Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 21 j Pápin ringdi og frambar spurningin. Tað var leingi stilt í hinum endanum. So svaraði Fisher: “Hatta er løgn asti spurningurin, eg havi fingið í lívinum.” Men tí- betur ræddist klaksvíkingurin ikki løgnar spurningar og fór at kanna málið fyri unga suðuroyingin. – Fisher roknaði tað út. Hann kannaði almannakkar í Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, og hann taldi fullmánar líka aftur til 1002. Og 22. juli 1972 leyp eg á bláman við Stóra Dímun, og fýra tímar og tjúgu min uttir seinni kom eg inn á Sigmundsgjógv í Sandvík. – Veitst tú um nakran annan, sum hevur svomið handan teinin undan tær? – Nei. Bara Sigmund. Ringt at kappast við Strandferðsluna At síggja virðið og møguleikarnar í tí tilfeingið, sum vit hava, og fáa tað besta burtur úr tí, sum er. Tað hevur onkurs vegna altíð verið kumpasnálin hjá Birgir Enni. Í 1985 sá hann virði í skonnartini Norðlýsinum, sum í veruleikanum ikki var annað enn ein skrokkur. Viku skifti og frítíð fóru til at umbyggja skipið, og síðst í 1980unum byrjaðu teir at sigla við ferðafólkum. Í 1993 byrjaði serliga matgerðin umborð, og í 1995 byrjaðu reglu ligu konsertirnar í Klæmintsgjógv í Hesti. – Eg haldi tað er so ófatiliga spennandi at brúka tað, sum vit eiga, staðfestir Birgir Enni og letur eina nýggja síðu upp á teldlinum. Tað er heimasíðan hjá SEV, sum vísir býtið millum orkukeldurnar. Hann vísir mær, at í løt uni kemur á leið helvtina av streyminum frá grønari orku: vatninum og vindinum. – Eg hyggi at hesi síðuni hvønn morgun og gleðist um, at vit brúka vindin og vatnið til nakað skilagott. Og so brúki eg eisini síðuna sum veðurforsøgn saman við øllum hinum veðursíðunum. Í fjør summar var veðrið serliga gott, og Norðlýsið avlýsti fáar túrar. Í ár er tað øvut. Birgir hevur verið noyddur at avlýsa túrar hvørja viku, og seinastu trý viku skiftini hevur næstan ikki verið siglandi. – Tað er ótrúliga keðiligt. Tað er nú, at eg skal vinna pengar nar, tí tað er nú, at ferðafólkini eru her. Men eg kann ikki krevja pengar fyri tænastur, sum eg ikki veiti. So eg eri bara noyddur at brynja meg við toli. Tað er tó ikki bara veðrið, sum bjóðar summar sigl- ing ini hjá Norðlýsinum av. Strandferðslan er eisini ein forð ing. – Við Strandfarðarskipum Landsins gjalda útlendsk ferða fólk millum 30 og 60 krónur fyri túrar til Nólsoyar, Fugloyar og Mikines. Hetta eru góðir prísir fyri tey lokalu, um tað almenna vil stuðla útjaðaranum, men hetta eru láturligir prísir til vanlig ferðafólk. Vit vilja hava eina ferðavinnu, men tá hesi ríku fólkini so koma, so loyva vit teimum ikki at gjalda. Tað hoyrist, at Birgir ilskast. Hann greiðir frá, at hann hevur roynt at tosa við politikkarar um hetta. Men eingin vil gera nakað við tað. Tað er so deiliga ómaka leyst at senda rokningina til skattgjaldaran. Strand ferðslan koyrir við dýrum undirskoti, men eingin hugsar um inntøkumøguleikar. – Ferðafólk ringja til mín og spyrja, hvussu nógv ein túrur út til Borðuna og Nólsoynna kosta, og so flenna tey, tá eg sigi prísin, tí tey kunnu koma út har við Strand ferðsluni fyri ein tíggjunda part av okkara prísi. Og tað er sama skil við tyrluni. Strandferðslan oyði legg- ur alt privat virksemi í ferðavinnuni, men politikk arar gera einki við tað, og miðlarnir tiga. Nógv størri enn nøkur dómkirkja Føroyska ferðavinnan er í