Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 245 - 22. desember 2004 Fríggjadagin og leygardagin var rættiligt illverður í Grønlandi, og ávirk- aði hetta bæði flog- og skipaferðslu Farna leygardag var talan um ein av teimum heilt fáu døgunum, har Atlant flogfarið hjá Air Green- land ikki fekk sett seg við Streymfjørðin. Avlýsing- arnar har á leiðina liggja vanliga um 2%, men hendan dagin var kava- rokið somikið ógvusligt, at tað var ikki hugsingur um at lenda. Ístaðin varð leiðin løgd aftur til Keflavíkar, og síðani varð túrurin av- greiddur sunnudagin. Føroyingar sleipaðu jólaskipið Eisini í havnini í Nuuk var heilt nær við, at talan gjørdist um dramatiskar hendingar. Størsta skipið hjá Royal Arctic Line var um at fara á land. Roynt varð at toga skipið út frá við sleipibáti, men hesin megnaði ikki einsamallur at loysa uppgávuna. Við keiina lá eisini Kiliutaq – tað er fyrrver- andei Ango – hjá Royal Greenland. Her vóru bert føroysku yvirmenninir umborð, teir játtaðu so at gera eina roynd at hjálpa til, tá heitt varð á teir. Ivan Olsen, skipari, sig- ur, at tað ikki var nøkur løtt uppgáva at átaka sær. Havnaløbið, tey rópa, er smalt, og vandi var tí fyri bæði skip og manning, um ikki rætt varð atborið. – Eg tók støðu saman við reiðaríðnum og restini av manningini umbord og eftir at hava verið umborð á bingjuskipinum og kanna støðuna, gjørdu vit so av at hjálpa. Einsa- mallir høvdu teir so ong- an møguleika. Kiliutaq setti so fast á forstevnið sum sleipibát- urin, Viking Naja, setti fast afturskipid á Naia Artica. Ein politibátur, sum í síni tíð varð bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju, hjálpti eisini til at fáa tann eina 32 mm tjúkka trol- veirin av Kiliutaq umborð á Naiu Artica. Áðrenn sleipibáturin hevði sett fast, høvdu teir lagt akkersketuna út einar 100 metrar fyri at hjálpa sær í tí nógva vindinum. Um ellivu-tíðina á kvøldi var klárt at sleipa. Væl gekst, og eftir at tað fyrst eydnaðist at toga skipið upp í vindin, kundi togast. Tjúkki veirurin helt tó ikki til alla uppgávuna, men tá hann at enda slitn- aði, var longu komið so- mikið væl á leið, og hetta ikki gjørdi nakað. Góður sjómansskapur Sjálvt um tað var nógvur stormur alla tíðina, so eru boðini úr Nuuk, at støðan ongantíð gjørdist hættis- lig. Góður sjómansskapur og dirvi fáa heiðurin fyri hetta, og sagt verður ann- ars, at stóra uppgávan varð loyst upp á stás. Dagin eftur bleiv botn- urin á Naiu Artica kann- aður. Skrúva, róður og botnur høvdu fingið skaða, men enn er ikki tikin avgerð um, hvørt skipið kann sigla sjálvt, ella um tað skal sleipast til Danmarkar at um- vælast. Í øllum førum vórðu bingjurnar umborð fingn- ar í land, so nú kunnu Nuuk-búgvar keypa tað, sum teimum restar til jóla, og føroyska manningin á Kiliutaq kundi so eisini fara til fiskiskap. Føroyski skiparin sigur at enda, at teir hava havt hampuligt fiskarí, síðani teir fóru útaftur, tó at veðrið hevur verið nakað skiftandi. Og annars biðj- ur hann heilsa øllum heima við ynskum um eini gleðilig jól og gott nýggjár. Bjargaðu jólunum í Nuuk Nýggja býráðið í Klaksvík skipað Á fundi mánakvøldið varð nýggja býráðið í Klaksvík skipað og nevndarsessirnir mannaðir KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Steinbjørn Jacobsen verður borgarstjóri í Klaksvík komandi fýra árini. Tað hevur so at siga verið greitt líka síðani valið, men á fundi mánakvøldið varð tað endaliga staðfest. Vara- borgarstjóri verður Jákup Mikkelsen. Hetta og annað varð greitt eftir skipandi fundin hjá nývalda býráðn- um mánakvøldið. Royndir hava verið frá minnilutanum, sum er Javnaðarflokkurin, Sjálv- stýrisflokkurin og Sam- bandsflokkurin, líka til tað síðsta at fáa skipað eina breiða samgongu, men tað tók meirilutin við Tjóð- veldisflokkinum og Fólka- flokkinum ikki undir við. Og mánakvøldið var so