hósdagur 4. juni 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
3
Lættari at koma til Føroyar
nú enn eftir 15. juni
Eftirlitið við fólki, sum koma
til Føroyar, er minni nú enn
tað verður eftir 15.juni
ÁRNI GREGERSEN
T
að merkist væl, at kor
ona-óttin í Føroyum er
nógv minkaður, nú vit
eftir øllum at døma ikki
hava smittuna í Føroyum.
Føroyingar, sum arbeiða
uttanlands sleppa lættliga til Før
oya, tí ongar avmarkingar eru at
merkja hjá teimum ferðandi.
Umborð á flogfarinum er alt
sum vanligt og heldur ikki skal
nakað skjal útfyllast, tá ið fólk
koma í land í Føroyum.
- Hatta er ein avgerð, sum
heilsumálaráðið hevur tikið. Tað
hevur ikki verið til viðgerðar í
epidemi-nevndini, sigur Mikael
Boelsen, fúti, sum altso eisini er
formaður í epidemi-nevndini.
Bjarni á Steig er ráðgevi hjá
heilsumálaráðnum. Hann sigur,
at tað er rætt, at tey hava tikið
avgerð um, at fólk ikki longur
skulu skráseta seg, tá ið tey koma
til Føroyar.
- Vit hava gjørt eina avtalu við
flutningsfeløgini – Smyril Line og
Atlantic Airways – um at vit fáa
atongd til ferðafólkalistarnar, so
nú er ikki neyðugt at skráseta
hvørt einstakt ferðafólk.
Lata meira upp
Løgmaður boðaði frá á seinasta
tíðindafundi, at frá 15, huni fer
aftur hjá summum útlendingum
at koma til Føroya.
Tilmælið um 14 daga sóttarhald
verður tikið av, men í staðin verða
so aðrar reglur settar í gildi.
Hesar treytirnar eru ikki setttar
í gildi ella almannakunngjørdar
enn, men myndugleikarnir ar
beiða við fleiri møguligum loysn
um.
Tosað verður um, at fólk, sum
koma til Føroyar, eiga at kannast
áðrenn tey sleppa inn í landið og
so at tey verða kannað 6.dagin tey
eru í landinum.
Hetta fer ikki at geva nakran
fullkomnan tryggleika, men tað
fer at gera vandan fyri smittu
munandi minni.
Spurningurin er so, hvussu
tað í praksis fer at lata seg gera
at kanna so nógv fólk, sum eftir
15.juni kunnu koma loftvegis og
sjóvegis til Føroyar.
Hetta kann sjálvandi gerast
áðrenn tey fara úr floghavnunum
ella úr havnini í Hirtshals, men
tað kann eisini gerast umborð á
Norrønu ella umborð á flogfør
unum.
Fólk innan heilsuøkið siga, at
tað ber væl til at læra fólk upp at
poda og taka royndir av ferðafólki.
Er tað gjørt ávegis til landið, so
ber til hjá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni rættuliga skjótt at ana
lysera hesar royndirnar.
Ein annar møguleiki er, at fólk
sum koma hendan vegin hava
eina kvittan við, sum vísir at, tey
seinastu dagarnar eru kannað og
at kanningin vísir at tey ikki bera
smittuna.
Royndirnar við korona higartil
vísa, at smittan væl ikki kann vísa
seg fyrsta dagin, men at hon kann
taka seg upp nakrr dagar seinni.
Tí verður mett, at ein nýggj
kanning, sætta dagin eftir at
ferðafólk eru komin til landið,
kann finna smittu sum annars
ikki sást fyrsta dagin.
Fakligt og politiskt
Í løtuni verður arbeitt við at finna
ein leist at arbeiða eftir. Tað er
fyrst og fremst politiska skipanin
og heilsufaklgia skipanin, sum
royna at finna loysnina.
- Vit eru ikki samd enn, men
tað eru fleiri máttar at gera tað
uppá, sigur landsstýrismaðurin
við heilsumálum, Kaj Leo Holm
Johannesen.
- Vit rokna við, at tað fer at bera
til at gera eina avtalu við flutn
ingsfeløgini um testing, men tað
finnast eisini aðrir møguleikar,
sum vit kann nú, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.
Bjarni á Steig yvirlækni.
Umborð á Norrønu ber væl til at testa fólk ávegis til Føroyar.