Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 6 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO – Tilveran hjá mær hevur verið merkt av ógvusligum hendinum, sum eg hevði viljað verið fyri uttan. Eg eri her enn, sigur Holgar Jacbosen, áðrenn hann andar djúpt og fer at greiða frá, hvussu lagnan er farin við honum seinastu tíggju árini, ið hava verið merkt av sjúku og missi. Nú hevur hann latið av hondum staklagið »Tíðarhvarvið nýggja«, sum onkursvegna markerar, at ein tíð er farin og ein nýggj stendur fyri framman. – Kanska tað enn verður eitt tíðarhvarv nýggja, sigur tón­ leikarin úr Sørvági. Um várið 2010, tá Holgar Jacobsen arbeiddi við fyrstu solo- útgávu síni »Ongan Veg«, byrjaði hann at kenna seg illa til passar. Tá fløgan var liðug, fór Holgar Jacobsen við henni til prentingar. Á veg út aftur, uttanfyri studio hjá Finni Hansen, small hann um. Holgar Jacobsen var fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann fekk at vita, at støðan var álvarsom. Ivi var í, um talan var um blóðpropp í hjartanum ella um ein æðr í hjartanum var kollapsað. – Eg varð stabiliseraður á Landssjúkrahúsinum, og Ólav­ søkumorgun 2010 varð eg flogin niður á Ríkissjúkrahúsið, sigur Holgar Jacobsen frá. Um hetta mundi var kona Holgar, Noomi, ógvuliga sjúk av sclerosu. Hon hevði verið sjúk í mong ár, og í 2010 var hon óhjálpin. Holger Jacobsen fór tí einsamallur til Danmarkar, har hann lá í sjúkrastovuni, tá mamma hansara ringir til hansara 1. august 2010. – Mamma ringdi og segði, at pápi mín, sum júst varð blivin 75 ár var illa sjúkur. Hann hevði brádliga fingið eina aneurismu, sum var við at bresta. Sannlíkindini fyri at hann fór at yvirliva vóru bara um 20 prosent, og umstøðurnar vóru ringar. Tveir tímar seinni ringir hon aftur og sigur, at hann var deyður, greiðir Holgar Jacobsen syrgin frá. Læknarnir í Danmark avgera at bíða eitt sindur við skurðviðgerini hjá Holgari, tí hann var illa fyri og strongdu og syrgiligu um­støð­ urnar gjørdu ilt verri. Náttina fyri at jarðarferðin hjá pápa Holgari skuldi vera, liggur hann í songini og lesur. Knappliga er hann burtur. – Tá eg vakni aftur, eri eg um­ girdur av fólki í grønum. Tey siga mær, at støðan er álvarsom, og skurðlæknin greiðir frá, at tí­verri verður hann noyddur til at leggja meg undir bráðfeingis skurð­ viðgerð. Hann spyr meg, um eg vildi ringja heim Føroya og for­ telja teimum har heima, at eg var á veg undir skurð. Eg sigi nei. Tey hava tað nóg ringt har uppi, sigur hann álvarsliga frá. Meðan Holgar liggur og bíðar, fær hann nýggj boð. Nú slær hjartað aftur normalt, og læknin vil útseta skurðviðgerðina til dag­ in eftir, soleiðis at Holgar hann vera fastandi, tá hann fer undir skurð. – Hetta kann kallast lagnunar speisemi, men tá pápi mín varð borðin út í kirkjugarðin, varð eg trillaður inn í skurðstovuna, sigur Holgar Jacobsen, sum ikki slapp heim til Føroya at fylgja pápa sínum til seinasta hvíldarstað sítt, av tí at hann enn sjálvur var álvarsliga sjúkur. – Eg ímyndi mær, hvussu mamma hevur havt tað, tá pápi fór til gravar, og einasti sonur henn­ ara lá undir skurði í Danmark, sig­ ur hann tungur í huga. Sangur kom til hansara – Tá eg fór vestur við sjúkrabili hendan Ólavsøkumorgunin, var pápi mín komin vestur at siga mær farvæl. Hann kom inn í sjúkra­bilin og hálsfevndi og kysti meg. Eg sá hann út gjøgnum síðu­hurðina á sjúkrabilinum, og myndin av honum kámaðist síðani í fjallamyndina, sigur Holg­ar Jacobsen frá um seinastu ARRINI ERU –Tíðin lekir ikki øll sár, men hon økir frástøðuna, sum tá tú hyggur at einum málningi. Stendur tú ov nær, so sært tú hann ikki, men tá tú fert burturfrá, so sært tú skapini. Soleiðis eri eg komin burturúr hesi sváru sorgini. Men arrini eru øgilig, og tey hava merkt meg á fleiri mátar, sigur 56 ára gamli tónleikarin Holgar Jacobsen úr Sørvági, um fleiri tung ár í lívi hansara, sum vóru merkt av sjúku og missi, og sum nú gevur út nýtt staklag, ið markerar eitt nýtt tíðarskeið í lívi hansara Eg eri enn ein kensluborin persónur, sum hevur lætt til tár. Eg leggi einki í tað. Eg vil vera hann, eg eri PERSÓNSØGA Holgar Jacobsen ØGILIG