hósdagur 28. mai 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nøvn í vinnuni
MAGN SKAL HAVA NÝGGJAN STJÓRA
H
endrik Egholm hevur gjørt av
at gevast sum forstjóri á Magn.
Hann hevur verið forstjóri á
Magn síðan oktober 2007.
Saman við stjóranum, Johnni
Poulsen, hevur Hendrik Eg
holm havt ein avgerandi leiklut í at menna og varð
veita Magn sum eina sterka og lønandi fyritøku.
– Tíðin í Magn hevur verið sera góð, og eg fegnist
um menningina í felagnum hesi árini, eg havi verið
partur av Magn. Tað er torført at siga farvæl, men
eftir skjótt 13 ár meti eg, at løtan er tann rætta at leita
nýggjar leiðir. Eg takki dugnaligu starvsfólkunum á
Magn fyri tíðina, og somuleiðis nevndini fyri sera
gott samstarv, sigur Hendrik Egholm, í tíðindaskrivi
frá Magn.
Nevndin í Magn takkar Hendrik Egholm fyri
hansara stóra leiklut í fyritøkuni.
– Undir leiðsluni av Hendrik Egholm, er Magn
vorðin ein sterk og týðandi fyritøka við einum sera
dugnaligum starvsfólkahópi. Magn er væl fyri at møta
avbjóðingunum, sum liggja fyri framman – millum
annað skiftið til grøna orku. Vegna nevndina takki
eg Hendrik Egholm fyri dugnaliga leiðslu seinastu
útivið 13 árini, sigur Jens Meinhard Rasmussen,
nevndarformaður í Magn.
Nevndin í Magn er farin undir tilgongdina at
finna nýggjan forstjóra. Fyribils røkir Johnni Poulsen
starvið sum forstjóri í Magn.
NÚ STJÓRNAR DURITA SMS
F
yrr í vár varð vaktarskifti í SMS. Eftir
góð fimm ár í sessinum er Regin W.
Dalsgarð givin sum býlings- og markn
aðarstjóri, og Durita Nolsøe hevur sett
í sessin hjá honum.
– Stundin er komin at venda aftur til
arbeiðslívið sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í hesum sam
bandi fari eg framvegis at arbeiða fyri SMS-samtakið
– serliga við konseptmenning og marknaðarførslu,
sigur Regin W. Dalsgaard, ið frammanundan hevur
drúgvar royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi á
KT-økinum.
Starvið sum býlings- og marknaðarstjóri hevur
verið býtt sundur í tvey høvuðsøki. Eitt økið hevur
verið virksemið í SMS – t.e. felags tiltøk á torginum
o.a. – og harumframt umsiting av Miðlon, sum P/F
SMS eigur. Hin parturin av starvinum hevur verið at
marknaðarføra Miklagarð, Mylnuna og Bónus um
framt lutvíst at umsita onnur dótturfeløg í SMS-sam
takinum.
Broytt starv
Starvið sum býlingsstjóri verður nú broytt eitt sindur,
soleiðis at nýggi býlingsstjórin fyrst og fremst fer at
umsita økta virksemið í sjálvari sølumiðstøðini.
– Eg eri fegin um møguleikan at taka við hesum
avbjóðandi starvi. Eg síggi nógvar menningarmøgu
leikar í sølumiðstøðini, sum er karmur um eitt vaks
andi virksemi, ið hevur stóran týdning fyri bæði fólk
í høvuðsstaðnum og fyri føroyingar sum heild, sigur
Durita Nolsøe, nýggjur býlingsstjóri í SMS.
Durita Nolsøe hevur fjølbroyttar royndir í vinnuni.
Hon kemur úr einum starvi sum ognarseljari í Skyn,
og undan hesum starvi var hon m.a. lýsingaráðgevi hjá
Sansir og Kvinnu umframt sølufólk hjá MBM.
Durita Nolsøe tók við starvinum 1. apríl, og fyrstu
tíðina verður Regin W. Dalsgaard beinleiðis knýttur at
starvinum sum ráðgevi hjá nýggja býlingsstjóranum.