mikudagur 22. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 22. desember 2004
5
Tað hevur gingið eftir
ætlan at avgreiða
jólapostin. Ongir
trupulleikar hava
staðist av nøkrum
seinkingum, og alt,
sum ætlað er at
komið, er komið
fram, sigur
postverksstjórin
POSTFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Atlantsflog hevur spent seg
út og fingið allan jólapostin
fluttan til og av landinum til
tíðina, sigur Bergur i Garði,
stjóri á Postverki Føroya.
Hann
sigur,
at
tað
framvegis er soleiðis, at
partar av pakkapostinum
eru ein dag longri ávegis,
enn ynskiligt hevði verið,
men at eingir nevniverdugir
trupulleikar annars hava
verið við postflutninginum.
Bergur í Garði dylur ikki
fyri, at hann hevur verið eitt
sindur
atfinningarsamur
onkuntíð, tá talan hvur
verið um postflutningin,
síðan Atlantsflog fór at
flyta postin millum lond.
Men hann leggur dent á, at
Atlantsflog tykist rættiliga
hava tikið í nakkan á sær
sjálvum og klárað uppgáv-
una, felagið hevur átikið
sær, til fulnar.
Postflutningurin plagdi at
vera ógvusligur um jóltíðir,
um roknað verður í mun til
aðrar tíðir á árinum. Men
tað er ikki heilt soleiðis
meira, sigur postverksstjór-
in.
– Fyrr kom jólaposturin i
eini stórari rúgvu stutt
undan jólum. Men nú tykist
tað, sum hetta verður spjatt
yvir longri tíðarskeið, um-
framt at umstøðurnar sum
heild eru vorðnar nógv
betri. Bæði til flutning mill-
um lond og eisini innan-
lands, sigur Bergur í Garði.
Postinum er lógartryggj-
aður flutningsrættur, so
hann hevur líkasum ein
frammíhjárætt, sigur hann.
Øðrvísi er við farmaflutn-
ingi, sum Postverkið eisini
hevur nakað av.
– Har hevur tað verið
onkur smávegis trupulleiki
seinnu tíðina, har vit hava
bíðað eftir farmi, sum hev-
ur ligið eftir, sigur Bergur í
Gaðri. Gjørt er vart við tað
á rætt stað, og nú tykist,
sum at hetta eisini er í lagi,
sigur hann.
Magni Arge, stjóri á
Atlantsflogi, sum hevur
postflutningin millum Før-
oyar og útheimin um hend-
ur, váttar, at onkur smáveg-
is trupulleiki hevur verið
við onkrari prioriterings-
sending, sum ikki er komin
við tann túrin, biðið hevur
verið um. Onkur farma-
pakki hevur ligið nakrar
túrar. Og tað harmast stjór-
in um.
Men alt í alt gongur tað,
sum tað skal. Eisini við
ferðafólkaflutninginum.
Møguleikarnir at koma
aftur og fram eru eisini
batnaðir, so hvørt sum flog-
før leggjast afturat hjá fel-
agnum, sigur Magni Arge.
Hann ásannar, at øll, sum
biða um ferðaseðil Atlants-
flogi, sleppa ikki við júst
tann dagin, tey ynskja. Men
tey sleppa við kortini. Eitt
sindur av trýstinum hevur
danska felagið DAT tikið,
sigur hann, men ikki so at
tað ger nakran stórvegis
mun
hjá
Atlantsflogi
kortini, sigur Magni Arge.
Postflutningurin
gongur væl
Tollaksmessudag
verður nýggja
samfersðluhavnin í
Suðuroy tikin í
nýtslu.Tað hendir á
hátíðarhaldi á sam-
ferðsluhavnini hós-
dagin klokkan 12.30
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal nýggja nýggja
samferðsluhavnin
á
Trongisvágsfirði takast í
nýtslu.
Tað verður hósdagin,
tollaksmessudag at havn-
in verður tikin í nýtslu.
Á miðdegi hósdagin
kemur Smyril suður av
Havnini og klokkan kl
12.30
verður
nýggja
samferðsluhavnin
á
Trongisvágsfirði alment
tikin í nýtslu og tí sam-
bandi verður alment há-
tíðarhald við røðum og
har
Tvøroyrar
horn-
orkestur fer at spæla.
Oyvindur
Brimnes,
stjóri
á
Landsverki,
bjóðar vælkomin og letur
S t r a n d f a r a s k i p u m
Landsins
samferðslu-
havnina
til
nýtslu.
Kristian Davidsen, stjóri
á
Strandfaraskipum
Landsins, fer eisini at
siga nøkur orð og síðani
fær Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, orðið og tað
verður eisini hann, sum
fær heiðurin at at klippa
snórin og sostatt at taka
s a m f e r ð s l u h av n i n a
alment í nýtslu.
Eftir
hetta
bjóðar
Landsverk til móttøku
umborð á Smyrli.
Nýggja samferðslu-
havnin í Suðuroy
tikin í nýtslu
Her liggur Smyril við bryggju í nýggju samfersðluhavn-ina
í Trongsivági. Hòsdagin verður havnin alment tikin í
nýtslu
Myndina tók Leivur Nygaard
Postflutningurin gongur eftir ætlan um jólini. Eingin postur liggur og bíðar eftir at verða fluttur
millum lond undan jólum, sigur stjórin á Postverki Føroya