Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 10 ÁKI BERTHOLDSEN L andsstýrið hevur arbeitt alt ov seint – men hjálp­ in er á veg. Tað sigur Christian Andrea­sen, formaður fyri ting­ mann­ingini hjá Fólka­flokki­num. Korona-kreppan hevur rakt ferðavinnuna serstakliga meint og tí hevur ferðavinnan bíðað eftir einum hjálparpakka frá landsstýrinum, sum skal hjálpa henni at hóra undan kreppuni. Men hon er ikki komin enn, og tað átalar Christian Andreasen. – Í hesum sambandi hevur landsstýrið arbeitt alt ov seint – men tann hjálparpakkin kemur, sigur hann. Hann harmast um, at hjálpar­ pakkin ikki er komin enn, tí hann heldur,at tað hevur avgerandi týdning, at vit skapa tryggleika í vinnuni, sigur hann. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, vísir á, at aftur­ gongdin í ferðavinnuni verður 70- 80 prosent í ár, og tí mugu vit bjarga tí, sum bjargast kann. Hon heldur, at tann besti hjálparpakkin, Landsstýrið kann geva vinnuni, er at lata mark­ið upp, soleiðis at ferðafólk sleppa til landið. Hjálparpakkarnir, Løgtingið hevur samykt, fara allir úr gildi aftur tann 30. juni, tað er longu um tríggjar vikur. Men Gurðið Højgaard sigur, at tað tað fremsta ynskið hjá teimum í ferðavinnuni, er, at hjálpar­pakkarnir verða longdur til í minsta til 1. november, men helst skulu teir verða longdir til ferðavinnutíðin byrjar aftur næsta ár. –  Markið verður latið upp tann 15. juni, men longu tvær vikur seinni, tann 1. Juli fara hjálparpakkarnir úr gildi, og tað er alt ov tíðliga, tí tað tekur longri tíð enn so at at fáa ferða­ vinnuna á føtur aftur, sigur hon. –  Verða pakkarnir ikki longdir, verða hópuppsagnir í ferða­vinnuni seinni í summar, ivast hon ikki í. – Tí er tað alt avgerandi, at hjálpar­pakkarnir ikki fara úr gildi 30. juni. Men verða teir longdir, skal ferðavinnan nokk fóta sær aftur, leggur hon afturat. Alt avgerandi Guðrið Højgaard sigur, at tað er avgerandi, at starvsfólkið í ferðavinnuni ikki missur ar­ beiðið og fer í allar ættir. Tað er avgerandi, at tey varðveita til­knýtið til ferðavinnuna og tí hevur tað eisini avgerandi týdn­ ing, at hjálparpakkarnir halda fram. – Vit hava brúk fyri fólkunum í ferðavinnuni við teirri serfrøði tey hava, tí so verða vit eisini til reiðar, tá ið ferðavinnan tekur seg upp aftur, sigur hon. Í hesum sambandi vísir hon eisini til tann samfelagsliga týdn­ingin, ferðavinnan hevur. – Ferðavinnan er ein út­flutn­ ings­vinna, sum gevur okkum eitt bein afturat at standa á, sigur hon – Samstundis er ferðavinnan ikki ávirkað av gongdini í fiski­ vinnuni, sum gongdin í sam­ felagnum annars er, og sostatt hevur hon eisini stóran týdning fyri støðufestið í samfelagnum, sigur stjórin í Visit Faroe Islands. Samstundis heldur hon, at ferðavinnan eisini hevur ein stóran týdning fyri triv­ naðin hjá føroyingum, tí hon er grundarlagið undir eini blóm­andi matstovuvinnu, upp­ livingarvinnu, undirhaldsvinnu, mentan­arlívið, og øðrum vinnum. –  Missa vit nú eini 2.000 starvs­fólk úr ferðavinnuni, kann tað sostatt verða dýrari fyri samfelagið enn tað er at hava tey í serskipanini hjá Als í nakr­ar mánaðir, sigur hon. Hon vísir á, at ferðavinnan hevur eisini stóran týdning fyri ung­dómsarbeiðsloysið. – Fyrr arbeiddu øll tey ungu á flakavirkið í frítíðini, nú arbeiða tey á matstovum.Vit hava einki flaka­virki í Havn longur, men vit hava fult av matstovum, sigur Guðrið Højgaard. Ótrúliga ørkymlandi Eisini Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, átalar, at Landsstýrið ar­ beiðir so seint –  Eg tori at fara so langt at siga, at tænastuvinnan er høvuðs­vinnan í Havn, bæði hotell­vinnan, matstovuvinnan, og ferðavinnan sum heild. Tænastuvinnan hevur líka stóran týdning fyri Havnina sum fiskivinnan hevur fyri Klaksvík og tí hevur tað verið ótrúliga ørkymlandi, at vit nú eru farin inn í tríðja kreppumánaðin, utt­ an at at ferðavinnan hevur fing­ ið ein hjálparpakka, segði hon á fundi hjá Fólkaflokkinum í gjár­ kvøldið um ferðavinnuna. Landsstýrið fær átalu fyri at arbeiða alt ov seint og fyri at avtaka hjálpina alt ov skjótt HETTA ER OV HETTA ER OV VÁNALIGT VÁNALIGT AV AV LANDSSTÝRINUM LANDSSTÝRINUM Missur ferðavinnan ov nógv av sínum starvsfólkum nú, kann tað verða dýrari fyri samfelagið enn tað er at hava tey í serskipanini hjá Als í nakrar mánaðir, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands