Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 BESTA ÚRSLIT HJÁ SMYRIL LINE NAKRANTÍÐ Árið 2019 hilnaðist sera væl hjá Smyril Line. Felagið hevði besta úrslit nakrantíð: 75,9 milliónir í yvirskoti H etta úrslitið er munandi betri, enn úrslitið í 2018, sum var 30,4 milli­ ónir krónur árið fyri í 2018. Smyril Line hevur havt góð úrsliti seinastu árini. Í 2017 var avlopið 46 milliónir krónur. Í 2016 var tað 52 milliónir krónur. Í miðal seinastu átta árini (2012-2019), síðani Skansa­ brekka-samtakið við Justinussen-monnunum yvirtók meiri­lutan í felagnum, hevur avlopið hjá Smyril Line verið pluss 34 milliónir krónur um árið. Tey átta árini frammanundan (2004-2011) var miðal úrslitið eitt hall á hvørjum ári upp á minus 34 milliónir. Nettosølan hjá Smyril Line í 2019 var 678 milliónir krónur. Ein vøkstur upp á 37 milliónir í mun til árið fyri. Framleiðslukostnaðurin var 514 milliónir í mun til 500 milliónir krónur árið fyri. Stavsfólkakostnaðurin fór úr sløkum 81 milliónum í 2018 upp í slakar 82 milliónir krónur í 2019. Felagið rindaði 1,3 millión í skatti. Partapeningurin í Smyril Line er 112.012.000 krónur. Eginognin er 348 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin hjá felagnum er 288,9 milliónir krónur. Felagið rindaði ikki vinningsbýti út hesaferð. Síðani felagið fekk nýggjan meirilutaeigara í 2012 hevur felagið rindað 132,2 milliónir krónur í vinningsbýti. Ferðamanna- og farmavirksemi er høvuðsvirksemið Smyril Line eigur og rekur ferðafólkaskipið Norrønu, sum hevur pláss fyri 1.482 ferðafólkum og 800 bilum ella 130 trailarum. Farmskipini Eystnes og Hvítanes eru 102 metrar til longdar, 4600 brt og 3900 hp og laasta 23 gtrailarar hvør, 900 plattar og 30 bingjur. Mykiners er eitt RoRo skip, sum er 139 metrar til longdar, 18.979 brt og 19.500 hp og lastar 90 trailarar og 550 bilar. Akranes er nýggjasta skipið í flotanum. Tað er eisini eitt RoRo skip, sum er 139 metrar til longdar, 10.585 brt og 19.500 hp og lastar 100 trailarar. Leiðslan í Smyril Line skrivar í arsfrágreiðingini, at árið TEKSTUR EIRIKUR LINDENSKOV