mikudagur 22. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 247 - 24. desember 2004
Magnus Magnussen, kommunulækni:
Hetta er sum ein dreymur
Nýggja læknamið-
støðin í Klaksvík er
klár at taka í nýtslu. Í
hesum sambandinum
hava vit sett Magnusi
Magnussen, einasta
fastsetta kommunu-
lækna í Klaksvík,
stevni til eitt prát um
nýggju umstøðurnar
og støðuna við
kommunulæknum
HEILSUVERKIÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Fyrst í komandi ári flyta
kommunulæknarnir
í
nýggju læknamiðstøðina,
sum hevur staðið í gerð
seinastu tvey árini.
Einasti kommunulæknin
í føstum starvi, Magnus
Magnussen, gleðir seg sera
nógv til at sleppa til arbeið-
is undir nýggju og munandi
betru
umstøðunum
við
Sandin.
– Vit hava prátað um hesa
verkætlanina í so mong ár,
at tað er næstan um ein
dreymur, sum nú er vorðin
veruleiki, sigur Magnus
Magnussen.
Hann og tveir vikarar
koma at arbeiða í nýggju
læknamiðstøðini frá fyrst í
komandi ári. Men tað er ein
sannroynd, at hóast karmar-
nir nú eru av teimum bestu,
so stendur ikki væl til á
kommunlæknaøkinum
í
Klaksvík.
Teir báðir vikararnir, sum
nú eru í starvi, fara báðir í
komandi ári. Tann eini í
mars og hin komandi
summar. Og so er bara
Magnus eftir. Hetta er ikki
nøkur nýggj støða fyri
Magnus, og hann veit, at
tað fara at koma aðrir í
staðin fyri hinar. Men tað er
ikki ein optimal støða, tá ið
ræður um kommunulækna-
økið.
– Dygdin á hesum økin-
um er jú kontinuiteturin.
Tað mugu fastir kommunu-
læknar
til,
staðfestir
Magnus.
Umstøðurnar lokka
Magnus hevur ikki tal á,
hvussu nógvar ymiskar
starvsfelagar, hann hevur
havt seinastu árini, síðani
Steingrímur Weihe fór úr
sínum starvi.
– Í fyrstuni var tað ræðu-
ligt. Tað vóru Jaspur og eg,
og so komu vikarar í stutt
tíðarskeið fyri Steingrím.
Vit tosa um tríggjar og fýra
vikur millum skiftini, men
so batnaði tað so líðandi.
Og í fjør var helst tað fræg-
asta árið, tá tað kemur til at
finna vikarar, sum kundu
steðga í eitt longri tíðar-
skeið, greiðir Magnus frá.
Hann heldur fram, at
felags fyri nærum allar vik-
ararnar, sum hava verið her,
er, at teir hava sagt, at um-
støðurnar ikki hava verið
nøktandi – hvørki fyri
lækna ella sjúklingar.
– Fleiri av teimum søgdu
við okkum, at vit ikki
kunnu bjóða okkum fram
við so vánaligum umstøð-
um. Men tað er so broytt
við læknamiðstøðini, púra
sikkurt, sigur Magnus og
leggur dent á, at hann
vónar, at betraðu umstøður-
nar fara at lokka kommunu-
læknar til Klaksvíkar at
arbeiða.
Men tað eru ikki bara
umstøðurnar, sum gera, at
læknar ikki hava hug at
arbeiða í Klaksvík. Tað er
eisini vaktarspurningurin.
Magnus og Jaspur arbeiddu
einaferð tveireinir í Klaks-
vík í nøkur longri tíðar-
skeið millum vikarar. Tað
minnist Magnus ilt afturá.
Hann hevur tó bjartar vónir
um, at um nú fýra komm-
unulæknar verða í Klaks-
vík, so verður tað munandi
lættari at býta vaktirnar
ímillum sín.
– Vit trimum gongur tað
so nøkulunda, men fýra
hevði verið tað besta, sigur
hann.
Samstarvsmøguleikar
Nýggja læknamiðstøðin er
innrættað á tann hátt, at
tveir
kommunulæknar
koma at halda til í ovaru
hæddini og tveir í niðaru
hæddini.
