Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÁKI DEILDARSTJÓRI Í MIÐBÝNUM Leiðslan fyri Føroya Keypssamtøku hevur sett Áka Jespersen í starv sum nýggjur deildarstjóri fyri deildini hjá Føroya Keypssamtøku í miðbýnum í Havn. Frammanundan hevði Áki Jespersen ábyrgdarstarv í Keypssamtøkuni í miðbýnum í Havn, og nú er hann so vorðin deildarstjóri fyri deildina. NÝGGJUR FÍGGJARLEIÐARI Í SUNDA KOMMUNU Á býráðsfundi 27. apríl 2020 samtykti býráðið í Sunda Kommunu at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Jóannes A. Prestá sum fíggjarleiðara. Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari. Jóannes hevur seinastu árini starvast sum vinnuráðgevi hjá Bank Nordik, og 30-ára gamli skálamaðurin er útbúgvin Cand. Merc. Finance and Investments omaná ein bachelor í HA Almen Erhvervsøkonomi. Útbúgvingarnar hevur hann tikið á  Copenhagen Business School (CBS). Jóannes Prestá byrjar í starvinum í Sunda kommunu 1. juni 2020. NÝGGJUR TEKNISKUR STJÓRI Á TVØROYRI Tvøroyra Kommuna hevur sett Linn Mohr Augustinussen í starv sum tekniskan stjóra hjá kommununi. Linn Mohr Augustinussen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving sum byggiverkfrøðingur. Hann hevur fjølbroyttar royndir innan byggi­vinn­ una í Føroyum og uttanlands, skrivar Tvøroyarar kommuna á heimasíðuni. Seinastu fýra árini hevur hann starvast sum verkætlanarleiðari hjá M.T. Højgaard. Áðrenn hetta, hevur hann millum annað starvast í eitt ár sum byggiverkfrøðingur hjá Varð­anum Pelagic. Og í meira enn 10 ár hev­ur hann starvast utt­ anlands á fleiri byggi­verk­ ætlanum hjá Pihl og Søn, eitt nú den blå Plan­et og Metroselskabet I/S. Linn Mohr August­in­ us­sen er tvørámaður og upp­vaksin á Hvítanesi. Linn Mohr August­ inus­sen byrjar í starv­in­ um 1. juni NÝGGJUR LEIÐARI Í NÁND Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu, Nánd, hevur fingið nýggjan leiðara. Tað er Poula Reinert Petersen, sum er sett sum nýggjur leiðari, og hon tók við starvinum 1. Mai. Poula er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í fakligari vegleiðing og supervisión. Harafturat hevur hon eina heilsufakliga kandidatútbúgving frá 2012 og er í gongd við leiðsluútbúgving. Poula Reinert Petersen hevur áður verið leiðari í VEKS Eystur, sum er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Kvívík og Sunda Kommunu, og seinastu tvey árini hevur hon verið leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.