Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 5 Inferno KLÆÐI SUMMARFRAMSÝNINGIN 2020 Klæði eru nær knýtt at kroppinum og hava á tann hátt eitt beinleiðis samband við menniskjað. Klæði eru tí ein góður vegur til mannasøgur. Listakvinnan Kari Ann Helleberg (NO) arbeiðir í størstan mun við klædnalutum og innsetingarlist. Listaverk hennara snúgva seg um menniskjastøður, sum endurspeglast í klæði – antin í skapi, tilfari ella báðum. Helleberg nýtir klæðir og tóvirki sum samskiftishátt, og sleppur teimum leysum frá teirra upprunaliga endamáli – at fjala kroppin og líva honum. Framsýningin er opin, tá húsið er opið. HVUSSU VÆL KENNIR TÚ NORÐURLANDAHÚSIÐ? Vitja Norðurlandahúsið við ferðaleiðara og fá meira at vita um søguna, arkitekturin, listina og mangt annað áhugavert og undrunarvert. Alt summar verður skipað fyri túrum í Føroya fremsta mentanarhúsi við skiftandi ferðaleiðarum og skiftandi áherðslu. Les meira á nlh.fo ERT TÚ Á LISTANUM? Vilt tú gjarna vera fyrst/ur at vita, hvat hendir? Dámar tær væl at fáa serlig tilboð? Vilt tú sleppa at keypa atgongumerki áðrenn hini? So er at melda seg til tíðindabrævið hjá Norðurlandahúsinum. Tey, sum móttaka tað, fáa nevniliga javnan serlig tilboð, fyrstu kunning og framíhjárætt at keypa atgongumerki til tiltøk. Tilmeldingarteigur er niðast á nlh.fo 12. juni – 16. august 29. juni – 10. august Caught in the web Nest Inception UPPLATINGARTÍÐIR: YRKADAGAR 9.00-17.00 LEYGARDAG 10.00-17.00 SUNNUDAG 12.00-17.00 nlh.fo Les meira á