Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Samrøða UM BÚSKAPARRÁÐIÐ F yrsta stovnsetan av Búskaparráðnum var í 1962. Búskaparráðið varð endurstovnað í øðrum líki aftan á kreppuna í nítiárunum, í 1995. Seinasta broytingin í lógini um Búskaparráð var í 2012, tá avgerð varð tikin um, at Fróðskaparsetrið røkir skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum. Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja. Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar. ingurin er meira, hvat altjóða marknaðurin fer at megna at gjalda fyri fisk úr Føroyum, sigur Heri á Rógvi. So sjálvt um vit framvegis sleppa av við okkara vørur, so verður okkara búskapaur ávirkaður av, hvussu nógv markn­aðurin orkar at gjalda. - Í løtuni sær út til at framleiðsluvinnan arbeiðir við full­ari ferð og tað sama er við byggivinnuni. Tær vinnur sum eru harðast raktar í løtuni eru tænastuvinnan og ferða­vinnan, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Úti í heimi verður tó spátt um, at búskapurin fer at ganga skeivan veg. Heri á Rógvi sigur, at sumt av hesum hava vit ikki nógva ávirkan á. - Tí snýr tað seg um hjá okkum at hava fokus á tað, sum vit kunnu ávirka, sigur hann. Konjunkturar Ofta verður tosað um at vit hava hákonjunktur ella lág­kon­junktur. Búskaparráðið hevur mangan víst á, at tað ikki er serliga skilagott búskaparliga at reka ein viðgangandi kon­junkt­urpolitikk. Stutt sagt er tað ikki gott, at landið setir nógv í gongd, tá ið níogv ferð annars er á búskapinum. Hinvegin er tað heldur ikki skilagott, at tað almenna lækkar ferðina, tá ið ferðin á búskapinum annars er lág. - Tí skal tað almenna ikki halda aftur nú vit eru rakt av korona, men heldur halda ferðini uppi, so vit sleppa undan ógvusligu avleiðingunum, sum vit fyrr hava sæð í Føroyum. Royndirnar frá níti-árunum vísa, at tá ið tað gekk illa í Føroyum, so fluttu fólk av landinum. - Eg haldi, at tað er avgerandi at vit gera alt fyri at fólk flyta til Føroyar, heldur enn úr Føroyum , sigur for­mað­ur­in. Búskaparráðið er í gongd við at gera heystfrágreiðingina, sum skal leggjast fram áðrenn 1.september. Hon verður gjørd saman við Hagstovuni, sum fær tøl til vega og ann­ars saman við stovnum og vinnuni, sum heild. VIT MUGU IKKI GERA ILT VERRI