hósdagur 4. juni 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
13
og konan, Elisabeth, havt ból &
bita í Skúvoy.
– Tað er hugaligt at fáa út
lendingar og føroyingar á vitjan,
sigur hann.
Tummas Frank Joensen
hevur eisini víst nógvum ferða
fólki runt á Skúvoynni.
– 14 bólkar hava bílagt í
summar, men eg veit ikki enn,
hvussu tað verður, um allir
koma, sigur hann.
Onkuntíð eru stórir ferða
bólkar komnir til oynna, og eina
ferð vísti hann 250 ferðafólkum
runt á oynni sama dag. Tá vóru
tað fleiri ferðabólkar.
– Vit hava havt samband við
eitt danskt ferðavinnufelag í 21
ár. Tey eru komin á hvørjum ári
við ferðafólki til Skúvoyar, men
eg veit ikki, um tey koma í ár,
sigur hann.
Eg sjólívið valdi
Tað er annars lívið á sjónum, sum
hevur fylt mest hjá Tummasi
Frank. Heilt ungur fór hann til
skips, og á sjónum hevur hann
verið alt lívið.
– Sum ungur var eg við trol
ara, og tá ið eg var 30 ára gamal,
mynstraði eg við Strandferðslu
ni. Nú havi eg siglt við har í 40 ár,
so nú er best at finna hurðina,
sigur hann og flennir.
Tummas Frank Joensen fylti
70 í fjør, men hann siglir við til
1. august í ár.
– Nú sleppi eg ikki meira. Ald
urin forðar mær. Eg eri føddur
9.9 í 1949 og p-talið endar eisini
við 9. So nú má eg fara, flennir
hann.
Hann skuldi verið farin fyri
einum ári síðani, men tørvur var
á einum avloysara í hálva tíð, og
tí arbeiðir hann enn.
Bjarga fólki í havsneyð
Skúvoyingurin hevur upplivað
nógv øll árini, hann hevur verið
á sjónum. Eisini skakandi hend
ingar.
– Einaferð, tá ið ferjulega varð
gjørd í Leirvík, sigldu vit millum
Klaksvík og Gøtu. Á tí eina túri
num leyp ein maður fyri borð.
Tíbetur eydnaðist okkum at
bjarga honum, sigur Tummas
Frank Joensen.
Eina aðru ferð, tá ið teir
sigldu um Suðuroyarfjørð, og
teir skuldu snara inn á Trongis
vágsfjørð, sær Tummas Frank,
at har er ein maður, ið stendur á
húsinum á sínum lítla báti, sum
var við at søkka.
– Vit settu bát út, og maðurin
varð bjargaður. Um eg ikki hevði
sæð hann, so er spurningurin
um nakar hevði funnið hann,
sigur Tummas Frank.
Sjúkraflutningur hevur eisini
verið ein partur av siglingini.
– Ta eini náttina máttu vit
tríggjar ferðir avstað um náttina.
Vit fóru bæði til Skopun, Hest og
Nólsoy eftir sjúklingum, sigur
Tummas Frank Joensen.
Sær svart út
Pensjóneraði skúvoyingurin, ið
arbeiðir eitt sindur enn, heldur
ikki, at tað er so nógv framtíð í
Skúvoynni.
– Tað sær svart út. Her búgva
19 fólk fast. Og tað bara minkar.
Tá ið flest fólk vóru, búðu 177
fólk í Skúvoy. Sjálvur minnist eg,
at tað búðu 136 fólk í bygdini. Tað
eru 39 hús, men tað búgva bara
fólk í 14 av teimum, sigur hann.
Miðalaldurin í bygdini er
eisini hækkandi.
– Tað mugu vera eini tíggju
ár síðani, at børn gingu í skúla
í bygdini. Tey yngru flyta av
oynni, og tað eru bara eldri eftir.
Eg giti, at miðalaldurin í Skúv
oy má vera um 66-67 ár, sigur
Tummas Frank Joensen.
Givnir at síga
Tummas Frank Joensen sat
nakrar setur í bygdarráðnum í
Skúvoy.
– Eg royndi sum yngri at fáa
arbeiðspláss til oynna, men tað
var ikki trúð uppá tað, so tað
bleiv ikki til veruleika, sigur
hann.
Tað er næstan einki arbeiði í
bygdini, og fólk flyta.
Sjógvur, seyður og at røkja
bjørgini fyllir heldur ikki eins
nógv sum tað gjørdi fyrr.
– Hetta er mest sum burtur í
dag. Vit lærdu at fleyga og røkja
bjørgini sum heilt ungir, men nú
Tummas Frank Joensen
hevur seinastu 19 árini
siglt við Teistanum
um Skopunarfjørð
MYND: VILMUND JACOBSEN
Tummas Frank Joensen varð í 2009 valdur sum ársins Sandoyingur. Her er Gerhard
Lognberg, Tummas Frank Joensen og kona hansara Elisabeth Joensen
Tað sær svart út.
Her búgva 19 fólk
fast. Og tað bara
minkar. Tá ið flest
fólk vóru, búðu
177 fólk í Skúvoy.
Sjálvur minnist
eg, at tað búðu 136
fólk í bygdini. Tað
eru 39 hús, men tað
búgva bara fólk í
14 av teimum