eis- ini avgjørt, hvørji fara at manna tær ymisku nevnd- irnar. Í Fíggjarnevndina, har borgarstjórin altíð er for- maður, komu aftur at hon- um Jákup Mikkelsen, Kristina Fríðrik Olsen, Eyðgunn Samuelsen og Kristian Eli Zachariasen. Nýggja forkvinnan í Mentanarnevndini er Gunvá við Keldu. Aftur at henni komu í nevndina Rani Nolsøe, Jórun Høgne- sen, Torleif Sigurðsson og Kristian Eli Zachariasen. Jórun Høgnesen fer úr formanssessinum í Ment- anarnevndini í sama sess í Sosialu nevnd. Gunvá við Keldu, Atli Justinussen, Eyðgun Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen fara eisini at manna Sosialu nevnd. Kristian Fríðrik Olsen verður formaður í Teknisku nevnd og hini verða Jórun Høgnesen, Thorleif Sig- urðsson og Hans Arne Bertholdsen. Nývaldi árnfirðingurin úr Fólkaflokkinum, Atli Just- inussen, verður formaður í Havnanevndini, sum annars verður mannað við Kristian Fríðriki Olsen, Jórun Høgnesen, Hans Arna Bert- holdsen og Kristiani Eli Zachariasen. Formaður í Byggi-/Býar- skipanarnevndini verður Jákup Mikkelsen. Rani Nolsøe, Gunvá við Keldu, Eyðgunn Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen verða eisini í tí nevndini. Rani Nolsøe verður for- maður í Heilsu- og Um- hvørvisnevndin, og Jákup Mikkelsen, Eyðgunn Samu- elsen, Thorleif Sigurðsson og Magnus Magnussen, kommunulækni, verða eis- ini í Heilsunevndini. Av tí at nevndin ikki er sjálvstøðug kunnu onnur enn bý- ráðslimir veljast í nevndina. Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2005, og fyrsti bý- ráðsfundurin verður týs- dagin tann 25. januar. Nýggja býráðið í Klaksvík, sum tekur við tann 1. januar, er nú skipað. Tað hendi á fundi í Klaksvík mánakvøldið Ársins rósa funnin Heilt nógv uppskot eru komin inn til tiltakið Ársins Rósa, sum Klaks- víkar kommuna og Jóla- skipið í Klaksvík skipa fyri. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at tey hava hugt ígjøgnum øll uppskotini, og avgerðin er fallin. – Men vit siga sjálvandi onki um, hvør tann fyrsti verður, sum fær hendan heiðurin. Tað verður av- dúkað, tá Jólaskipið kem- ur, sigur hann. Steinbjørn sigur, at tað var við klumpi í hálsin- um, at hann las øll tey mongu uppskotini, sum vóru komin inn. – Fólk, sum ein veruliga ikki visti av, vóru í upp- skoti, og tað er ótrúligt at síggja, hvussu mong tey eru, sum gera eitt so stórt arbeiði fyri borgararnar og býin, sigur hann. Borgarstjórin sigur, at hetta verður eitt tiltak, sum verður á hvørjum ári, og tískil kunnu uppskot- ini, sum vórðu send inn hesuferð, standa til komandi ár. Jólaskipið kemur til Klaksvíkar í kvøld klokk- an 18, um tað viðrar. Steinbjørn fer at avdúka hvør Ársins Rósa er í røðu sínari upp á fót- bóltsvøllin. - sae - Í dag, mikudagin, fær fløgu og bókahandilin Leikalund í Klaksvík vitjan av Eivør Pálsdóttir. Hon fer at framføra nøkur løg í gomlu hølunum aftan fyri sjálvan handilin. Høvi verður eisini at heilsa upp á sangfuglin – og hon fer eis- ini at signera fløgur, um áhugi er fyri tí. Leikalund hevur skipað fyri nógvum tiltøkum. Til dømis eru listaframsýn- ingar hvønn mánað og eisini hava tey havt fleiri rithøvundar í handlinum at signera bøkurnar. Eitt kvøldi herfyri skipaðu tey eisini fyri einum bóka- kvøldi, har tríggir kvinnuligir rithøvundar greiddu frá teirra bókum. – Hetta er eitt tiltak, sum er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri tónleikinum. Vit eru jú eisini ein tónleika- handil, so tað er upplagt at gera okkurt fyri tey við- skiftafólkini hjá okkum, sum keypa tónleik, sigur Edward Fuglø. Eivør fer at syngja í Leikalund frá klokkan 15 í dag. Steðgurin verður ikki so øgiliga langur, tí hon skal syngja til eina konsert í Havn seinni. Nýggja fløgan hjá Eivør, sum ber heitið Eivør, hevur nú selt meira enn 6.000 eintøk, og tað verða helst løg av henni, sum Eivør fer at syngja. - sae - Eivør í Leikalund