Hæddirnar eru innrætt-
aðar eins við hølum til ein
læknaskrivara, trý kanning-
arrúm til hvønn læknan, eitt
rúm til eina sjúkrasystur og
so ein køkur, sum eisini
kann nýtast til konferensu-
rúm.
Hetta fegnast Magnus
um. Hann sigur, at í og við
at allir læknarnir eru undir
sama taki, verða møguleik-
arnir fyri samstarvi so nógv
størri.
– Tað er eisini gott at
hava eitt rúm, har man kann
sessast og diskutera nøkur
ting ígjøgnum og so fram-
vegis. Tað hevur manglað
longi, sigur hann.
Spurdur um øll mið-
støðin man fara at verða
brúkt, svarar hann púra
ivaleysur ja.
– Verandi umstøðurnar
hava verið ræðuligar. Og
við tað at vit nú hava møgu-
leika til at fáa eina sjúkra-
systur inn í bygningin eis-
ini, so verður tørvurin á
kanningar- og viðtalu høl-
um nógv størri, so tað ivist
eg ikki í, at bygningurin
skal nokk verða nýttur, sig-
ur kommunulæknin, sum
hevur starvast í Klaksvík í
úti við tíggju ár.
Sær svart út
Meðan Magnus greiðir frá,
hvussu bygningurin er inn-
rættaður, og hvønn leiklut
hann sum kommunulækni
hevði í sjálvari projekter-
ingini, ganga menn aftur og
fram og fáa teir allarsein-
astu snøklarnar av vegnum.
– Miðstøðin er so gott
sum liðug, men innbúgvið
og útgerðin manglar, sigur
Magnus. Tað væntast at
koma til landið millum jól
og nýggjár, og tí hevur
Magnus góðar vónir um at
flyta ein av teimum fyrstu
døgunum í nýggja árinum.
Men so spøkir tankin aftur
um, at báðir verandi vikar-
arnir fara úr teirra størvum
í mars og juli. Magnus
ásannar, at tað sær svart út,
men sigur so, at har er onki
at gera.
– Vit mugu út at søkja
eftir trimum kommunu-
læknum. Vónandi kunnu
betraðu umstøðurnar gera
sítt til, at fleiri hava hug at
koma hendanvegin at ar-
beiða, sigur hann.
Trýst
Magnus er sum sagt einasti
fastsetti kommunulæknin í
Klaksvík. Hann viðgongur,
at tað er eitt ávíst trýst á
honum um ikki eisini at
fara.
– Eg kom til Klaksvíkar
sum vikarur fyri Jaspur. Tá
so Ólavur Gaard fór, fekk
eg hansara starv. Síðani fór
Steingrím og so Jaspur fyri
einum ári síðani, so sjálv-
andi merki eg eitt ávíst
trýst. Tí fólk eru jú bangin
fyri, at brádliga eru allir
læknarnir, sum tey einaferð
kendu seg trygg við burtur
og bara stutttíðarvikarar
ístaðin,
sigur
Magnus
Magnussen.
Hann nevnir eitt dømi
um, at um hann er burtur
ein dag, so ringja tey til
hansara og spyrja, hví hann
er vekk aftur nú?
– Eg skilji tey væl, at tey
eru ótrygg við støðuna,
sigur hann smáflennandi.
So endurtekur hann, at
tað mugu fastir kommunu-
læknar til. Og hann ivast
ikki í, at nýggja læknamið-
støðin er eitt stig tann rætta
vegin. Karmarnir eru til-
reiðar, so nú ræður bara um
at finna læknarnar.
Kommunulæknarnir flyta
ikki í nýggju miðstøðina fyrr
enn beint eftir nýggjár. Hetta
tí at trupulleikar hava verið
við at fingið innbúgv og
útgerð til landið
Magnus Magnussen,
kommunulækni, sigur, at
tilgongdin at fáa
læknamiðstøðina hevur verið
drúgv. Til tíðir hevði hann
hug at missa vónina, men nú
hon er liðug, er tað nærum
sum ein dreymur