hósdagur 28. mai 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
STJÓRI TIL VINNUHÁSKÚLAN
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja. Stjórin skal kenna og hava áhuga fyri maritima útbúgvingarøkinum og
skal hava førleikar at menna og føra Vinnuháskúlan inn í framtíðina.
Stjórin hevur ovastu leiðsluábyrgd av øllum
virkseminum á skúlanum og hevur ábyrgdina av, at
útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum
reglum.
Høvuðsuppgávur stjórans eru, at:
•
hava fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og
umsitingarligu leiðsluna í skúlanum,
•
tryggja skynsaman rakstur og at fíggjarætlanin
verður hildin,
•
samstarva við myndugleikar, vinnuøkið o.o.,
menna útbúgvingar skúlans, so tær alsamt lúka
framtíðar og altjóða krøv,
•
virka fyri góðum og mennandi arbeiðs- og
lestrarumhvørvi í skúlanum.
Førleikakrøv
Tann, ið verður settur, skal:
•
hava viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni
•
hava viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar
royndir,
•
hava góð leiðslu- og samstarvsevni, ið
kunnu menna eitt fakligt, virkið og mennandi
umhvørvi,
•
hava góð evni at samskifta og orða seg á
føroyskum og enskum,
•
hava vilja til og evni at royna nýggjar leiðir,
•
vera álítandi og álitisvekjandi.
Leiðsluútbúgving umframt royndir innan maritima-
og/ella útbúgvingarøki er ein fyrimunur.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki eftir lønartalvu
hjá tænastumonnum, umframt eftirløn, tó uttan
at vera tænastumannastarv. Mánaðarlønin er kr.
51.139,65 umframt kr. 7.671 í eftirlønargjaldi.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í
starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar
bygnaðarligar broytingar á økinum.
Setanartreytir annars verða ásettar í stjórasáttmála.
Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5 - 7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til ummr@ummr.fo
Umsóknin skal vera Uttanríkis- og
mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. juni 2020. Starvið verður sett
skjótast møguligt.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í
Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@ummr.fo
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ
Vinnuháskúlin er útbúgvingarstovnur, sum fevnir um útbúgvingar av manning á skipum, millum annað um útbúgving av skipsførarum og maskinmeistarum. Skúlin hevur harumframt
eina skeiðsdeild, sum skipar fyri ymiskum skeiðum sambært STCW sáttmálanum. Skúlin hevur altjóða góðkenning frá IMO felagsskapinum sum útbúgvingarstovnur innan síni serøki. Á
skúlanum eru 45 starvsfólk og umleið 250-275 lesandi. Sí heimasíðu skúlans www.vh.fo
OPEL ASTRA
1.4 TURBO
ÅRG 2014
51.900 KM
NÓGVA
ÚTGERÐ
129.000,-
RING 596061