hósdagur 4. juni 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
9
FRANTS JENSEN
T
að var ein sorgarleikur,
tá ið M/V Mykines og
glastrevjabáturin M/B
Mars rendu saman í
Skopunarfirði stutt fyri klokkan
2 um náttina tann 31. august 2017.
Mars sakk og tann eini maðurin
umborð læt lív og varð ikki
funnin aftur. Hin maðurin varð
bjargaður.
Løgreglan hevur nýtt tvey
eitt hálvt ár at kanna málið, og
nú er ákæra reist. Sosialurin
hevur fingið alment innlit í
partar av ákæruritinum.
Skipari á Mykinesi ákærdur
Í ákæruni stendur, at skiparin
á M/V Mykinesi er ákærdur
fyri tann 31. mars 2017 umleið
klokkan 01.53 sum vakthavandi
navigatørur á brúnni um ikki
at hava tryggjað sær, at tað alla
tíðina var hildin tann neyðuga
brúgvarvaktin. Skiparin var
nevniliga bæði navigatørur og
útkikksmaður, sjálvt um tað
var myrkt, og hann lat seg eisini
órógva av maskinmeistaranum,
og tí var ikki nóg gott útkikk
hildið á brúnni. Skiparin hevði
heldur ikki lagt ferðina nógv
væl til rættis og tryggjað sær,
at tað varð siglt sambært góðum
sjómansskapi, stendur millum
annað í ákæruritinum móti
skiparanum á Mykinesi.
Skiparin á Mars ákærdur
Skiparin á glastrevjabátinum
M/B Mars, sum yvirlivdi van
lukkuna, er eisini ákærdur.
Hann er ákærdur fyri tann
31. mars 2017 umleið klokkan
01.53 sum skipari á M/B Mars
ikki at hava tryggjað sær, at tað
varð hildið neyðugt útkikk, har
bæði eygu og oyru vórðu nýtt
eins og øll útgerð umborð, og
fyri ikki at hava siglt sambært
góðum sjómansskapi, við tað at
viðkomandi metti frástøðuna til
M/V Mykines skeivt, og tí ikki
gjørdi eina fullfíggjaða meting
av støðuni og vandanum fyri
samanstoyti.
Bøtur
Teir ákærdu eru ákærdir at hava
brotið ymsar kunngerðir og
reglur um góðan sjómansskap.
Teir kunnu vænta at fáa bøtur,
um teir verða funnir sekir.
Ákæruritið er skrivað 11. mars.
Koronafarsóttin hevur tó gjørt,
at tað enn ikki er greitt, nær
málið kemur fyri í rættinum.
Fýra vitni skulu avhoyrast,
og málið fer væntandi at vera
viðgjørt av rættinum í ein til
hálvan annan dag.
Út frá sjófrágreiðingini um
vanlukkuna 31. august 2017,
tá ið farmaskipið Mykines og
lítli glastrevjabáturin Mars
stoyttu saman, ber til at síggja
tíðarlinjuna, hvat hendi
Aftaná midnátt 31.
august 2017
Glastrevjabáturin Mars setur
kalvalínu vestanfyri Trøll
høvda. Síðani setur hann kós
ímóti Gomlu Rætt gjøgnum
Skopunarfjørð. Tveir menn eru
umborð, ein 69 ára gamal maður
og ein 71 ára gamal maður.
Umleið
klokkan 01.53 - Mykines
og Mars stoyta saman:
Farmaskipið Mykines, ið er á veg
til Íslands, og glastrevjabáturin
Mars, sum er ávegis á Gomlu
Rætt, stoyta saman.
Kl. 02.00 - MRCC
fær boðini:
MRCC fær boð um, at farma
skipið Mykines og glas
trevjabáturin Mars hava stoytt
saman í Skopunarfirði. Hend
ingin hendir ein lítlan fjórðing
norðanfyri Skopunar bygd.
