundur
svam um fjørðin.
HALT KJAFT,
VIT HAVA EITT
SPENNANDI
SPÍSKAMAR
Birgir Enni
»Eg havi verið í maskinrúminum
í Noma frá fyrsta degi av,
og eg havi skaffa teimum
eina rúgvu av vørum«