Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 22 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 41. partur N ú eru vit komin til árið 1934. Fyrst í árinum var eldur í Tvøroyrar klubba. Tá ið sløkkilið kom á staðið, var longu nógvur eld­ur í ovastu hædd, men tað eydn­aðist at sløkkja, áðrenn skað­ in bleiv ov stórur. Hetta sløkki­ ar­beiðið var eitt gott prógv um, hvussu hjálpsom fólk vóru, tá ið á stóð. Tá í tíðini var tað ikki vanligt, at fólk tryggjaðu húsini. Tað var tó neyðugt, tá ið lán vóru í húsinum, men tá ið lánið var goldið, var tryggingin ofta ógildað. Eg minnist, at tá ið klubbin brendi kom ein granni hjá klubb­ anum til mín at fáa húsini tryggj­ aði beinanvgin. Eg segði honum, at hetta bar sjálvsagt ikki til, sum støðan var. Men hann kundi koma aftur dagin eftir. Men tá var vandin av, og hann kom heldur ikki. Javnaðarflokkurin fær valdið á Tvøroyri Tann 29. januar var kommunuval á Tvøroyri. Nýggja kommunustýrið skuldi ikki taka við fyrr enn á nýggjárinum. Javnaðarflokkurin fekk 181 atkvøður og 5 limir valdar. Keyp­ mannalistin fekk bara 81 at­ kvøður og tveir menn valdar. Herluf Thomsen, sum hevði verið formaður, stillaði ikki upp aftur. Nú byrjaði eitt nýtt tíðarskeið hjá Froðbiar sókn við Petur Mohr Dam á odda í kommunustýrinum. Vandaferð við Smirli Tann 27. mars hevði Sambands­ flokkurin floksfund í Havn, har veljast skuldu limir í nevndini, sum skuldi samráðast við donsku stjórnina um eina fíggjarætlan (finansplan) fyri Føroyar. Sam­ bands­flokkurin fekk tríggjar limir, sjálvstýrisflokkurin tveir og javnaðarflokkurin ein lim. Fyri sambandsflokkin vóru valdir Andras Samuelsen, Ole F. Joensen, vanliga kallaður Óli í Skúla, Klaksvík og eg sjálvur. Dagin eftir fór eg suður við Smirli. Hetta bleiv ein dramatisk ferð. Ættin var sunnan, og tað var nakað av aldu. Tá ið vit komu suður um Skálhøvda, loysti stýri­ maðurin skiparan av. Eg stóð á afturdekkinum og fekk fríska luft og sá, at tað varð stýrt nær landi. Men so sá eg, at tað varð stýrt millum Dalsfles og Sand­oynna. Eg føldi á mær, at her kundi okkurt fara at henda. Beint eftir, at Smiril var komin gjøgnum sundið, kavaði hann og fekk ein sjógv inn á forskipið. Hetta gjørdi, at akkerið fór at renna út. Tað fóru 30-40 favnar av ketu, áðrenn bremsan á spælinum virkaði. Skipið misti ferðina, og vit róku móti flesini. Tað var í síðstu løtu, at Smiril fekk so frægt av ferð, at vit sluppu undan at fara á land. Um tað hendi kundi tað lættliga kosta mannalív, so ringt var veðrið. Yvirmaðurin, sum var á brúnni, ásannaði eisini, at tað var skilaleyst at sigla gjøgnum sundið. Kanska hevur hann roynt at gera seg upp. Skilti kravið um kontant lønargjald Tann 14 apríl 1934 varð lýst verk­ fall í sambandi við kravið frá arbeið­arunum um kontant gjald av lønini. Eg helt tað vera stóra skomm fyri arbeiðsgevararnar, at teir noktaðu at gjalda lønina kontant, men bara vilja lata vørur fyri hana. Dagin eftir kom ein dampari við eini saltlast, sum ikki varð lossað orsakað av verkfallinum. Skipið fór til Havnar í staðin. Tann 16. apríl fekk eg eitt fjar­ rit frá Gudmundi Mortensen um at fáa løgreglumenn úr Havn í sambandi við, at Tjaldur skuldi lossa. Men tað kundi ikki fallið mær inn at tilkalla politistahjálp, tá ið verkfallið var um eitt slíkt krav, sum her var talan um. Dagin eftir kom Tjaldrið. Nógv fólk vóru á bryggjuni, men øll vóru friðarlig. Á land kom postur og kjøt og aðrar vørur, sum lættliga kundu spillast. Hetta var góðkent av arbeiðsmannafelagnum, og so helt Tjaldrið fram til Vágs. Loksins sóu arbeiðsgevarar, at hetta kundi ikki bera til, og teir góðtóku kravið um at lønirnar skuldu gjaldast gjøgnum eina løngjaldsstovu. Gud havi lov, at tað gekk sum tað gekk. Tann 18. apríl fekk Johan preli­ minerprógv, og hann var best­ ur. Hann er ein góður og fittur drongur. Um hann heldur fram á henda hátt, so fer hann fram­hald­ andi at vera til gleði fyri okkum. Eg ynskti at Várharra vildi signa hann og hinar dreingirnar. Mourentius føldi seg forfjónaðan Í døgunum 25. til 28. apríl var eg í Havn á fundi í búnaðarnevndini hjá løgtinginum. Tá fekk eg vitj­ an av mínum gamla vini Mour­ entius við Stein. Eg skilti, at hann fegin vildi vera limur í um­røddu nevndini, sum skuldi tingast við donsku stjórnina. Men eg kundi bara siga honum, at har kundi eg einki gera. Hetta var eitt inn­an­ hýsismál í javn­að­ar­flokk­inum. Men eg skilti hann væl. Hann hevði verið floksformaður og føldi seg settan til síðis av Petur Mohr Dam. Tað hevði verið munur á M.S. Viðstein sum formann. Hann var meira sáttligur og sakligur. [Her skal skoytast upp í, at al­ menna søgan sigur, at Viðstein var meira kommunistiskur, með­ an Dam helt seg til altjóða javn­ að­arrørsluna. Men hetta sigur Kristian ikki. Mourentius var sum blaðungur meira ”reyður”, men Kristian kendi hann sum ein hógligan politikara. ój] Sandsprestur var vinur við Kaj Munk Í mai var eg á Sandi, har eg var bráðfeingis formaður í landbún­ að­arnevndini, tí sýslumaðurin á Sandi var ógegnigur. Allir hinir limirnir vóru eisini ógegnigur, tí hevði eg tveir bráðfeingis limir við mær úr Suðuroy. Vit skuldu viðgera eitt ógvu­ liga torført mál, og vit sótu út á náttina at fáa greiði á tí. Dagin eftir var úrskurðurin gjørdur, og fingu vit at vita, at all­ir partar vóru nøgdir og fegnir Politikkur fyllir nú meira og meira av lívinum hjá Kristiani. Hann er eisini við, tá ið farið verður til Danmarkar at tingast við stjórnina SIÐSØGA SJÁLVANDI SKULDU ARBEIÐARAR FÁA LØNINA KONTANT Kristian Djurhuus: Kristian var mangan baldrutan túr við Smiril Povel Blicher Winther, prestur á Sandi í mong ár, var vinur við Kaj Munk