hósdagur 28. mai 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nýggi formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað ræður um ikki at gera
støðuna verri, nú vit eru rakt av heilsukreppu og búskaparligari afturgongd
-T
á ið vit nú fáa eina búskaparliga
afturgongd í samband við korona,
so er tað avgerandi, at landsins
myndugleikar stýra soleiðis, at
tey ikki gera støðuna verri.
Tað sigur nýggi formaðurin
í Búskaparráðnum, 37 ára gamli búskaparfrøðingurin
Heri á Rógvi. Hann er cand.ocoen frá lærda háskúlanum
í Århus.
Hann sipar til, at tað ikki er nú, at sparingar skulu setast
í verk, men at heldur verið hildið fram við virkseminum
í samfelagnum og at heldur enn at spara eigur landið at
royna at halda ferðini uppi í samfelagnum.
- At tað almenna noyðist at læna pengar fyri at halda
alt gangandi í eina tíð hevur sjálvandi avleiðingar, tí lán
skulu gjaldast aftur. Hinvegin dugi eg ikki at síggja nakra
loysn, sum er frægari í løtuni, leggur formaðurin afturat.
Heri á Rógvi var tilnevndur limur í Búskparráðnum
eftir at fyrrverandi formaðurin, Djóni Højgaard skifti
starv og tók við sum fulltrúi í fíggarmálaráðnum.
- Fyribils skal eg røkja formansstarvið hetta árið út. So
verður nýtt ráð valt, so fáa vit at síggja, sigur hann.
Formaðurin er ógvuliga spentur uppá uppgávuna, sum
hann hevur fingið. Saman við honum í ráðnum sita Ester
Hansen og Sigurd Poulsen.
- Tey hava sjálvandi sínar royndir, tí tey hava sitið har.
Vit skulu í mínari tíð gera heystfrágreiðingina í ár og tað
er hana vit eru farin í holt við, sigur Heri á Rógvi.
Búskaparráðið hevur seinastu árini ofta tikið serliga
tema upp, sum hava fingið eina nærri viðgerð. Millum
annað haldføri, búskapurin hjá kommununum og annað.
- Hesaferð hyggja vit eftir produktivitetinum í sam
felagnum. Tað er produktiviteturin – hvussu nógv vit fáa
burtur úr hvørjum einstøkum tíma vit arbeiða, sum er
við til at gera okkum til eitt land við góðum búskapi,
sigur formaðurin.
Hann ásannar samstundis, at ógvusligu broytingarnar
í sambandi við korona, møguliga fara at gera, at tema um
produktivitet verður útsett.
Útlendsk ávirkan
Korona hevur ávirkað allan heimsbúskapin og tí er onki,
sum bendir á, at vit sleppa undan einari afturgongd í bú
skapinum.
Útflutningurin er ikki so hart raktur enn, men ein stór
ur partur av føroysku vælferðini byggir á tað, sum vit fáa
fyri okkara útflutning.
- Vit útflyta mat og heimurin spyr eftir mati. Spurn
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN