Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 23 Komandi partur Nú er aftur vitjan av flogfari á Tvøroyri. Í politikkinum er støðugt stríð um landbúnaðarmálini. um, at eitt áralangt stríð var endað við hesum. Í hesum sambandi hitti eg konu prestin Blicher Winther. Tey bæði vóru ógvuliga ymisk. Blich­er Winther, sum var prestur í Sandoynni frá 1930 til 1970, var meira tunglyntur á yngri árum, með­an konan var ógvuliga lætt­ lynt. Hon var ógvuliga lívsglað og ógvuliga musikalsk, og hon gav ókeypis tónleikaundirvísing á Sandi. Tey bæði fóru seinni frá hvørjum øðrum. Blicher Winther kom javnan til Havnar, har hann búði á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Eg kom at kenna hann sum ein dámligan mann. Hann var heið­ur­ligur, og hann var ein góður prædiku­ mað­ur. Hann lisið saman við Kaj Munk, kenda danska prestinum, sum varð myrdur av týskum hand­langarum undir týsku her­ set­ingini vegna sín mótstøðu móti nasistunum. Kaj Munk var eina ferð í Før­ oyum og vitjaði á Sandi. Tá ið hann fór avstað til Danmarkar við Sleipner var eg eisini við, og vit hittust umborð. Undir krígnum hevði Blicher Winther fyrilestur um Kaj Munk á eini samkomu, sum var fyriskipað Frit Danmark rørsluni, har eg var við. Tað var sera áhugavert at hoyra Blicher Winther greiða frá teirra lestrartíð saman. Mostur var kendur heimadoktari Tá ið eg kom aftur til Havnar fór eg til jarðarferðina hjá mostur míni, Anna Sofia Danielsen. Hon var gift við C.C. Danielsen, sum m.a. var kendur sum sparikassa- og postverkstjóri, og sum virkin í Meinigheitshúsinum. Hon var kend sum heima­ dokt­ari, sum kundi lekja nógvar sjúkur, sum svullir og gikt, har lækn­arnir mátti kasta frá sær. Har vóru nógv sum fylgdu henni. Mill­um berararnar vóru Martin, beiggi mín, og eg sjálvur. Anna Evensen, gift við próst­ in­um Evensen, hevur hesa áhuga­ verdu lýsingina av Onnu Sofíu í sín­um endurminningum: Der var en Frue i Thorshavn, der havde ganske mærkelige Evner til at kunde helbrede Syge. Hend­es Fader havde den samme mærke­lige Evne, han var det man hernede kalder "Klog Mand". Da Fruen var Barn, lurede hun uden­ for Faderens Dør, naar han havde Pa­tienter, for at opfange Raad. Saadan interesserede hun sig alle­rede den gang for det. Hun læste i gamle Bøger og Opskrifter, samlede Urter og kogte dem og havde altid nogle Krukker staaende med noget i. Hendes højeste ønske var blot at kunne hjælpe sine Med­menn­ esker. En Dag kom der en Mand ind til hende i Thorshavn og sagde: "Gode fru Danielsen, de maa hjælpe mig, jeg har Koldbrand i Armen". – "Nej, det kan jeg ikke, De maa gaa til Fysikus (læknan)". "Men Fysikus vil sætte Armen af, hjælp mig, gode fru Danielsen." – "Naa ja, lad mig da se Armen." Manden smøgede Frakken og Skjorteærmerne op over den tykke blaa Arm. Da fru Danielsen havde set lidt paa den, tog hun en Naal og stak den ind i en af Aarene ved Haandledet, strøg med Haanden Armen ganske langsomt oppe fra og nedad, idet hun sagde: "Hjælp mig Jesus." Hun blev ved med at stryge Arm­ en, indtil der kom nogle Draaber Blod. Dagen efter gentog det samme sig og saa fremdeles. Jeg tror at hun stak Naalen ind hver Dag. En Maaned efter var Mand­ en rask. Denne Arm vilde lægen sætte af helt oppe ved Skulderen. Der var en Sømand, Debes, der havde faaet beskadiget Tomm­el­ fing­eren, saa der gik Koldbrand i den. Debes gik til Lægen, der sagde, at han vilde tage hele Haand­en: "Men kom paa Mandag, saa skal jeg afgøre det." Dette var om Lørdagen. Den næste Dag, altsaa om Søndagen, gik Debes over til Fruen og bad hende, om hun ikke vilde hjælpe ham. "Nei, De maa skam gaa til Doktoren med den Finger," svarede hun. "Til Doktoren! Men han vil tage hele Haanden" – "Naa, saa faar vi se, kom igen i morgen." Om Man­dagen gik han i en stor Bue uden­om Lægeboligen og ned til hende, og hun tog ham saa under behand­ling. Fjorten Dage efter var han rask. Jeg fik engang Eksem paa Pand­en, og jeg var ogsaa nede hos hende. Naar jeg gik til og fra hende, havde jeg et stort og tæt Slør paa for at Lægen ikke skulde kende mig. Ogsaa mig kur­er­ede hun. Hendes Ry er stedse stig­ ende, og der kommer Syge til hende fra snart sagt alle Øerne Niður at samráðast Dagin eftir var fundur í sendi­ nevnd­ini, sum skuldi til Dan­ mark­ar at samráðast við donsku stjórn­ina, og tann 7. juni fóru vit av­stað við Tjaldrinum. Vit komu til Keypmanna­ havn­ar á morgni tann 11. juli og vóru sama fyrrapart á fundi í for­sætismálaráðnum. Løgmála­ ráð­harrin, Zahle, bjóðaði okkum vælkomnan og vónaði, at sam­ ráð­ingarnar fóru at geva eitt gott úrslit. Síðan tóku embætismenn yvir. Seinni bjóðaði Zahle til døg­ urða á Christiansborg. Eina løtu seinni møtti Stauning upp. Tað var sagt, at hann hevði verið ball­ing­artúr. Eg helt eisini at tað sást á honum, men sum frá leið bleiv hann meira og meira edrúur. (Tað var alment kent, at Stauning kundi vera nakað vátligur.ój) Talur vórðu eisini hildnar av báðum pørtum. Dagin eftir gjørdu vit eina semju í høvuðsheitum, sum skuldu viðgerast á ráðharrafundi dag­in eftir. Tað vóru fleiri aðrir fundir. Eis­ ini vóru vit bodnir á eina útferð við torpodebátinum Hvalrossen. Tað var stuttligt og spennandi at sigla við einum so skjóttgangandi skipi. Tann 18.juni skrivaðu vit undir eina endaligu avtalu. Vit fóru heim um Noreg, har vit vitjaðu nógva staðni. Vit vóru eisini bodnir til samkomu og døgurða hjá Norrøna felagnum. Í Noregi høvdu fjølmiðlar stór­an áhuga fyri okkara vitj­an. Millum hesar var Bergen Aften­ blad, sum hevði eina samrøðu við meg. Her greiddi eg frá, at tað, sum vit serliga samráddust við donsku stjórnina um, var játtanir til vegir og havnir, sum vit hava stóran tørv á í Føroyum. Greiddi eisini frá, at Føroyar vóru raktar av eini stórari van­ lukku við forlissinum av Nólsoy og Neptun sama ár við tilsamans 43 monnum. Teir flestu vóru for­ syrgjarar, antin sum giftir menn ella sum synir hjá gomlum for­ eldr­um. Andras Samuelsen var tó ikki við til Noregs. Hann visti, at Jó­ annes Patursson hevði nógvar politiskar vinir í Noregi, og tá kundi onkur politikkur spyrjast burtur úr, sum hann ikki legði í at koma upp í. Tað var kanska líka frægt hjá Andrasi at sleppa sær burtur úr tí. Vónbrotnir kolamenn Tá ið vit komu heim vórðu Dam og eg bidnir av arbeiðarafelagnum um at greiða frá samráðingunum í Fylking. Har møttu 100 arbeiðarar, sum við áhuga lurtaðu eftir okkara framløgum. Tað merktist týðiliga, at teir høvdu vónað, at nú fór meira gongd at koma á kola­framleiðsluna. Tí var tað eitt vónbrot, at einki var komið burt­ ur úr á tí økinum hesa ferð. Tað var lætt at skilja. Tjaldrið varð lossað á Tvøroyri hóast verkfall Mostur Kristian, Anna Sofía, kláraði tað, sum læknarnir ikki dugdu. Her saman við manninum C.C. Danielsen Danir vóru blíðir við føroysku sendinevndina. Teir vóru bodnir við túr við Hvalrossen