Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 29. mai 2020 Ingilín og Hervør skulu ikki hava heiðurin Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald – og tað er ein trupulleiki hjá nøkrum monnum Tá góð hugskot koma fram á tingi, so verða tey mangan feld, hó­ast tingfólk í veru­leikanum taka und­ir við teimum. Tað er tí, at tað sum hevur týdning fyri tingfólk er ikki altíð, um málið er gott ella ringt, men hvør tað er sum kem­ ur við upp­skoti­num. Tað sóu vit til dømis mikudagin, tá Løg­ting­ið viðgjørdi uppskot frá Tjóð­ veldi um føroyskt sum rættarmál. Sokallað »sjálvstýrisfólk« í sam­gong­ uni trinu fram á pall at tosa uttanum. Fólk­a­flokk­urin, sum undir kríg­num slóð­ aði fyri málinum um føroyskt sum rætt­ ar­mál, hevur ikki sama hug longur. Tjóð­ veldi fekk á­kær­ur fyri at koma við øll­um loysnunum, nú flokkurin sit­ur í and­ støðu, sum hann ikki framdi, með­an hann sat í samgongu. Og so var støð­ið líka­sum lagt. Annað slíkt mál, sum eisini er aktuelt á tingi í hesum døgum, er málið hjá teim­ ­um báðum ungu kvinnunum í Tjóð­veldi og Javn­að­ar­flokk­i­num, Hervør Páls­dótt­ ir og Ingilín D. Strøm, um at broyta stýr­ is­skip­an­ina so­leiðis, at heitið »kvinna« verð­ur brúkt um tey tingfólk, sum á hvørj­um løg­tings­vali síðani 1974 hava ver­ið kvinn­ur. Men heldur ikki tað var nóg gott. Meir­i­lutin í grein 25 nevndini, sum hev­ur viðgjørt málið Í Løgtinginum mælir frá at samtykkja uppskotið – tí at áðr­enn komið verður í Løgtingið við broyt­ing­um í ein­ari so týdningarmiklari og prin­sip­i­ell­ ari lóg, eigur veruligt fyrir­eik­ing­ar­ar­beiði at verða gjørt, har øll pol­it­isk­a skipanin saman við serfrøði á øki­num er umboðað, sigur meirilutin í nevnd­ini. – Alt eigur at verða gjørt fyri at hava so breitt grundarlag og at finna so víð­fevnda semju sum gjørligt. Uppskotið er púra einfalt bara at broyta orðið »maður« í stýr­is­kipa­n­ar­lóg­ ini til »fólk«. Men nei. Hetta málið verður nú end­a­liga felt hesaferð. Eitt er tað, menn ikki vilja hava broyt­ingina. Annað er, at tað ikki skulu vera tvær ungar kvinn­ur, sum skulu hava heiðurin fyri at hava gjørt ta banalu broyting í hægstu lóg okkara soleiðis, at lógin rúmar bæði kvinn­um og monn­um – at lógin ikki er kyns­dis­krim­i­ner­andi. So einfalt er tað. Tí vildi meirilutin fremja málið, so var bara at seta tað á skrá og kalla allan serkunnleikan inn. Løgfrøðingur til Útlendingastovuna Útlendingastovan søkir eftir avloysara fyri løgfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Starvstíðin verður frá 1. juli 2020, ella skjótast gjørligt her eftir og til 30. juli 2021. Um starvið Talan er um starv, sum í høvuðsheitum fevnir um: • at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni, • luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði, • málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a., • skriva mannagongdir, • luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum. Tú kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við. Førleiki Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.). Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Útlendingastovan Sigmundargøta 13 Postrúm 264 110 Tórshavn Ella sum teldupostur til: info@utlendingastovan.fo Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni kl. 12. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella sl@vs.fo Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo