Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 12 FRANTS JENSEN Í 40 ár hevur fryntligi skúv­oy­ingurin siglt við Strand­ferðsluni. Hann er gemytligur og prátar við øll – føroyingar eins og út­lendingar. – Eg havi altíð havt lætt við at koma í samband við fólk og at tosa, sigur Tummas Frank Joen­sen, sum hevur siglt við Teistanum um Skopunarfjørð, síðani strandfaraskipið kom í flotan í 2001. Siglt við 10 strandfaraskipum Tummas Frank Joensen byrjaði hjá Strandferðsluni í 1980, og í seinastu viku, hósdagin 28. mai, hevði hann 40 ára starvsdag. Hesi fýra áratíggjuni hevur hann siglt sum dekkari við tíggju ymiskum skipum hjá Strand­ferðsluni. Talan er um tvær Ternur, tveir Teistar, Smyrli, Pride, Dúgvuni, Rituni, Barki og Tóndi. Umframt at hava siglt í Før­ oyum, hevur hann eisini siglt til Áland, Århus, Tønsberg og til Scrabster. Enskt, týskt og franskt Tummas Frank Joensen kennir føroyingar kring alt landið, men eisini fleiri útlendsk ferðafólk. – Eg eri komin í samband við nógvar útlendingar, og fleiri hava eisini gist hjá okkum. Eg gekk bara sjey ár í skúla, so har lærdi eg ikki nógv fremmandamál. Men eg haldi meg hava gott máloyra, so eg klári meg á øllum teimum norðurlendsku málunum uttan finskum, og eg dugi eitt sindur av enskum, týskum og fronskum. Tað, sum eg ikki klári við munninum, tað brúki eg armar og bein til, sigur Tummas Frank Joensen og flennir í kíki. Við tíðini hevur hann fingið nógvar vinir ymsastaðni kring heimin, og hann hevur eisini fleiri, ið hann skrivar saman við. – Eg segði við tey, at tey máttu rætta meg, tá eg skrivaði, og tað hevur hjálpt, so eg eri komin betri á lagið, sigur hann. Ferðaleiðari í Skúvoy Tað at fáast við ferðafólk, hevur altíð havt áhuga hjá Tummasi Frank, og í fleiri ár hava hann SJEY ÁR Í SKÚLA, MEN TOSAR SUM EINKI VIÐ EINGILSKMENN, TÝSKARAR OG FRANSMENN Tummas Frank Joensen í Skúvoy gekk bara sjey ár í skúla. Umframt at sigla hjá Strandfaraskipum Landsins, hava hann og konan, Elisabeth, ból & bita í Skúvoy. – Tað, sum eg ikki dugi at siga á enskum, fronskum ella týskum, brúki eg armar og bein til, sigur Tummas Frank Joensen og flennir Vit hava havt samband við eitt danskt ferðavinnufelag í 21 ár. Tey eru komin á hvørjum ári við ferðafólki til Skúvoyar, men eg veit ikki, um tey koma í ár