hósdagur 4. juni 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
7
ferðina hann sá pápa sín og um
serligu hendingina eftir, at hann
var farin.
– Eftir skurðin fekk eg nógv
morfin fyri pínu, og eg var í ørviti
av hesum linnandi heiliváginum.
Tá droymi eg pápa, sigur hann
álvarsliga.
– Tá eg kom aftur til Føroya
hevði eg ein sang í høvdinum.
Eg mintist bæði orð og lag, og eg
skrivaði tað síðani niður. Tað var
heitislagið til seinnu útgávu mína
»Kanska tú svav«. Innast inni bleiv
eg eitt sindur bangin, tí eg veit
snøkt sagt ikki, hvar hatta lagið
kom frá, og vanliga seti eg meg
ikki niður og skrivi ein heilan sang
og lag til soleiðis. Arbeiðsgongdin
hjá mær er heilt øðrvísi, tá eg
skrivi, sigur hann síðani.
– Eg havi ikki leitað eftir for
kláringini. Fert tú at leita for nógv
eftir svari, so koma ov nógvar
meiningar, skjýtur hann uppí.
Enn fleiri missir
Tá ið Holgar Jacobsen kemur aftur
til Føroya eftir skurðviðgerina,
kemur hann seg skjótt. Men kona
hansara, Noomi, var álvarsliga
sjúk, og tað bara versnaði.
– Vit sóu akkurát hvønn veg
tað gekk, og tað gekk skjótt, sigur
hann.
– Mamma mín var mær ein
ovurhonds góður stuðul. Hon var
so ómetaliga væl fyri, var aktiv og
orkaði væl. Hon var altíð har hjá
okkum. Og ofta var hon har um
næturnar, tá eg fór út at spæla
tónleik, sigur hann frá.
Í februar mánaði í 2014, tá
mamma fylti 73 ár, kom hon
við mær og Noomi niður til
Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið.
Tá siga læknarnir, at nú fáa teir
ikki hjálpt konu míni meir. Og at
vit máttu royna at fáa tað besta
burturúr tíðini, sum vit høvdu
eftir saman, sigur hann álvarsliga.
– Eg plagdi altíð at bjóða
mammu míni heim til døgurða
sunnudag. Ein sunnudag ringi eg
til hennara og spyrji hana, nær
hon kemur til døgurða. Hon sigur,
at hon kemur eftir at tíðindini
hava verið, sigur Holgar Jacobsen
frá.
–Tá tíðindini hava verið, ringi
eg heim til hennara og spyrji, um
hon er klár. Ja, eg eri klár Holgar,
men eg haldi, at eg havi fingið
ein blóðpropp, svarar hon. Eg
biði hana seta seg niður, og eg
koyri so skjótt eg klári heim til
hennara. Tá eg komi inn, gongur
hundurin og melur í køkinum, og
eg síggi í beinini á mammu inni
á vesinum. Meðan eg ringi eftir
sjúkrabili, doyr hon í fanginum á
mær, sigur hann og turkar tárini
burtur, ið fylgja við minninum
um mammuna, sum stóð honum
so nær.
– Hesa hendingina havi eg
ongantíð megnað at arbeitt meg
ígjøgnum, hóast eg havi roynt. Tað
er hesin spurningurin um, hvussu
lítið eitt menniskja veruliga kann
vera í hesi stóru verð, og hví var eg
einsamallur. Hetta var eitt øgiligt
slag, og tað var eisini eitt slag fyri
konu mína, sum doyði 27. oktober
sama árið. Soleiðis gingu hasi
fýra árini við nógvum missi og
persónligum avbjóðingum, sigur
hann við skelvandi rødd.
Tónleikurin er andaligur
Hesi árini tá sclerosan hjá konu
Holgar tók dik á seg, og hann
sjálvur varð álvarsliga sjúkur,
Hetta kann kallast
lagnunar speisemi,
men tá pápi mín
varð borðin út í
kirkjugarðin, varð
eg trillaður inn í skurðstovuna
Holgar Jacobsen
Úr Sørvági
Hann er føddur 28.11.1963
Holgar er føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari.
Hann hevur verið virkin í bólkunum Ghost Riders, Sørvings, Holgar
& Villmenn/Villmenn og Tinganest.
Í 2010 útgav hann sína fyrstu soloútgávu »Ongan Veg« og í 2013
kom seinna útgáva hansara »Kanska tú svav« út.
Síðani eru fleiri stakløg útkomin, og seinastu fimm árini hevur
Holgar Jacobsen spælt saman við Ólavi Højgaard og Niels Midjord
og Vestmonnum.
Ætlanin er, at ein nýggj LP verður útgivin fyrst í komandi ári.
Framhald á síðu 8