mikudagur 22. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 247 - 24. desember 2004
- Tey fátæku børnini í
San Vicente í Kolum-
biu senda tykkum
føroyingum nógv
smíl, klemm, bønir og
sangir - alt samalt við
tøkk fyri hjálpina úr
Føroyum, sigur Tito
Jesus Mora Esquerra,
biskupur úr Kolum-
biu, sum hevur sent
føroyingum takkar-
skriv
TØKK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kolumbiski
biskupurin,
Tito Jesus Mora Esquerra,
sum var í Føroyum herfyri
og tók ímóti skótahjálpini
2004, hevur nú sent før-
oysku fjølmiðlunum eina
heilsan at bera føroyingum.
Sosialurin hevði samrøðu
við Tito, tá ið hann var í
Føroyum, og her greiddi
hann frá, at hann var hóttur
eftir lívinum í Kolumbiu,
meðan hann enn búði í
Kolumbiu. Tí býr hann nú í
Noregi sum flótti, haðani
hann hjálpir børnum í
heimlandinum.
Úr Føroyum hevði hann
50.000 krónur, sum Skóta-
hjálpin læt til hjálparar-
beiði millum børn í Ko-
lumbiu.
Tito var ógvuliga fegin
um ferðina í Føroyum, sum
Atlantsflog og Sjómans-
heimið í Havn stuðlaðu.
Úr Noregi hevur Sosial-
urin
fingið
persónliga
heilsan frá Tito, sum Hans
Eiler Hammer, sóknar-
prestur í farloyvi hevur sent
okkum,
og
nú
hevur
biskupurin so eisini sent
eina heilsan til allar føroy-
ingar.
Vit prenta heilsanina hjá
biskupinum í fullum orða-
ljóði:
Tito biskupur takkar føroyingum
vegna fátæku børnini í Kolumbiu
- Vit hava framleitt
millum 150.000 og
200.000 fløskur av
jólabryggi, sum vit
vænta verður útselt til
jólar, sigur Einar
Waag, stjóri á Føroya
Bjór
JÓLABRYGGJ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór í Klaksvík, sigur, at
jólabryggið, sum bryggja-
ríið hevur á marknaðinum
nú undan jólum, hevur selt
ógvuliga væl.
– Eg haldi, at sølan nú til
jólar hevur verið eini 15-
20% størri í ár enn í fjør.
Hann sigur, at Føroya
Bjór hevur bryggjað upp í
einar
150.000-200.000
fløskur av jólabryggi, sum
hetta ølið verður rópt, og
hann væntaði mikudagin, tá
ið vit høvdu hann í telefon-
ini, at bryggið varð útselt
seinnapartin hósdagin.
Jólabryggið hjá Føroya
Bjór hevur gull-styrki, sum
er 5,8%.
– Jólabryggið er væl egn-
að aftur við jóladøgurð-
anum, sigur stjórin.
Besta smakkin
Einar Waag vísir á, at
Selskab for Vestjydsk øl-
kultur triðja árið á rað
hevur valt jólabryggið hjá
Føroya Bjór at vera besta
jólabryggið av hesi styrkini
– og aftur hesaferð burtur
úr fleiri ymiskum sløgum
av øli.
– Vit halda, at føroyingar
eisini hava tikið jólabrygg-
ið hjá okkum til sín, sigur
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór í Klaksvík.
Jólatrøllið, sum er jóla-
bryggið
hjá
Restorffs
Bryggjaríi, var ikki við í
kappingini hjá Selskab for
Vestjydsk
ølkultur
um
besta smakkin.
Tito Jesus Mora Esquerra var ógvuliga fegin um ferðina í
Føroyum, sum Atlantsflog og Sjómansheimið í Havn stuðlaðu.
Við sær úr Føroyum hevði hann 50.000 krónur, sum Skótahjálpin
veitir til hjálpararbeiði millum børn í Kolumbiu
Mynd: Jens Kr. Vang
Jólabryggið gongur sum heitt breyð
- Sølan av jólabryggi hevur
verið eini 15-20% størri í ár
enn í fjør, sigur Einar Waag,
stjóri á Føroya Bjór
Jólaheilsan til føroyingar
"Jól eru kærleiki! Til at vísa okkum, hvat kærleiki er, sendi Gud, faðir okkara, son sín,
Jesus Kristus, til okkara hjálparleysu fold. Jesus kom sum eitt fátækt barn til okkara.
Hann kom til eina vanliga familju. Sum menniskja sýndi hann okkum tað lýtaleysa lívið
í verki og orði. Eg vil heita á teg at lesa fyrsta kapittul í Jóhannesevangelinum. Her
sært tú rættiliga Guds kærleika til okkara.
Tey fátæku børnini í San Vicente senda tykkum føroyingum nógv smíl, klemm, bønir
og sangir, alt samalt til at takka fyri hjálpina úr Føroyum. Í navni hesa barna vil eg, at
kona og maður skulu elska hvørt annað, at børn og vaksin skulu elska hvørt annað, at
grannar skulu elska hvør annan, og at øll lond skulu elska hvørt annað. Hetta er ikki
lætt, men heldur ikki ómøguligt. Men hvussu?
Okkara fyrimynd er Jesus Kristus.
Tað er lætt at vita, hvat Jesus segði og gjørdi, men tørført at føra hetta út í lívið. Eitt
tað vakrasta, sum er skrivað um kærleikan, finna vit í fyrra Korintbrævi, kap. 13.
Eisini tað er vert at lesa.
Eg vil takka øllum sum stuðlaðu føroysku skótahjálpini og harvið arbeiði okkara í
Kolumbiu.
FELIZ NAVIDAD Y PROXPERO ANO NUEVO!
- Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.
Tito, biskupur."