Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Útbjóðing - 2. byggistig Við hesum verður 2. byggistig boðið út í almennari lisitatión til arbeiðið at gera nýtt tyrvingarpláss í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík. Hetta arbeiðið er seinni partur av eini størri verkætlan, og talan er um bygging av fleiri bygningum: bygningur til skiljing av burturkasti, sum ikki skal brennast, bygningur til viðgerð av rottangaevju, starvsfólkabygningar, bilhús, verkstað, tøknirúm og pumpuhús til vatnbrunn. Mestsum alt jørðarbeiðið er gjørt, og økið er klárt at byggja á. Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka við hesum arbeiðum: 1. Jørð- og betongarbeiði 2. Kloakkarbeiði 3. HVS-arbeiði 4. El-arbeiði Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um: Dagføring av verandi atkomuvegi, bygging av bygningum, HVS- arbeiði og el-arbeiði. Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum: August 2020 – juni 2022. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá PB Consult við at senda teldupost til gh@pbc.fo, og síðsta freist til bílegging er 2. juni 2020. Útbjóðingartilfarið verður bert sent út talgilt og kann heintast á dropboks eftir bílegging. Tá ið biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast: Navn á virki, kontaktpersónur, telefonnummar og teldupostur.