Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 KORONA OG FERÐ AFTUR Á SAMFELAGIÐ Seinastu mánaðirnar hevur alt samfelagið verið merkt av kreppuni í kjalarvørrinum av koronufarsóttini. Men nú skal ferð setast á aftur samfelagið Í dag lodda vit dýpið. Vit spyrja nýggja formannin í Búskaparráðnum, hvussu hann heldur, at ferð skal fáast á búskaðin aftur. Vit spyrja búskaparfrøðingin, Johnny í Grótinum, hvussu gangligir hjálparpakkarnir, sum higartil eru samtyktir hava verið, og hvussu teir gagna. Og vit tosa við fólk í vinnu, hvussu gingist hevur hjá teimum, og hvussu tey síggja framtíðarvánirnar. Og so bíða vit øll spent eftir landsstýrinum at frætta, hvørji stig víðari verða tikin. Um tað verður ein triðji hjálparpakki – og um ætlanin er at lata upp aftur landamørkini, so fólk aftur kunnu ferðast til Føroya. Inngangur TEKSTUR EIRIKUR LINDENSKOV