hósdagur 28. mai 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Reportasja
11
TREYTIR FYRI
STUÐLI
Í kunngerð frá landsstýrismanninum verður ásett, at fyritøkur, sum
í tíðarskeiðinum 1. apríl 2020 til 30. juni 2020 hava havt munandi
afturgongd í umsetinginum og upp á í minsta lagi 50 prosentí mun
til sama tíðarskeið í 2019.
Fyri nýggjar og nýstovnaðar fyritøkur kann verða ásett eitt meira
umboðandi tíðarskeið, t.d. 1. desember 2019 – 28. februar 2020,
ávikavist februar mánaður 2020.
Stuðul verður veittur til 75 prosent av føstum útreiðslum. Stuðulin
kann tó ikki fara upp um nominellu afturgongdina í umsetninginum,
sum fyritøkan hevur havt frá tilvísingartíðarskeiðinum og til tíðar
skeiðið frá og við 1. apríl 2020 og til og við 30. juni 2020, tó í mesta
lagi 80.000 kr. fyri hvørja fyritøku um mánaðin.
Veittur verður stuðul fyri skjalprógvaðar fastar útreiðslur, undir
hesum útreiðslur til húsaleigu, rentur, trygging, óuppsigiligar avtalu
bundnar útreiðslur í tíðarskeiðinum (t.d. leasing), el, hita o.a. Føstu
útreiðslurnar verða nærri allýstar í kunngerð, m.a. eisini fyri at mót
virka at gjørdar verða avtalur millum partar einans við tí endamáli at
økja um útgoldna stuðulin.
Fyri at fyritøka skal koma undir stuðulsskipanina, skal tað ikki
verða rindað út vinningsbýti fyri inntøkuárini 2020, 2021 og 2022,
og samsýning o.a. til stjóra í fyritøkuni og sjálvstøðug vinnurekandi
skal ikki vera meira enn 600.000 kr. í 2020, íroknað inntøka frá ALS
og dagpeningaskipanini.
Fyritøka, ið hevur móttikið stuðul, rindar stuðulin aftur í tann
mun at fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum
2020.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSIN
Meðan Hjálparpakki 1 gjørdi nyttu frá fyrsta degi,
so er áhugin fyri hjálp frá seinna hjálparpakkanum
avmarmakður
R
ættuliga skjótt var greitt, at tá ið løgmaður á
grækarismessu boðaði frá, at ferðin í føroyska
samfelagnum bleiv sett niður, so fór hetta at
fáa stórar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív.
Politiska skipanin samdist um, at skuldi
forðast fyri, at vit fingu hópuppsagnir, so var
neyðugt at loma við hjálp til fyritøkur og løntakarar beinan
vegin.
Hjálpin var í fyrstu atløgu funnin í Arbeiðsloysisskipan
ini, sum sat á einum vælbjálvaðum pengakassa við yvir 900
milljónum krónum í.
Politisk semja var gjørd um, at gera eina lønarískoytisskipan,
so tey sum vóru send heim, fingu 20.000 krónur í lønarískoyti.
Til bar eisini at fáa lægri útgjald um ein arbeiðir niðursetta tíð,
har arbeiðsgevarin so betalir fyri parttíðina.
Meir skal til
Hesin hjálparpakkin tók mest ógvusliga trýstið av arbeiðs
marknaðinum, men skjótt gjørdist greitt, at fleiri fyritøkur vóru
so hart raktar av korona-afturlatingini, at meir skuldi til um
tær skuldu klára avbjóðingarnar, nú virksemi minkaði so nógv.
Summar fyritøkur fóru frá at hava nógv at gera til als onki
at hava at gera ella ikki at hava ein markna at sleppa av við
teirra vørur.
Politiskt var ein góður vilji til at hjálpa føroyska vinnulívin
um, men tá ið Hjálparpakki 2 var samtyktur 6. apríl, var hann
kortini so fløktur og avbjóðandi, at fyritøkur higartil ikki hava
brúkt pakkan í stóran stíl.
