hósdagur 28. mai 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nøvn í vinnuni
15
RAKUL SKAL LEIÐA
SKÓGRØKTINA
Herfyri tók Rakul Arnfríð Dam við sum nýggjur leiðari hjá Skógrøkt
Landsins. Rakul A. Dam hevur starvast hjá Skógrøktini síðani 1994, tá ið
hon fór í læru sum gartnari í plantualing.
45 ára gamla Rakul A. Dam hevur síðani í 2006 verið røktarleiðari á
Gróðurstøðini hjá Skógrøkt Landsins í Hoydølum.
Ábyrgdarøki hjá leiðaranum á Skógrøkt Landsins umfatar eisini
skógfriðað øki og viðarlundir kring landið.
Skógrøktin varð skipað sum stovnur í 1987 og hevur síðani 2007 verið
deild á Umhvørvisstovuni. Tróndur Leivsson var leiðari á Skógrøktini frá
1987 til 2015, og frá 2016 til nú Rakul A. Dam tekur við, hevur Michael
Jacobæus verið leiðari.
NÝGGJUR LEIÐARI
Á KUNNINGARSTOVUNI
Á TVØROYRI
Tvøroyrar býráðið hevur gjørt av, at seta Rasmus Steintórsson Biskopstø
í starvið sum leiðari av Kunningarstovuni á Tvøroyri, nú verandi leiðarin
Sólfríð Bech fer í farloyvið í 1 ár.
Rasmus Steintórsson Biskopstø er klaksvíksingur, hann er 27 ár og hevur
kandidat útbúgving innan geografi og sosialvísind frá Roskilde Universitet.
TRÓNDUR SKAL LEIÐA
TØKNIDEILDINA HJÁ
FISKAALING
Tróndur T. Johannesen er settur sum deildarleiðari fyri tøknideildina á Pf.
Fiskaaling. Hann tekur við starvinum beinan vegin.
Virksemið á Fiskaaling hevur ment seg nógv seinnu árini. Deildin fyri
tøkni og umhvørvi hevur í serligan mun fevnt um fleiri arbeiðsøki, frá aldu-
og streymviðurskifti og til liviumstøður hjá alifiski á sjónum.
Gunnvør á Norði hevur verið deildarleiðari fyri hesi deildini, sum nú
verður býtt í tvey. Gunnvør heldur fram sum deildarleiðari, meðan Tróndur
tekur við sum deildarleiðari fyri partinum, sum fæst við alisfrøðiligu
viðurskiftini á firðum, sundum og opnum økjum.
Á nýggju deildini eru seks starvsfólk, sum granska viðurskifti á sjónum.
Tróndur T. Johannesen er útbúgvin Cand.Scient. í støddfrøði frá
Aalborg Universitet. Hann hevur serliga royndir frá arbeiði við greining og
viðgerð av dátum og modelleringar.
NÝGGJUR STJÓRI
Á HEILSUSKÚLA FØROYA
43 ára gamla Vivie Kirke Davidsen er sett sum nýggur skúlastjóri á Heilsu
skúla Føroya. Hon tekur við starvinum 1. Juni.
Vivie Kirke Davidsen er útbúgvin cand.scient í Human Nutrition frá
Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hon er somuleiðis bachelor í
lívfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya.
Seinastu trý árini hevur hon starvast á Umhvørvisstovuni og undan tí var
hon sjey ár á umhvørvisøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.