hósdagur 28. mai 2020síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
HOTELVIRSEMI
PARTUR AV
SAMTAKINUM
P/F Hotel Hafnia er partur av Smyril Line samtakinum. Hetta
er liður í menningarætlan fyri felagið, har hotelvirksemið gerst
nátúrligur partur av yvirskipaða virkseminum. Hotel Hafnia byggir
í løtuni nýtt hotel, Hotel Brandan, sum verður liðugt fyrsta dagin.
– Vit eru tó varug við, at eitt størri kapitalapparat setur stór krøv
til okkum sum samtak, bæði í mun tl skynsaman rakstur og at finna
røttu góðssamansetingina til røttu tíð.
– Hóast útlitini fyri inniveradi ár eru rímilig, mugu vit staðfesta,
at verandi búskaparvøkstur í Føryum ikki hedlur fram. Fyri at gerast
minni tengd at einum einstøkum markanði verður støðugt arbeitt
við at økja um okkara farmavirksemi uttan fyri Føroyar, skrivar
felagið og heldur fram:
– Vit staðfesta samstundis, at vit við íløgunum í farmaskip økja
um samlaða fíggjarliga váðan í samtakinum, og at vit verða meira
úsettt fyri hækkandi oljuprísum og rentum.
Somuleiðis hava alsamt starngari umhvørviskrøv, hava við sær
munandi eykaútreiðslur og eyka avbjóðingar til nskipa, sum sigla
í Norðuratlantshavi.
Við organiskum vøkrsti miðar samtakið eftir at rótfesta og økja um
virksemið á ymiskum marknaðum, sum hvør sær eru hornasteinar í
rutuneti samtaksins í Norðuratlantshavinum.
56 prosent av farmalsøuni í 2019 lá uttan fyri Føroyar í fjør í mun
til 50 prosent í 2018.
Háast marknaðurin uttan fyri Føroyar er týdningarmikil, so eru
Føroyar útgangsstøðið og uttanlandsvirksemið kemur føroysku
kundunum til góðar við betri og fleksiblarirutuneti.
FLEIRI
FERÐAFÓLK
Tal av ferðandi við Norrønu er eitt vet hægri enn unanfarna ár.
Prísvøksturin í Íslandi hevur verið hækkandi senastu árini, og hetta
er m. a. orsøkin til, at stígur er komin í ferðafólkavøksturin sum vit
hava sæð seinastu árini.
– Tó hava vit staðfest ein øktan eftirspurning eftir ferðum til
Føroyar, umframt okkara cruisetilboð Kappingin til Føroyar, Ísland
og Danmark er nógv harðnað seinasta árið, og leggur framhaldandi
trýst á inntøkurnar fyri hvønn ferðandi, skrivar Smyril Line í
ársfrágreiðingini.
Roknskapur
2019 gjørdist enn eitt ár við øktum virksemi fyri Smyril
Line, og nettoúrslitið var betri enn árið framman undan.
Leiðslan sigur seg vera nøgda við úrslitið.
Høvuðsorsøkirnar til betri úrslit eru hægri mongdir á
serliga inn- og útflutninginum úr Føroyum, umframt at
íløgur í samband við víðkan av virkseminum í Danmark,
Íslandi og Føroyum hava givið eitt munagott rakstraríkast
til samtakið.
– Vit hava sum aðalmál at víðka um okkara virðisketu,
sum er týdningarmikið fyri okkum og kundar okkara. Á
heysti í 2018 lótu vit upp egið pakkhús og farmaskrivstovu
í Hirtshals og í Thorlakshøfn, umframt at flutningsfelagið
OCD í 2018 gjørdist partur av Smyril Line samtakinum.
– Við hesum hava vit økt munandi um farmavirksemið
í Íslandi og í Danmark umfarmt at vit hava innveitt
tænastur, sum vit áður hava keypt uttanífrá, skrivar felagið.
Tey skriva víðari, at fyri enn betur at fáa fulna av hesum
tiltøkunum, hevur Smyril Line í desember í 2019 keypt
eitt nýtt farmaskip, M/S Akranes.