- Tað kann sjálvandi sigast nógv um Hjálparpakka 2, men
sum eg síggi tað, so tók tað ov langa tíð at fáa hann í gongd,
sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.
- Nógvu avmarkingarnar og fyrivarnini gera, at fyritøkurnar
halda seg aftur. Tær vilja illa hava pening útgoldnan eftir einum
mettum tørvi, sum tær so møguliga skulu gjalda innaftur, tá ið
ein endalig uppgerð fyriliggur, sigur hann.
MVG
Í fyrra hjálparpakkanum, sum kom í mars, var ásett, at føroysku
fyritøkurnar fingu MVG fyri fyrsta ársfjóðring útsett til í
november.
- Hetta hjálpti beinanvegin, tí hetta gav fyritøkunum betri
gjaldføri nú í mei, tá ið MVG annars skal gjaldast. Men hetta
er ikki ein gáva. Gjaldið skal latast landskassanum í november.
Spurningurin er tí um viðurskiftini tá eru so mikið normal aft
ur, at pengar eru til gjaldiðsigur Johnny í Grótinum.
Búskaparfrøðingurin vísir á, at sum støðan er júst nú, so er
føroyskt vinnulív ikki so illa fyri.
Útflutningsfyritøkurnar hava marknaðir, sum aftur eru farnir
at keypa føroyskar fiskavørur. Á summum marknaðum gongur
betur enn á øðrum, men tað er eyðsýnt, at heimurin skal hava
mat – og so at siga allur okkara útflutningur er matvørur.
- Hetta er sjálvandi gott, men tað ger ikki, at vit ikki verða
nógv ávirkað av koronakreppuni. Avleiðingarnar uppá eitt
sindur longri sikt fara at síggjast, tí fyritøkurnar fara at halda
aftur í størru íløgunum ella at strekja tær yvir longri tíð, metir
Johnny í Grótinum.
- Ein annar spurningur er sjálvandi, hvat hendir eftir 30.juni,
tá ið galdandi hjálparpakkar fara úr gildi. Tað vita vit ikki enn,
men helst verða teir longdir nakað. Hjá fyritøkunum er tað
bara avgerandi at kenna fortreytirnar so langt fram, sum til
ber, sigur hann.
Áðrenn evstamark til hetta blaðið vistu vit bara, at løgmaður
fór at koma við einari kunning, men hvat tað fór at vera, vistu
vit ikki.
80 MILLJÓNIR SETTA AV TIL HJÁLP
- BERT 2 MILLJÓNIR ÚTGOLDNAR
Hjálparpakki 2 er als ikki farin at virka enn – bert 38
umsóknir komnar til Taks um hjálp
Tað er Taks, sum umsitur Hjálparpakka 2.
Tá ið málið var til viðgerðar í tinginum, var mett at 800
partafeløg og smápartafeløg hava møguleika at søkja um
hjálp eftir Hjálparpakka 2 og eins nógv einstaklingavirkir.
Higartil hevur hugurin at søkja um hjálp ikki verið
serliga stórur. Í hesi vikuni hava 38 fyritøkur tilsamans
søkt um hjálp og góðar tvær milljónir eru útgoldnar.
Í tinginum var eisini mett, at hesin hjáparpakkin
helst fór at kosta upp ímóti 80 milljónum krónur, tá ið
aavtornaði.
Enn ber sjálvandi ikki til at siga, hvat hann fer at kosta
tilsamans, men fyritøkurnar halda seg fyribils aftur við at
søkja.
Treytirnar fyri at fáa úr hjálparpakkanum seta krøv
til fyritøkurnar. Tað gekk eisini seint frá tí, at hesin
hjálparpakkin var samtyktur, til klárt var at taka ímóti
umsóknum.
Pakkin var samtyktur 6. apríl, meðan fyrstu umsóknirnar
ikki vóru avgreiddar fyrr enn eina mánaða seinni – altso
5.mei.
Higartil er 38 umsóknir komnar til Taks og tær 37 eru
avgreiddar. Í meðal hava fyritøkurnar fingið 55.000 krónur
í hjálp og tað er tilsamans góðar tvær milljónir krónur.