menning, men hennara vøkstur krevur meira enn saltvatn og góðan vind. Birgir Enni vísir á, at tað hevur tikið tíð og nógv arbeiði at koma har til, sum vit eru í dag. Og vilja vit halda á at menna hesa vinnu – eisini innanoyggja – so mugu vit gera nakað við tað. Vit mugu skapa fortreytir fyri privat um virk semi, og vit mugu menna teir førleikar, sum skulu til. – Vit hava eitt hav, sum er fult í fjølbroyttum mati. Men vit mugu eisini læra okkum at fáa tað besta burtur úr hesum tilfeingi. Fiskur smakkar fantastiskt, tá tú ansar eftir ikki at kóka smakkin burtur. Og øðurnar mást tú eisini fara varliga við. Nógvir kokkar duga ikki at opna øðuna og fáa hana livandi út, tí tú skalt lirka og loysa nakrar vøddar. Matgerð er er ein kunstur, sum vit eiga at hava nógv størri virðing fyri. Í fjør varð Birgir Enni biðin um at gera mat í sam- band við ein tónleikafestival í Hollandi. Nordic Delight Festival nevndist hann, og konsertirnar vóru í einar stórari dómkirkju og gomlum bygningum kring kirkjuna. Pontus úr Noma stóð fyri víninum, og Birgir Enni fyri matinum, sum hann hevði við sær úr Føroyum, millum annað 1200 øður. Í løtuni er hann bundin at summarsiglingini hjá Norð lýsinum, men tá heystið nærkast fer hann út aftur at ferðast til ymiskar arbeiðsuppgávur. Einki bendir á, at 66 ára gamli Birgir Enni ætlar at slakka av. Hann hevur framvegis nógvar, stórar verk- ætlanir í kvittanum, og hann hevur framvegis mót og treiskni at føra tær út í lívið. Ein av teimum heilt stóru verk æltalunum er ein útbygging av ferðavinnuni í Hesti. – Nú skal eg vísa tær nakað, sum ikki hevur verið alment frammi fyrr. Birgir blaðar aftur á teldlinum og tekur eitt kort av Hesti fram á skíggjan. – Konsertirnar, sum vit skipa fyri við Norðlýsinum í Klæmintsgjógv, eru øgiliga bundnar at góðum veðri, og so havi eg hugsað um, hvussu vit kunnu skapa nakað, sum er meira støðugt. Hann vísir mær myndir innan úr Klæmintsgjógv og greiðir frá, hvussu Klæmintsgjógv er knýtt saman við Trongugjógv og Húsagjógv í einum øvutum F’ið. – Hetta er ein ótrúliga spennandi verkætlan, sum tit fara at frætta nærri um seinni. Birgir smílist. – Vit hava nøkur náttúruskapt hølir, sum eru nógv størri og nógv flottari enn størstu dómkirkjurnar í Evropa. Tað ræður bara um at síggja møguleikarnar og gera nakað við tað. Ferðavinnan er størsta vinnan í heim inum. Øll hava spart upp til aldurdómin og vilja hava okkurt at brúka pengarnar til. – Ert tú blivin ríkur upp á allar hesar verkætlanirnar hjá tær? – Nei, og tað interesserar meg heldur ikki. Eg havi eitt stað at vera, og eg sleppi at flyta meg runt í verðini, so eg skal ikki klaga. Men lívið er so stutt, eg vil heldur brúka tað til at skapa. Birgir flytir ein kopp undir ein leka. Regnið oysir nú niður uttanfyri, og tað hoyrist, at hann øtlar veðrið. – Skapanargleðin er tann størsta drívmegin í øllum universinum. Tú livir optimalt, tá tú ert í ferð við at skapa okkurt saman við øðrum, tá tú ert við til at seta nakað í gongd. Hann leggur teldilin frá sær. – Tá er stuttligt at liva. Myndir: Fotostudio/Finnur Justinussen – Eg havi fleiri ferðir verið í Singapore fyri at kanna, hvussu tey gera mat har. Har standa kokkar á rað á lítlum frímerkjum og ganda tann mest fantastiska matin fram. Tað er ikki støddin, sum hevur týdning, sigur Birgir Enni ÁÐUR PRENTAÐ Í MENTANARBLAÐNUM HJÁ MIÐLAHÚSINUM 26. JUNI 2015