Ætlanin við hesum skipi er at stovna eina nýggja fram
leið millum Thorlakshøvn, ið liggur á vestursíðuni í Ís
landi, Hirtshals, Danmark og Føroyar.
Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar
fáa eina fráferð fríggjadag úr Hirtshals beinleiðis til Tórs
havnar. Samstundis fáa føroyskar útflutningsfyritøkur
møguleika at flyta góðs úr Havn týsdag við komu í Hirts
hals hósmorgun.
– Hendan nýggja leiðin gevur hópin av atkomumøgu
leikum til marknaðir nær og fjar, skrivar Smyril Line í
ársfrágreiðingini.
Farleiðin við Akranesi letur eisini upp fyri nýggjum
møguleikum hjá íslendskum inn- og útflytarum. Hesi fáa
nú nýggjar og góðar transittíðir og eina nýggja RoRo loysn
millum Reykjavíkarøkið og Skandinavia.
Samstundis verða ruturnar hjá Hvítanesi og Eystnesi
broyttar soleðis, at Bretland verður lagt afturat. Sostatt fara
Eystnes og Hvítanes at sigla millum Tórshavn, Scrabster,
Hirtshals og St. Pætursburg.
Farið verður úr Føroyum fríggjadag, koma til Scrabster
verður leygardag og til Hirtshals mánadag, har leiðin síðani
gongur inn í Eystursjógvin og víðari til Skt. Pætursburg.
Kunnu flyta góðs beinleiðis úr Føroyum
fríggjadag
Nýggja farleðin hjá Eystnesi og Hvítanesi hevur við sær,
at føroyskar útflutningsfyirtøkur nú fáa møguleika at flyta
góðs og við trailarum beinleiðis úr Føroyum til Scrabster
fríggjadag. Bretland er tætt knýtt at marknaðum nær og
fjar, tískil letur hendan rutan upp fyri nýggjum møguleik
um, samstundis sum vit fáa eina nýggja farmaleið millum
Skotland og Hirtshals.
– Smyril Line styrkir við hesum munandi um støðuna,
sum einasti RoRo flutningseitari í Norðuratlantshavi. Vit
hava nú umstøður at veita kundum enn betri tænastur og
fleiri møguleiakr við fleksiblum og effektivum flutnings
tilboðum, skrivar Smyril LIne.
Selja næstan allar ferðaseðlarnar uttan fryri
Føroyar
Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var eitt vet hægri enn í
2018.
80 prosent av ferðafólkasøluni hjá Smyril Line liggur
framvegis uttan fyri Føroyar. Týskland er størsti einstaki
marknaðurin og stendur fyri á leið 35 prosentum av
samlaðu ferðafólkasøluni hjá samtakinum.
Smyril Line hevur seinastu nógvu árini selt og markn
aðarført Føroyar og Ísland á stóru evropisku marknaðum,
størsti denturin verður lagdur á marknaðir sum Týskland,
Danmark, Frakland og Holland, samstundis sum tey eisini
selja á øðrum evropiskum marknaðum, ið eru smærri,
bæði við beinleiðis uppsøkjandi søluarbeiði og online.
– Vaksandi áhugin hjá útlendingum fyri Norrønu
seinastu árini hevur gjørt samtakið minni tengt at einum
marknaði. Ferðaárið gerst alsamt longri, og vit síggja
ein øktan eftirspurning at ferðast aðrar árstíðir enn um
summarið, skrivar Smyril Line, sum hevur fimm søluskriv
stovur: Tær eru í Føroyum, Týsklandi, Danmark og tvær
í Íslandi. Umframt hesar skrivstovur er sera tætt samstarv
við fleiri agentar runt um í Evropa, ið selja og marknaðar
føra ferðir við Norrønu
Partaeigarar, sum eiga meira enn 5%
av partapeninginum í P/F Smyril Line:
P/F 12.11.11, Tórshavn
Framtaksgrunnur Føroya, Tórshavn
Føroya Landsstýri, Tórshavn.
Stjórn:
Rúni Vang Poulsen, CEO
Nevnd:
Jens Meinhard Rasmussen, formaður
Hendrik Egholm
Arne Joensen
Felagið er við í samtaksroknskapinum
fyri móðurfelagið Sp/F Skansabrekka
FAKTA