Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 24. desember 2004 5 Tryggingarfelagið Føroyar metir tað av størsta týdningi fyri føroyska ferðavinnu og eisini aðra vinnu, at Norröna verður verandi á føroyskum hondum. Tað er ein av høvuðsgrundun- um til, at felagið framhaldandi setir nýggjan partapening i Smyril Line VINNA Edvard Joensen Tryggingarfelagið Føroyar metir tað av alstórum týdn- ingi, at Norröna, sum er stórur partur av tí lutvíst nýggju vinnu, sum før- oyska ferðavinnan er, verð- ur verandi føroysk. Leiðslan í Tryggingar- felagnum heldur, at tað hevði verið skeivt at kappa á stokkinum hóast tað í løtuni ikki gongst sum ætlað. Tryggingarfelagið metir framvegis, at Smyril Line og Norrøna kunnu fáa avgerandi týdning fyri før- oyska vinnu sum heild og serliga ferðavinnu. Nógv orka og pengar eru lagdir í hesa verkætlan, og tí eigur alt at verða gjørt fyri at verkætlanin røkkur sínum ætlaða endamáli. Millum annað tí hevur felagið gjørt av at vera við til at hækka partapeningin í Smyril Line, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingar- felagnum Føroyar. Trygingarfelagið er ein av teimum stóru partaeigar- unum í Smyril Line, og tað spælir sjálvandi eisini inn, at fer Smyril Line á húsa- gang, eru teir pengar, sum fyrr eru settir í felagið, mistir. So fyri at bjarga tí, verður eisini gjørt alt fyri at styrkja felagið, so tað framhaldandi kann virka. Tað hevði verið stórur skaði fyri føroysku ferða- vinnuna, um vit mistu Norrönu av hondum, sigur Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum. Tí hevur leiðslan í Trygging- arfelagnum Føroyar gjørt av at hækka sín part av partapeninginum í Smyril Line. Tryggingarfelagið setir í hesum umfarinum slakar tíggju milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Smyril Line. Nevndin fyri grunnin Sluppin hevur verið í Skotlandi og hugt at Westward Ho, sum verður umvæld í Fraserburgh. Teir eru nøgdir við tað, sum gjørt er, siga teir SLUPPIN Edvard Joensen Nú røkist fyri, at sluppin Westward Ho nakað skjótt aftur verður at síggja undir seglum millum oyggjarnar. Væntandi verður farið til Skotlands eftir henni eina- ferð í apríl ella so, sigur Egil Simonsen, nevndar- limur í grunninum Sluppin, Westward Ho var í sera ringum standi, áðrenn hon varð sleipað til Skotlands at fáa eina rættiliga stóra umvæling. Tað er næstan sum hjá manninum, sum helt, at um troyggjan fekk nýggjan bul og nýggjar ermar, varð hon aftur sum nýggj. Egil Simonsen sigur, at innan er skipið rættiliga væl komið áleiðis. Maskin- an er sett í, og tað nógva er liðugt innrættað undir dekki. Lugar og kahyt eru liðug. Skiparakamar og salong eru mestsum liðug, og wc og brúsurúm eru eisini liðug. Luftskipanin er næstan liðug. Galluna klæða teir nú vð stálplátum, eins og gjørt verður við maskinrúmið, har skottini eisini verða klødd við stáli. Dúrkinum í salongini verður bíðað við til seinast, sigur Egil Simonsen Tað skal vera av tilfari, sum líkist dekkinum Myrkir plankar. Salongin, sum er innrættað í lastini, skal vera eitt rímiliga fínt móttøku- og uppihaldsrúm. Lugarið er gjørt aftur, sum tað var í gomlum døgum. Málað við vanligari máling, greiðir Egil Simon- sen frá. Teir fara nakað skjótt at seta mastrarnar í, sigur Egil. Tá tær eru komnr at standa, verður gjørt liðugt undir dekki. Han sigur, at teir í nevnd- ini fyri grunnin hava latið skotarnar skilt, at tað er ikki neyðugt at dríva so øgiligt á í vetur, tí teir ætla ikki at sigla skipið heim fyrr enn einaferð móti vári kortini. Halda ikki, at veturin er rætta tíðin at fara um havið við henni. – Tað skal eisini passa við, at tað liggur fyri hjá monnunum, sum fara eftir henni, at vera har niðri nakrar dagar, sigur Egil Simonsen. Tí okkurt er, sum skotarnir ikki gera, og vit so sjálvir mugu taka okkum av. Teir eru timbur- menn og gera einki við rigningin og seglini. Vit skulu so sjálvir rigga hana og sláa seglini undir, áðr- enn farið verður til Føroya við henni. Grunnurin Sluppin hevur í grundini latið Westward Ho frá sær til Tórshavnar Kommunu, sum nú eigur skipið. Tó verður tað helst ein stuðulsbólkur, sum fer at taka sær av at reka tað. Skaffa ferðafólk at sigla við og vera umborð, tá siglt verður, sigur Egil Simon- sen. Arbeitt verður nú við at skipa hetta. Westward Ho er bygd í Grimsby í 1884. í 1895 keypti TF. Thomsen á Tvør- oyri skipið, sum fekk navn- ið Viking. Seinni varð navnið so broytt aftur til Westward Ho. Skipið var í sama reiðarí, hjá Thomsen, til Grunnurin Sluppin keypti tað til at varðveita í 1966. Tað eru nógvar søgur sagdar um lívið umborð á Viking. Serliga var tað tann eini skiparin, sum legði navn til fleiri teirra, ið enn ganga líka livandi á Tvøroyri og aðrastðani við. Westward Ho klár til várs Westward Ho áðrenn hon fór til Skotlands. Tá hon væntandi kemur aftur til várs, verður hon sum eitt nýtt skip. Týdningarmikið at Norröna verður verandi føroysk Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur tað vera av størsta týdningi fyri føroyska ferðavinnu, at Norröna, eru á føroyskum hondum