hósdagur 4. juni 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
8
umframt at hann misti bæði
foreldrini og síðani konuna
hava verið ómetaliga torfør at
koma ígjøgnum. Men Holgar
greiðir frá, at hann hevur
funnið ugga í tónleikinum.
– Eg elski at gera tónleik,
og tað hevur hjálpt mær nógv.
Eg eri takksamur fyri, at eg
kann skapa, spæla og fram
føra tónleikin. Tað er ikki ein
sjálvfylgja, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tón
leikurin hann hevu lurtað
eftir, og tónleikurin, sum hann
hevur skapað hetta seinasta
áratíggju hevur í stóran mun
verið merktur av lívshending
um hansara.
– Mær dámar allan tónleik,
men eg lurtaði serliga nógv
eftir Mark Knopfler hesa
tíðina. Tað er ikki bara tað,
at hann er ein góður guit
arspælari, men tað er eisini
kenslurnar í tí, sum hann
framførir. Har er nakað, sum
vekir okkurt innan í mær,
sigur hann.
Holgar Jacobsen greiðir
frá, at tá hann varð lagdur
undir skurð fyri skjótt tíggju
árum síðani, hevði hann lagið
»Irish Boy« hjá Mark Knopfler
í oyrunum.
Mótgongdin
broytti meg
– Eg eri ikki tann sami, sum
eg var. Tíðin lekir ikki øll sár,
men hon økir fjarstøðuna,
sum tá tú hyggur at einum
málningi. Stendur tú ov nær,
so sært tú hann ikki, men tá
tú fert burturfrá, so sært tú
skapini, sum siga nakað. So
leiðis eri eg komin burturúr
hesi sváru sorgini. Men arrini
eru øgilig, og tey hava merkt
meg á fleiri mátar, sigur
hann, og lítur aftur á barna-
og ungdómsárini, sum vóru
merkt av tryggleika.
– Vit høvdu onga yvirflóð
av nøkrum, men eg hevði ein
tryggan barndóm og ein góðan
ungdóm, har eg setti mær
mál, men eg visti ikki, hvat lá
fyri framman. Tey árini góvu
mær ein førning út í lívið. Tað
sigst, at mótgongd ger okkum
menniskju sterkari, men tí
ivist eg í. Vit verða kanska
sterkari á tann hátt, at vit
síggja og kunnu navnseta
nakrar veruleikar, sigur hann.
– Eg eri enn ein kensluborin
persónur, sum hevur lætt til
tár. Eg leggi einki í tað. Eg vil
vera hann, eg eri, leggur hann
síðani sjálvvissur aftrat.
Nýtt staklag
Nýggja staklagið »Tíðar
hvarvið nýggja« varð skrivað
ein dagin í SMS, áðrenn før
oyska samfelagið, vegna
korona smittuvanda, varð
sett niður í ferð, og lagið er
ein lýsing av hesum gerandis
meldrinum, sum mong okkara
liva í.
– Eg siti har og hyggi at
fólki, sum renna aftur og fram.
Eg fór at hugsa um, hvat tað
er, sum vit renna eftir. Er tað
pengar, er tað heimsins glitur,
sum er vektskálin her í verð,
spyr hann.
– Vit hava bara lívið eina
ferð, so sangurin er bæði ein
tanki um, at vit mugu ansa
eftir tí, men hann er eisini ein
lýsing av, hvussu vit eru í ferð
og á gosi, sigur hann.
Tað eru sorgirnar og mót
gongdurin, sum hava givið
Holgari nýggja perspektivið
upp á tilveruna.
– Hetta er als ikki ein
“grumpy old man”, sum situr
har og sigur hinum, hvussu
tey skulu liva. Mótgongdin
setur lívið í perspektiv, og
hevur í størri mun víst mær,
at lív, heilsa og evni als ikki má
takast fyri givið, sigur hann
síðani.
Hann viðgongur tó, at hann
eins væl og øll onnur eisini er
kroystur í hetta samfelags
hamstarahjólið.
– Tað er ikki tað, at vit
øll skulu liva frá hondini til
munnin. Hetta er meir ein
hugleiðing, og eg havi eisini
virðing fyri fólki, sum klára
seg væl fíggjarliga, sigur hann.
Holgar Jacobsen greiðir
síðani frá, at hóast fortíðin er
merkt av nógvari mótgongd,
sjúku og deyða, so er hann
bjartskygdur um tíðina, sum
stendur honum fyri framman.
– Seinastu trý árini hava
verið góð, hóast tað eisini hava
verið myrk skíggj at hóma.
Eg vóni, at eg fái fleiri góð ár
saman við trúlovaðu míni,
sum eisini er flutt til Sørvágs
at búgva. Hon hevur verið
mær ein stórur stuðul, sigur
hann til endans.
Týsdagin 2. juni gav Holgar
Jacobsen út nýggja staklagið
»Tíðarhvarvið nýggja«.
Lagið er fimmta staklagið
av komandi útgávu hansara,
sum verður ein LP útgáva.
Hesin sangurin markerar
tíðarskeiðið við mótgongd,
sjúku og missi, sum Holgar
Jacobsen nú framsíggin
leggur aftur um bak.
Tíðarhvarvið
Nú á tíðarhvarvið nýggja
alt er farið upp á gos
tað á fólki kennist sum eitt dreymatos
tú má fylgja við í streymi
um tú ætlar tær á veg
tað ein fyritreyt er til at virka her
Hygg har renna fólk í meldri
tey vilja bara fram
tíðarneyðin loyvir ei at slakka av
men hvat vilja tey her náa
er so ringt at spáa um
kanska mammonsgudi fanga eru av
niðurlag
Men er nú lívið bara svart og hvítt
hvar er tá eydnan fyri teg
er heinsins glitur, vektskál her í verð
lívið hevur tú tó bert ta einu ferð
Brátt kann hjólið mala seinni
lívsins neisti kólna út
tímaglas títt hevur kanska dimman lit
klárar ei at fylgja streymi
søkkur í ta djúpu grøv
mammonsgudur neyvan fjálgar tíni ferð
Hesa hendingina
havi eg ongantíð
megnað at
arbeitt meg
ígjøgnum, hóast
eg havi roynt. Tað er hesin
spurningurin um, hvussu lítið
eitt menniskja veruliga kann
vera í hesi stóru verð, og hví
var eg einsamallur
Vit hava bara
lívið eina ferð, so
sangurin er bæði
ein tanki um, at
vit mugu ansa
eftir tí, men hann er eisini ein
lýsing av, hvussu vit eru í ferð
og á gosi