hósdagur 4. juni 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
11
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er ábyrgdarleyst at gera
2.000 fólk afturat arbeiðsleys
og tí skal korona-hjálpin hjá
landsstýrinum halda fram.
Tað sigur Christian Andrea
sen, formaður fyri tingmann
ingini hjá Fólkaflokkinum.
Fyri at bjarga fyritøkum av
ymsum slagi, og fyri at forða
fyri hóparbeiðsloysi, hevur
landsstýrið sett tveir hjálpar
pakkar í gildi.
Ein partur av hesum her,
at fyritøkur, kunnu seta fólk
niður í tíð, ella senda tey til hús,
men so kunnu starvsfólkini
aftur fyri fáa eitt lønarískoyti
frá Als upp á í mesta lagi 20.000
krónur um mánaðin.
Men hendan skipanin fer úr
gildi um góðar tríggjar vikur,
tann 30. juni, og tað merkir,
at tey, sum ikki hava fingið
arbeiðið aftur tá, fara so undir
vanligu arbeiðsloysisskipanina.
Tá ið flest fólk vóru í hesi
serligu korona-skipanini hjá
Als, vóru yvir 4.000 fólk í henni,
men síðani er talið nógv mink
að, og nú eru ímillum 1.900 og
2.000 fólk eftir í skipanini.
Helgi Abrahamsen, lands
stýrismaður í vinnumálum,
hevur gjørt greitt, at skipanin
fer ikki at halda fram eftir 30.
juni.
Hann heldur ikki, at nøkur
meining er í at halda hesi
starvsfólk í korona – skipanini
hjá Als longur enn tað, tí tað
merkir, at tey eru bundin at
einum ávísum arbeiðsgevara
– hóast einki arbeiði er til tey.
Tí vil Helgi Abrahamsen
heldur hava hesi fólkini í van
liga arbeiðsloysisskipanina, tí
so stendur tað teimum frítt fyri
at fáa sær eitt nýtt starv.
Fyri alt í verðini
Men hesum er Christian
Andreasen rúkandi ósamdur í,
staðfesti hann á fundi, Havnar
Framburðsfelag, sum er lokal
felagið hjá Fólkaflokkinum í
Havn, skipaði fyri í gjárkvøldið.
Har upplýsti Christian
Andreasen, at tað er ein semja
í samgonguni um, at hjálpar
pakkin skal leingjast.
– So tá ið Helgi Abrahamsen
noktar fyri tí, ger hann beint
ímóti teirri semjuni, sigur for
maðurin í Fólkaflokkinum á
Løgtingi.
Christian Andreasen sigur,
at sjálvur vil hann, fyri alt
í verðini, halda fast við, at
hjálparpakkin skal halda fram
eftir eftir 30. juni, tí kreppan
verður ikki av tá.
– Korona skipanin hjá Als
skal halda fram eftir 30. juni, tí
tað er ábyrgdarleyst at koyra
2.000 afturat arbeiðsloysi, sigur
hann.
– Samstundi er tað neyðugt,
at vit varðveita hesi fólkini
í ferðavinnuna, so at vinnan
ikki missur ta servitan tey hava,
leggur hann afturat.
Tey, sum eru í vanligu
arbeiðsloysisskipanini, kunnu
fáa í mesta lagi 17.500 krónur
um mánaðin, men tey, sum
eru í serligu korona-skipanini,
kunnu fáa í mesta lagi 20.000
krónur.
Og hóast Christian Andrea
sen tvíheldur um, at skipanin
skal halda fram, er hann kortini
sinnaður at endurskoðað út
gjaldið upp á 20.000 krónur.
– Endamálið hjá samgonguni
er at halda hondina undir
ferðavinnuni so at hon kemur
nøkunlunda heilskapað burtur
úr kreppuni, og tað eru vit
eisini sinnað til, sigur Christian
Andreasen.
Ikki so dýrt
Hann vísir eisini á, at hendan
skipanin hevur ikki verið so dýr
fyri Als, sum nógv stúrdu fyri.
– Higartil hevur tað kostað Als
125 milliónir, men samstundis
hevur Als fingið 80 milliónir í
inngjøldum hesa tíðina, so til
samans hevur tað kosta Als 45
milliónir, sigur hann.
– Sostatt hevur tað ikki verið
so dýrt, sum vit óttaðust fyri -
men tað hevur ein ómetaliga
stór hjálp leggur hann afturat.
Hann ásannar, at tá ið
landsstýrismaðurin á økinum
er ímóti at leingja skipanina,
verður tað ein kampur at fáa
hana at halda fram eftir 30.
Juni.
– Kanska verður tað neyðugt
at neyðugt at tvinga tað ígjøgn
um Løgtingið við lóg, sigur
Christian Andreasen.
Tí verður tað kanska neyðugt at tvinga tað
ígjøgnum við lóg, sigur formaðurin fyri
tingmanningina hjá Fólkaflokkinum
Tað er ábyrgdar
leyst at gera
2.000 fólk
arbeiðsleys
–Tá ið Helgi Abrahamsen noktar fyri tí, ger hann beint ímóti
semjuni í samgonguni, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum á Løgtingi
Skulu vit bara sita og bíða
eftir at fyritøkur fara á húsa
gang, verður tað ringt at fóta
sær aftur, og tí átalar hon, at
landsstýrið ikki beinan vegin
spenti eitt trygdarnet undir
ferðavinnuna.
– Framferðin hjá Landsstýri
num ímóti ferðavinnuni er
óvirðilig. Vit hava vitað leingi,
at ferðavinnan fór at vera hart
rakt og tí er tað átaluvert, at tað
hevur tikið so langa tíð at seta
tiltøk í verk fyri at bjarga henni,
sigur hon.
Vita einki um framtíðina
Eisini Johnny í Grótinum, bú
skaparfrøðingur, heldur, at tað
er for vánaligt, at hjálparpakk
arnar skulu fara úr gildi aftur
longu tann 30. juni og at lands
stýrið als ikki hevur hugsað um
tíðina aftan á.
–Tað merkir, at vinnan veit
ikki, hvat hendir um tríggjar
vikur, sigur hann. Tað er heldur
ikki nøktandi, at Landsstýrið nú
kemur við einum hjálparpakka,
sum fer úr gildi aftur longu
um tríggjar vikur, leggur hann
afturat.