mikudagur 22. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 245 - 22. desember 2004
Skattalættin kann føra til verkfall í vár
Skattalættin, sum nú
er samtyktur, kann
gera, at lønarkrøvini
fara at verða størri
enn tey annars høvdu
verið, tá ið samráðing-
ar um nýggjan sátt-
mála verða í vár, sigur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
SKATTALÆTTI OG
LØNARKRØV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–
Hetta
er
ómetaliga
óheppið fyri friðin á ar-
beiðsmarknaðinum.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, stúrir fyri, at skattalætt-
in, sum nú er samtyktur, fer
at elva til trupulleikar á ar-
beiðsmarknaðinum, tá ið
sáttmálasamráðingar verða
aftur við arbeiðsgevararnar
í vár.
Men verða verkfall ella
aðrir trupulleikar í sam-
ráðingunum í vár, ivast
hann heldur ikki í, hvør
hevur skyldina.
– Fara trupulleikar at
stinga seg upp í samráðing-
unum í vár, er tað ein trup-
ulleiki, sum politikararnir
hava skapt. Sostatt mugu
tey, sum hava samtykt
skattalættan, eisini átaka
sær skyldina, skuldi verk-
fall ella annar ófriður tikið
seg upp í lønarsamráðing-
unum í vár.
Hans Joensen vísur á, at
við skattalættin fær ein við
háinntøku fleiri ferðir so
stóran skattalætta, sum eitt
tímalønt verkafólk.
– Sostatt hava landsstýrið
og Løgtingið gjørt gjónna
ímillum tey tímaløntu og
tey vælbjargaðu í samfel-
agnum enn størri enn hon
var frammanundan.
Og fyri tveimum árum
síðani vóru arbeiðarafeløg-
ini í drúgvum verkfalli, júst
tú tey ikki vildu góðtaka, at
gjógvin ímillum tey tíma-
løntu og tey háløntu bleiv
størri.
Formaðurin í Havnar Ar-
beiðsmananfelag førdi ferð
eftir ferð fram, at hetta var
høvuðsorsøkin til verkfall-
ið seinast og sostatt vórðu
lønarkrøvini, sum tey vóru.
Tí heldur hann, at skatta-
lættin, sum nú er samtykt-
ur, og sum gevur einum
vælbjargaðum ferðir so
stóran skattalætta sum ein-
um tímaløntum, er ómeta-
liga óheppin fyri friðin á ar-
beiðsmarknaðinum,
nú
beint uppundir samráðing-
arnar, sum verða longu
síðst í apríl.
Um skattalættin fer at
føra til at lønarkrøvini fara
at verða hægri enn tey
annars høvdu verðið, veit
hann ikki.
– Eg eri ikki einsamallur
um at áseta lønarkrøvini.
Men eg standi fast við sjón-
armiðið um, at gjógvin
ímillum lágløntar og há-
løntar føroyingar má ikki
veksa. Tí skal ongin ivi
verða um, at stendur tað til
mín, verða lønarkrøvini sett
somikið høg, at gjógvin
minkar aftur.
Men hann væntar, at ar-
beiðarafeløgini fara at tosa
saman um støðuna í góðari
tí uppundir samráðingarnar
í apríl.
Meiri neyðugt enn
nakrantíð
Annars hevur Hans Joensen
ferð eftir ferð gjørt seg til
talsmann fyri, at arbeiðara-
feløg, arbeiðsgevarar og
landsstýrið fara undir trý-
partasamráðingar um løn-
arvøkstur og skattapolitikk
fyri at linka trýstið á lønir-
nar.
Hann heldur, at skatta-
lættin, sum nú er latin, vís-
ur, at tað er tað hevur størri
týdning nú enn tað nakran-
tíð hevur havt.
– Hetta vísur, at hvørja
ferð er tað arbeiðarin, sum
er við sviðusoð. Samstund-
is veksur gjógvin ímillum
arbeiðaran og tey vælbjarg-
aðu meiri og meiri.
– Og fáa vit ikki trýparta-
samráðingar í lag um viður-
skifti á arbeiðsmarknaðin-
um, kemur ikki broyting í,
sigur hann.
Tí harmast hann um, at
tað ikki er so frægt, at fak-
feløgini á privata arbeiðs-
marknaðinum kunnu semj-
ast um slíkar trýpartasam-
ráðingar.
Hann vil ikki siga tað
sjálvur, men hann sipar til
forkvinnuna í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, sum hev-
ur ført fram, at skattapolit-
ikkur og lønarsamráðingar
eru hvør sítt mál, sum ikki
skulu blandast saman og
sum tískil heldur ikki tekur
undir við trýpartasamráð-
ingum.
– Hesuferð eru tað ikki
arbeiðsgevararnir,
sum
hava víðkað gjónna ímill
um verkafólkið og hava økt
stættarmunin í Føroyum.
– Tað eru politikararnir
og hetta vísur, hvussu neyð-
ugt tað er hjá okkum at fáa
politiskt forstáilsi fyri okk-
ara støðu. Fáa vit ikki tað,
eru als ongi útlit fyri at
stættarmunurin í føroyum
fer at minka.
Hans Joensen heldur eis-
ini, at skattalættin vísur
somuleiðis, at verkafólkið
eigur ongan góðan í polit-
ikki í dag og tí eru vit so
ómetaliga illa fyri. Sjálvt
javnaðarflokkurin, sum er
sprottin úr arbeiðararørsl-
uni, hevur gjørt ein rossa-
handil fyri at sleppa í sam-
gongu og tað er skattalættin
eitt urslit av.
– Men so mikið størrri
týdning hevur tað, at vit fáa
viðurskiftini í rættlag við
trýpartasamráðingarnar, tí
tá ið vit ikki hava nakran
sum røkir okkara áhugamál
politiskt, mugu vit gera tað
sjálvi.
Enn einaferð er stað-
fest, at tey, sum siga
seg umboða verka-
fólkið í politikki,altíð
eru til reiðar at selja
seg sjálvi fyri at varð-
veita maktina, heldur
forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
SKATTALÆTTIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta var dýrt keypt hjá
javnaðarflokkinum.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, er ógvuliga vónbrot-
in av, at samgongan, við
javnaðarflokkinum á odda,
samtykti skattalættan, so-
leiðis sum hann er orðaður.
Soleiðis sum skattalættin er
snikkaður saman, verða tað
tey vælbjargaðu, sum fáa
nógv tann størsta skatta-
lættan, samstundis sum tey
tímaløntu fáa lítlan og
ongan lætta.
Sostatt hevur samgong-
an, við javnaðarflokkinum
á odda, staðfest, at stættar-
munurin í Føroyum skal
økjast enn meiri enn hann
er, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon sigur samstundis,
at hon enn einaferð stað-
festir, at tá ið tað kemur til
stykkis, eigur verkafólkið
ongan góðan í politikki.
– Tá ið sonevndu ar-
beiðaraflokkarnir, javnað-
arflokkurin og tjóðveldis-
flokkurin, sita í andstøðu,
eru tey altíð fús at halda við
verkafjøldini. Men so skjótt
teir koma í samgongu, eru
teir til reiðar at selja síni
sjónarmið fyri at varðveita
maktina.
– Hetta høvdu vit ikki
væntað at javnaðarflokkin-
um, sigur Ingeborg Vinther.
– Og tað, sum vit nú hava
staðfest, er, at løgtingslimir
og
landsstýrislimir
hjá
javnaðarflokkinum
hava
givið sær sjálvum og hinum
hágløntu í samfelagnum,
ein skattalætta upp á 6000
krónur um árið, samstundis
sum tey lágløntu verkafólk-
ið fingu einar 800 krónur
um árið.
– Tað er væl javnað,
heldur Ingeborg Vinther.
Men nú siga javnaðar-
menn, at afturfyri skatta-
lættan, hava teir fingið
hinar flokkarnar at góðtaka,
at samhaldsfasti eftirlønar-
grunnurin hækkar mun-
andi. Er tað ikki eitt plástur
á sárið?
– Eg veit ikki. Vit taka al-
tíð undir við, at bøtt verður
um eftirlønarviðurskiftini.
Men eg haldi, at samhalds-
fasti var dýrt keyptur hjá
javnaðarflokkinum.
Vit
droymdi ikki um, at prísur-
in fyri at hækka samhalds-
fasta, eisini skuldi vera ein
skattalætti til tey vælbjarg-
aðu. Tað droymdu vit ikki
um, at javnaðarflokkurin
fór at góðtaka, sigur Inge-
borg Vinther.
Vildi tú kanska heldur, at
samhaldsfasti ikki varð
hækkaður, nú tú heldur at
prísurin var so høgur?
– Tað vil eg ikki siga, tí
tað er avgjørt tørvur á at
bøta um eftirlønarviður-
skriftini. Men eg haldi, at
javnaðarflokkurin
hevur
boygt seg alt ov langt,
heldur Ingeborg Vinther.
Hava beint fyri trý-
partasamráðingunum
Í aðrari grein um skatta-
lættan, heldur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, at hetta vísir, at tað nú
er meiri neyðugt enn nakr-
antíð við trýpartasamráð-
ingum.
Hinvegin heldur Inge-
borg Vinther, at við skatta-
lættanum hevur landsstýrið
beint fyri øllum møguleik-
um fyri trýpartasamráðing-
um.
– Soleiðis sum landsstýr-
ið hevur borið seg at, ber
als ikki til at tosa um trý-
partasamráðingar. Við at
geva lágløntum 800 krónur
í skattalætta og sær sjálvum
6000 í skattalætta, hava tey
tikið grundarlagið undan
trýpartasamráðingum.
Nú er tað ongin loyna at
tú hevur stuðlað javnaðar-
flokkin. Er hetta at ganga
verkafólki so nær, at at tú
fer at umhugsa tína støðu í
flokkinum?
– Tað havi eg als ikki tik-
ið støðu til ella umrøtt yvir-
høvur!
Ingeborg Vinther stað-
festir kortini, at øll hesi
seinastu árini er stættar-
munurin alsamt øktur í
Føryum, tí lønarhækkingar
verða altíð roknaðar í
prosentum.
Og 10% í lønarhækking
av eini høgari inntøku er
nógv meir enn 10% av eini
lágari inntøku.
– Nú kemur so skattalætt-
in og gevur háginntøkum
stóran skattalætta og sostatt
økist stættarmunurin enn
meir.
Men um hetta fer at
ávirka lønarsamráðingarnar
í vár, veit hon ikki.
– Arbeiðarafeløgini fara
at tosa saman um, hvussu
tey skulu fyrihalda sær í
samráðingunum við ar-
beiðsgevararnar, um tey
skulu samráðast saman og,
hvørji feløg skulu samráð-
ast saman. Og tá fara vit
eisini at tosa um lønarkrøv-
ini og fyrrenn tá, ber ikki til
at siga nakað um lønar-
krøvini.
Hetta var dýrt keypt hjá javnaðarflokkinum
Skattalættin, sum nú er
samtyktur, er ómetaliga
óheppin fyri friðin á
arbeiðsmarknaðinum, heldur
hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag
– Hetta var væl javnað av javnaðarflokkinum, sigur ein sera
vónsvikin Ingeborg Vinther