Mykines setur ein bjargingar
bát í sjógvin og fær bjargað annan
mannin av bátinum. Hin maðurin
verður ikki afturfunnin.
Bjargingarbáturin setur enda
á Mars, og sleipar endan yvir til
skipið Bak, sum lá norðanfyri, tá
ið skipini stoyttu saman. Men
rimaverkið, ið endin er bundin
um, loysnar, og Mars søkkur.
Leitingin eftir
manninum byrjar
Brimil kemur á staðið og skip
ar leitingina eftir Mars og
manninum, ið ikki er komin
afturíaftur. Sjey eindir leita um
náttina: Brimil, Stelkur, Bakur,
Skorðaberg, Vestmenningur,
Mykines og Rescue Lív. Tyrlan
leitar eisini við tóli, sum vísir
hitamun. Góð líkindi vóru at
leita.
Seinni sigla fiskiskipini, sum
vóru á veg at landa, víðari, og
millum annað strandfaraskipini
Teistin og Ternan koma uppí
leitingina.
Løgreglan fer umborð á
Mykines, áðrenn hann fer víðari
til Íslands.
Stór leiting
Komandi dagarnar verður leit
að eftir saknaða manninum og
eftir bátinum. MRCC boðar frá,
at skanningar vísa okkurt, sum
kann verða báturin, ið varð
sokkin, og roynt verður í fleiri
umførum at fáa fatur á hesum,
men tað eydnast ikki. Hvørki
saknaði maðurin ella saknaði
báturin verða afturfunnin.
Sjófrágreiðing
Sjófrágreiðing var í Føroya rætti
6. september um vanlukkuna.
Í sjófrágreiðingini vitnað
skipari, fyrsti stýrimaður og
maskinstjóri á Mykinesi, um
framt maðurin, sum varð bjarg
aður av Mars og skiparin á
trolaranum Baki, sum kom á
vanlukkustaðið.
Umborð á Mykinesi vóru
bæði skipari og maskinstjórin á
brúnni, tá ið skipið sigldi á glas
trevjabátin Mars.
Men teir varnaðust ikki glas
trevjabátin, fyrr enn tað var ov
tætt til at stýra undan.
Skiparin segði, at hann
roknaði við, at báturin hevur
ligið myrkur, og tí sást glas
trevjabáturin ikki á radaranum.
Tað hendi so knappliga, at tað
vóru bara nøkur sekund frá tí, at
teir varnaðust bátin, til tað var
ov seint.
Maðurin, sum varð bjargaður
frá glastrevjabátinum, segði, at
glastrevjabáturin var sera væl
útgjørdur, og var øll útgerðin
tendrað: bæði siglingarljós,
toppljós og radararefleks.
Teir høvdu varnast Mykines,
tá ið tað var ein lítil fjórðingur
til Mykines. Teir royndu at stýra
undan, men tað eydnaðist ikki.
Báðir menninir vóru í stýri
húsinum, tá ið báturin varð
ásigldur.
Tað eydnaðist tí eina manni
num at sleppa út, meðan sjógvur
skolaði inn í stýrihúsið.
Tað eydnaðist ikki hinum
mannin at sleppa út. Báturin
hvølvdist skjótt og fór at søkka.
Maðurin, sum varð bjargaður,
megnaði tó at bjarga sær upp á
glastrevjabátin, áðrenn hann
sakk.
Og har sat hann, tá ið ein
bjargingarbátur frá Mykinesi
fann hann, greiddi maðurin frá
í sjófrágreiðingini.
ÁKÆRA REIST UM
SAMANSTOYTIN MILLUM
MYKINES OG MARS
Bæði skiparin á Mykinesi og
førarin av glastrevjabátinum
Mars eru ákærdir í málinum
um samanstoytin millum
Mykines og Mars tann 31.
august 2017 í Skopunarfirði,
har ein maður doyði
Tíðarlinja fyri samanstoytin
Skipið Mykines hjá Smyril Line